![Til gløgg við presti, sniðgeva og sjónleikara](https://kvinna.cdn.fo/savn/u3hfkf1s/dsc_4565.jpg?width=1200&height=680&rmode=crop&s=hjkJqI5awyccVs3f-UGdq1Erq8A)
Noomi Reinert er mamma at trimum børnum, lærari og sjónleikari. Hon býr í Leirvík
Sissal Kristiansen er sniðgevi og býr í Havn
Marjun í Kálvalíð er mamma at fýra børnum, prestur og býr í Miðvági
Hvør er kjarnin í jólaboðskapinum?
Sissal: Tað má liggja til prest at svara hasum fyrst ...
Marjun: Ja ... tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði. Hatta er kjarnin. Í kjarnanum liggur ein gleði, sum vit mugu vanda um, tí hon má ikki drukna í súrum uppgávum, stórum gávum ella fallitterkleringum.
Á jólum í fjør upplivdi eg størstu andakt, eg havi upplivað í mong ár, tá vit hildu gudstænastu úti í viðarlundini í Miðvági í stilli og myrkri. Himmalin var klárur og stórur uppi yvir okkum í kuldanum. Kring okkum brunnu blikk við tálg, og eg prædikaði í heitum vøttum. Har vóru nógv fólk samlað, og tá klokkuspælið í kirkjuni fór at spæla, stóðu øll still og lurtaðu. Síðani spældi hornorkestrið. Tað var so einfalt, sum tað kundi verða – men hendan løtan var fjálg. Tað er sigandi, at tað ikki altíð eru materiellu tingini, sum skapa tær bestu løturnar, hóast vit ofta halda tað.
Noomi: Kjarnin er heilt greitt, at Jesus varð føddur og ætlanirnar, Gud hevði. Við honum kom náðin og kærleikin. Í jólaboðskapinum læra vit, at vit øll eru eins og hava sama virði. Jólaboðskapurin ger ikki mun á ríkum ella fátækum, hvítum ella myrkum, monnum ella kvinnum. Og við boðskapinum um Guds náði er ein vón um, at vit øll einaferð kunnu finna ein frið saman.
Sissal: Kjarnin má ikki vera tær stóru gávurnar. Tí eftir jólafrítíðina, tá børnini fara aftur í skúla, samanbera tey gávurnar, tey øll hava fingið. Onkur fær kostnaðarmiklar gávur, so sum iPhone ella Play Station, tí foreldrini hava ráð. Onkur annar fær møguliga somu gávur, men nú eru foreldrini skuldarbundin, tí tey hava als ikki ráð. Eitt triðja barn fær okkurt, sum foreldrini hava ráð til, men sum als ikki stendur seg í prísi ella mæti, tá tað skal samanberast við gávurnar hjá hinum. Um gávurnar eru kjarnin, so missa við jólagleðina, tí samanbering drepur gleði.
Tað, sum eg haldi vera allarmest umráðandi, er, at vit um jólini finna friðin og takksemið. Á jólum hyggja vit nógv aftur á tíðina, sum hevur verið, og vit sakna tey, sum ikki eru millum okkara – tí er takksemi so umráðandi, og tað er eins umráðandi at síggja og virðismeta tey smáu tingini.
Hvussu vóru tíni barnajól?
Noomi: Heima hjá okkum byrjaðu jólini 1. desember, tá foreldrini høvdu brúdleypsdag. Mamma gekk høgt upp í at pynta, heingja jólagardinur upp og baka. Tá vit vóru liðug at pynta, plagdu vit at fara út, ganga nakað burtur frá húsunum og hyggja at hugnaliga, upplýsta heiminum, vit júst høvdu prýtt. Tað minnist eg serliga væl.
Jólamánaðin fingu vit smáar gávur hvønn dag og lótu lúkur upp á jólakalendaranum, meðan vit lurtaðu eftir framhaldssøguni í útvarpinum. Tað eru eisini ávísar barnasendingar við Zachariasi Hammer og tónar við Alexi Bærendsen, ið vekja minni so sterk, at tað kennist, sum eri eg aftur har. Hetta jólahuglagið hava bæði eg og báðar systrarnar tikið við okkum inn í vaksna lívið. Tað er endurtøkan. Siðvenjurnar, og tað, at tú veitst, hvat tú fært, ið gera jólini serstøk.
