Til pisuna
... Tað er í lagið at broyta meining. Tað er í lagið at vera erlig við teg sjálva og siga, at hetta var ikki tað fyri meg. Har er einki sum eitur at velja skeivt, tí tað er ókey at royna ...
Tíðin rundan um longsta dag kennist altíð spennandi. Tað er, sum er okkurt í luftini, tí hon darrar av nervum, spenningi og so endiliga forloysing, tá síðstu royndirnar eru avgreiddar.
Hjá teimum, sum eftir síðstu royndina fáa eina húgvu á høvdið, darrar kanska enn meira enn hjá øðrum, tí hetta er ein tíð, sum er ólík allari aðrari tíð restina av lívinum.
Tað er tíðin, tá tú endiliga fært ræði á tínari egnu tilveru, eftir at hava gjørt eftir boðum frá foreldrum og lærarum alt lívið. Tá frælsið at finna tína egnu leið gerst veruligt.
Darrandi luftin er full av dreymum, sum enn ikki hava fingið fast skap, men sum kunnu broytast alt eftir huglagi og veðri. Dreymarnir fáa flog av smílum og góðynskjum frá kendum sum fremmandum, ið øll minnast aftur á hesa tíðina, sum var hon gandakend.
Pisurnar, sum enn ikki heilt hava fingið støðugt flog sveima úr einari veitslu í aðra, alt eftir hvar flokkurin av nýfloygdum leiðir tey. Og so heim at blunda eina løtu, áðrenn veingirnir aftur skulu roynast – eitt sindur støðugari enn í gjár.
Allastaðni síggjast tær, hesar hvítu húgvurnar, ið bera boð um enn eina floygda pisu, og tað vermir inn á sálina at síggja hesar boðberar um ljósar tíðir og bjartar framtíðarvónir. Øll tosa um tær, har tær síggjast. Minnast aftur á tíðina vit sjálvi vóru nýklækt og siga søgur um, hvussu tað var hjá okkum. Nógv tað sama og okkurt øðrvísi.
Í ár, eins og eg gjørdi fyri fýra árum síðani, tá eg seinast hevði pisu í húsinum, andi eg hesa darrandi spennandi luft í meg dagliga og njóti við takksemi framíhjárættin at sleppa at vera við, sjálvt um tað bara er sum áskoðari, og sum stuðul viðhvørt.
Huglagið tekur meg aftur til tíðina, tá eg stóð við húgvuni og hevði allan heimin framman fyri mær. Ein rúsandi og ræðandi kensla, tí lívið var langt og valini vóru mong, og óttin fyri at velja skeiva kós fylti meira, enn hann átti at havt gjørt.
Um eg sum hálvgomul kundi hitt hesa 18 ára gomlu pisuna, haldi eg, at eg hevði givið henni eittans ráð: Ikki ræðast hesi valini, sum tú skalt taka støðu til við jøvnum millumbilum, tí tey eru ikki so týdningarmikil, sum tú heldur. Tey eru ikki altavgerandi fyri tína framtíð. Tað er í lagið at broyta meining. Tað er í lagið at vera erlig við teg sjálva og siga, at hetta var ikki tað fyri meg. Har er einki sum eitur at velja skeivt, tí tað er ókey at royna og síðani finna útav, at hetta ikki er vegurin, tú skalt ganga. Ikki angra frávalini, tí tey vera við til at gera teg til ta kvinnu tú ert, og tú kundi ikki verið tey fyriuttan.
Men eg veit ikki, um hetta eru ráð, sum kunnu brúkast til teirra, sum hava alla framtíðina fyri framman, so hetta er ikki tað, tú sigur einari nýfloygdari pisu. Tað er ikki nú, tey skulu hava at vita, at tað heila ikki fer at ganga eftir ætlan. Beint nú er heimurin ljósareyður, lívið fagurt og regnið er ikki so vátt, sum tað er restina av árinum.
Og tað varar so stutt. Húgvurnar eru at síggja í eina viku ella tvær, so eru tær burtur aftur. Vit gingu í okkara til á ólavsøku, tá tær kanska ikki vóru eins hvítar longur, sum tær vóru at byrja við. Tað, at húgvurnar bara eru at síggja eina so stokkuta stund, ger tær enn meira sjáldsamar og virðismiklar hesa lítlu løtuna pisur eru pisur.
So flúgvið út í ljósu náttina góðu pisur og njótið hvønn annan og samanhaldið og vinirnar, áðrenn tit fara hvør í sína ætt.
Hjartaliga til lukku og lætt flog!
Henda klumman varð upprunaliga prentað í Kvinnu nr. 4 í 2024.