
GEV TÆR SJÁLVARI LEKKRA ÚTGERÐ
Tað er bara stuttligari at renna, um tú hevur røttu útgerðina. Góðir skógvar eru tað týdningarmesta, men tað er eisini gott við einum jakka, ið verjir ímóti regni og vindi.
HYGG EFTIR KILOMETRUM HELDUR ENN TÍÐ
Renn heilt róliga í fyrstuni og renn við tí ferð, ið kennist best fyri teg. So kanst tú altíð venja fram ímóti at renna skjótari, um tað motiverar teg.
GER TAÐ TIL EIN VANA
Jú meira renning verður til ein natúrligur partur av gerandisdegnum, tess minni orka skal til at yvirtala teg sjálva hvørja ferð. Og at renna eitt korter ein regntungan dag, er betri enn als ikki at renna.
SET REALISTISK MÁL
Tað er fínt at hava langsiktað mál, til dømis at renna 5 km, men vegurin hartil verður lættari, um hann verður býttur upp í smærri mál, so sum: Í dag skal eg renna 1 km uttan at steðga, ella – hesa vikuna skal eg renna tríggir ferðir.
RENN SAMAN VIÐ ONKRUM
Tað ger rennitúrin stuttligari, um tú rennur saman við onkrum.
Tú kanst luttaka í Kvinnurenningini - eisini hóast tú ert nýbyrjari: melda til her
VEN OKKURT ANNAÐ EISINI
Um tú bara rennur, kann hugsast, at tað verður ov einstáttað. Til dømis kunnu yoga og styrkivenjing gera teg til ein betri rennara.