Sissal: Mamma arbeiddi á Kunningarstovuni, og hon hevði ikki frí um jólini. Tí stákaðust vit ikki allan jólamánaðin, men tá jóladagarnir nærkaðust, minnist eg, at vit altíð gjørdu konfekt saman – eitt slag til børnini og okkurt annað til tey vaksnu. Mamma tók sær av jólamatinum, men babba kókaði kleynur og finskbreyð, meðan franskir dreingjakórs-jólatónar ljóðaðu úr plátuspælaranum. Vit vitjaðu eisini altíð grøvina hjá abba og síðani ommu, tá hon fór. Eg minnist best hesa kensluna av friði, tá eg hugsi aftur á barnajólini, og tað eru ávísir luktir, so sum angin av luktilsinum hjá babba, tá hann hevði pyntað seg, og ymisk ljóð, sum til dømis ljóðið av lakkskóm hjá okkum systrunum jólaaftan, ið fáa tankarnar at leita aftur á barnajólini. Nú tá omma, abbi og babba ikki eru millum okkara meir, merkja jólini ikki tað sama fyri meg – eg kundi í veruleikanum verið tey fyriuttan.
Marjun: Jólaspenningurin byrjaði, tá jólakatalogið frá Daells Varehus lá í postkassanum. Vit hugdu tað ígjøgnum og settu kross við tað, vit ynsktu okkum. Vit tóku eisini mát til nýggju troyggjurnar, sum vit fingu bundnar. Áðrenn jólini byrjaðu, skrivaðu vit eisini jólakort til familju í Onglandi, Danmark, Íslandi og ymsastaðni her í Føroyum. Eg minnist so væl hesar ymisku fyrireikingarnar fyri jól.
Pápi sigldi, og hann hevði ofta hesar stóru 3-kilo karamell-eskjurnar við heim, og tær stóðu á ovastalofti. Vit systkini dugdu øgiliga væl at sníkja okkum uppá, lirka klistrið av, fáa okkum nakrar í hondina úr hvørjari eskju, og so at lata aftur, so tað ikki sást, at vit høvdu verið har.
Sissal: Hahaha ... hatta komu eg og systir mín eisini illa frá tey eini jólini. Mamma og babba goymdu karamellurnar í kamarinum, og hvørja ferð vit fingu gestir, settu tey karamellur á borðið, tí tað var øgiliga umráðandi, at jólini ikki vórðu borin út aftur við gestunum. Einaferð fingu vit gestir, og mamma skuldi seta okkurt gott á borðið sum vant ... men tá var karamell-eskjan tóm! Vit báðar høvdu etið alt. Vit hugsaðu jú, at tað ikki mundi bila, at vit bara tóku eitt lítið sindur hvørja ferð, men til endans høvdu vit jú etið niður á botn. Tíbetur arbeiddi mamma á Kunningarstovuni tá, so hon leyp eftir nøkrum av karamellunum hjá jólamanninum.
Marjun: Eg eri úr einum ógvuliga jólavinaligum heimi, og mamma og omma gingu høgt uppí jólini. Spenningurin lá í luftini í fleiri vikur, og vit teknaðu okkum upp til at fáa jólatræ og ein kassa av súreplum frá keypmanninum. Tær bakaðu fleiri sløg av smákøkum og kókaðu kleynur. Tær prýddu við broderaðum jóladúkum, klokkustreingjum og blonkum enskum pynti, sum tær hongdu í vindeyguni. Ljósini vóru úr stearini. Og so varð vaskað og pussað, so lukturin av grønsápu hekk í luftini – og hann minnir meg veruliga um jólini enn í dag. Jólatræið varð ikki pyntað fyrr enn jólaaftan, og beint áðrenn vit skuldu eta, lat omma dyrnar upp inn í stovuna, og vit sóu træið. Jólamorgun var ógvuliga spennandi, og tá fóru vit tíðliga upp, tí tá fingu vit jólagávurnar. Síðani fóru vit úr Miðvági til Sørvágs á visit. 2. jólakvøld fingu vit ofta vitjan, og tá sótu menninir og royktu sigar og spældu kort. Fólk fóru síðani út til føroyskan dans ella sótu heima og sungu. Fyri meg vóru barnajólini hugnalig, nærverandi og samansjóvandi fyri alla familjuna.
Eg haldi, at vit royna at vera meir rúmlig, men vit eru samstundis eisini meir stressað, tí vit skulu náa so nógv áðrenn jólini koma.
Sissal
Hugsa vit meir um virðir og næstakærleika um jólini?
Noomi: Vit tosa nógv um og hoyra nógv um rúmligheit og næstakærleika um jólini. Boðskapurin er sjónligari í almenna og privata rúminum, og tí leggja vit okkum eisini meir eftir at hugsa um onnur enn okkum sjálvi.
Tað er helst orsakað av øllum jólasøgunum, jólaboðskapinum, jólafilmum og av huglagnum samanumtikið hesa tíðina. Vit ávirka eisini hvønn annan tann vegin hesa tíðina.
Sissal: Eg haldi, at vit royna at vera meir rúmlig, men vit eru samstundis eisini meir stressað, tí vit skulu náa so nógv áðrenn jólini koma.
Marjun: Ja, og vit verða stressað, tí vit á sosialu miðlunum og í miðlunum annars alla tíðina síggja og hoyra um jólahugnan og -idyllið, sum eingin í veruleikanum klárar at liva upp til. Tað er ikki gott fyri okkum at vera ‘on’ alla tíðina, síggja alt, sum hini gera og náa og samanbera við tey.
Sissal: Kanska mugu vit duga betur at vísa á okkara egnu eginleikar og eisini vita, at tað, sum vit síggja hjá øðrum, ikki altíð er allur veruleikin. Vit mugu duga at samgleðast við onnur, samstundis sum vit viðurkenna okkara egnu dygdir.
Noomi: Ja, tað má vera lukkan at duga tað. Í veruleikanum snúgva jólini seg nógv um gleðina – og jólamánaðurin er fyltur við gleði og magi. Tað er fantastiskt at gleðast saman.
Men tað eru ikki øll, sum hava tað gott á jólum!
Marjun: Nei, tað er heilt víst. Sum prestur havi eg mangan verið heima hjá fólki, sum veruliga ikki hava tað gott um jólini. Tað kann vera orsakað av misnýtslu av ymiskum slagi, ella tí tey eru einsamøll ella stríðast við álvarsama sjúku ... og summi halda jól fyri fyrstu ferð, síðani tey hava mist mammu, pápa ella eitt barn.
Noomi: Ja, jólini eru fryktiliga forstyrkjandi.
Marjun: Júst so, tað er ofta um jólini, at hesi tingini verða sett í perspektiv.
Sissal: Á jólum 2017 vistu vit, at babba ikki fór at vera við okkum komandi jól, og tá hugsaðu vit eisini nógv um framtíðina. Tað kann raka øll, og tað kann raka knappliga – tá broytist alt.
Marjun: Tað var eisini júst hasi jólini, at fleiri í míni familju fingu staðfest krabba, millum annað eg sjálv, og vit mistu knappliga ein familjulim. Stutt eftir tað misti eg bæði mammu og systur mína. Vit vistu eisini, at hesi helst vóru seinastu jólini hjá mammu. Og í øllum hesum skuldi eg sjálvsagt fáa alt mítt frá hondini eisini. Tað var hart.
Eg kalli hesi jólini við missi og sakni fyri vakuum-jól, tí alt kennist lufttómt í slíkum umstøðum. Men slíkar umstøður seta eisini lívið fullkomiliga í perspektiv, og tú skilur, at vit liva beint nú, og vit skulu ikki brúka tíð og orku upp á at skapa tey fullkomnu jólini – tí einki er perfekt. Tað, sum er umráðandi, er at hava tað gott saman við sínum kæru, kenna seg livandi, hugna sær og merkja og geva kærleika.
... Men veitst tú hvat, hasi jólini í 2017 vórðu góð kortini, hóast tey vóru intens.
Sissal: Tað vóru tey eisini hjá okkum. Vit, sum høvdu yvirskotið til tað, vóru meir nærverandi og tilvitað um at vera í løtuni. Tað materiella var ikki so umráðandi.
Noomi: Vit eru allar samdar í, at vit ynskja minni av tí materiella og meir nærveru um jólini. Kortini so megna vit tað illa, men verða fangaðar í gerandissjagginum og samanberingunum.
Gera jólini okkum til betri menniskju?
Noomi: Eg haldi, at vit hava meira fokus á tey menniskjaligu virðini tíðina áðrenn jól, og vit verða eyka gávumild, lata pengar í ymsu bússurnar og skipa fyri tiltøkum ella konsertum, har peningurin fer til eitt gott endamál. Hugurin at hjálpa er størri tá. Men eg haldi ikki, at vit gerast betri menniskju sum heild, tí so skjótt jólini eru av, eru øll somul í somu rillu og halda á sum vant.
Sissal: Vit vita ikki altíð, hvussu hini hava tað, ella hvønn tørv tey hava. Eg kenni onkran, sum vaks upp í einum heimi, har dunnan ikki kom í ovnin jólaaftan. Eg átti at vita tað, men eg visti tað ikki.
Marjun: Tín tilvera er øðrvísi, og tí sært tú tað ikki. Sum prestar síggja vit nógv av slíkum, og tað eru eisini felagsskapir, ið bjóða inn á jólum, tíbetur. Tá vit búðu niðri, bjóðaðu vit eisini fólki heim. Tað verður ofta sagt, at vit í dag bara gera nakað, um vit sjálvi fáa nakað burturúr. Tað er harmiligt.
Sissal: Hinvegin, so er tað ómetaliga gevandi, tá tú fært møguleikan at hjálpa ella bjóða onkrum, sum ikki hevur tað gott ella tørvar næstakærleika, heim at halda jól. Tað krevur tó, at vit seta orð á tað og hava eitt sindur av yvirskoti sjálvar. Eg haldi eisini, at vit kunnu taka gleðina við inn í jólamánaðin og vera tilvitaðar um sjálvar at vera glaðar – tí tá síggja vit eisini tørvin hjá øðrum.
Hvussu sameina vit jólaboðskapin og jólagávurnar?
Noomi: Vit hava tvær vaksnar døtur og ein eftirnølara, og vit hava bæði roynt at hildið smábarnajól sum ung og sum tilkomin foreldur. Nú hoppa vit ikki upp á alt resið og oyðslið á sama hátt, hóast vit hava betri fíggjarligt rásarúm nú í mun til fyrr. Perspektivið er komið við árunum, og vit vita, at tað ikki krevur, at vit altíð fara yvir gevind fyri at hava tað gott saman.
Sissal: Vit foreldur, ella sum í mínum føri gummur, skulu eisini góðtaka, at vit ikki skulu prógva okkara kærleika gjøgnum støddina av gávuni.
Marjun: At geva eina gávu og gleða onkran, hongur væl saman við hesum, at vit hava fingið størstu gávu, og tí geva fyri at gleða, ikki at tað skal nerva nakran, ella geva strongd!
Noomi: Jólaboðskapurin verður endurspeglaður, tá vit geva, gleða onnur og taka okkum av hvørjum øðrum. Markið millum at gleða og geva kann lættliga kámast, og tá er skjótt, at tað leypir framav, og verður ov nógv av tí góða við øllum tí materialistiska ørskapinum. Tá er straks verri at halda fokus á boðskapinum í síni upprunaligu ætlan.
Sissal: Tað eina árið skrivaði eg brøv við eini kærleiksheilsan til vinkonur og onnur í mínum lívi, sum eg eri ordiliga góð við, sum eg so lat saman við konfekt ella jólabakstri í staðin fyri at keypa onkra tilvildarliga gávu. Tað vildi eg gjarna gjørt meira av – tí tað gjørdi ikki bara tey glað, men eisini meg sjálva glaða.
Mær dámar so illa hesar listarnar við nøvnum, sum eg má keypa jólagávu til og seta flugubein við, tá keypið er avgreitt – hóast eg havi hesar listarnar. Tí havi eg tikið eitt sindur av frástøðu frá jólagávukeypi, og tað kann eg, tí eg ikki sjálv eigi børn og ikki oyðileggi nøkur barnajól við at gera jólagávukeypið eitt sindur øðrvísi enn hini.
Tað er heldur ikki gott fyri umhvørvið at vit keypa og keypa uttan fyrilit – tí brúki eg eisini umhvørvið sum umbering, tá onnur vilja keypa til mín, so tey eisini sleppa undan stríðnum og strongdini, sum gávukeypið ofta hevur við sær – og eg sleppi undan at geva gávur, eg ikki eri glað fyri.
Noomi: Eg og maðurin brúka somu snildir, tí tær vaksnu døturnar hjá okkum jú eru í hesum umhvørvisrákinum. Vit eru komin hartil, at vit ikki tíma jaggið longur, og fyri at sleppa undan at gera óneyðuga nógv burturúr ella keypa gávur, sum eingin verður glaður fyri ... ja so skylda vit upp á umhvørvið!
Sissal: Hinvegin, so havi eg eisini upplivað eini jól, har eg bert fekk eina gávu at pakka út jólaaftan, tí hin gávan til mín var gloymd. Kenslan av at vera gloymd var ræðulig, og tað vóru syrgiligastu jólini, eg havi hildið. Ta løtuna, tú følir teg gloymda, verður gávan umráðandi.
Vit liva í eini tíð við kríggi og inflatión. Kunnu vit loyva okkum at halda á við jólakeypi og hugna sum vant?
Noomi: Bæði ja og nei. Tann, sum tekur sorgina upp á forskot skal ígjøgnum hana tvær ferðir. Hvør veit, hvat vit eiga á … eg vóni og ynski at vit øll megna at vera í løtuni og njóta tað, sum er okkum í boðið nú. Eg hoyri, at danir til dømis tosa um, at tey helst skulu keypa jóladunnuna nú, um tey ynskja hana á jólaborðinum. Har hugsi eg, at um støðan verður, at tað ikki verða nóg nógvar dunnur í handlunum til øll, ella at tær verða ov dýrar, so tekur man tað har frá og etur okkurt annað. Sama við jólaperum og øðrum, sum vit hoyra nógv prát um frá grannalondunum. Tað verður, sum tað verður, men alt til sína tíð. Men samstundis haldi eg, at hetta er ein gyltur møguleiki at steðga upp og vera við til at taka ábyrgd. Vit eiga at tosa við børnini um, at jørðin ikki hevur óendaligt tilfeingi, og at alt hongur saman. Kríggj, inflatión, heimurin og Føroyar. At læra tey, at boðskapurin ongantíð broytist, sjálvt um heimurin og annað er í broyting.
Sissal: Vit mugu gleðast um tað, sum vit kunnu gleðast um – eisini hóast kríggj valdar ymsa staðni í heiminum. Tí venja vit okkum við at ikki føla gleði, tá vit eiga at føla gleði, so oyðileggja vit nógv fyri okkum sjálvi. Always choose joy. Og gleðin byrjar innaní. Hana mugu vit tilvitað velja.
Marjun: Uttan mun til, hvat hendir okkum – um vit missa, uppliva sjúku ella okkurt annað, so koma jólini á hvørjum ári. Ofta gerast vit meir nærverandi, eftir at vit hava upplivað ymiskar lagnur. Vit eiga at vera tilvitað um tað, sum hendir í heiminum og hjálpa, har vit kunnu, gjøgnum ymiskar felagsskapir, men jólini koma eisini, hóast kríggj og neyð úti í heimi. Eisini í hesum tíðum er vert at vísa á, at okkum er ein frelsari føddur.