- Tónleikur og sangur kann hjálpa, tá ið vit hitta mótgongd í lívinum
Lívsstílur
- Tónleikur og sangur kann hjálpa, tá ið vit hitta mótgongd í lívinum
Millum seks ungu spírarnar í sjónvarpsrøðini, Hoydalar, er 18 ára gamla toftadaman, Jóhanna, ið gongur á øðrum ári á Musikkskúla miðnámi. Vit hava sett Jóhonnu seks skjótar spurningar, meðan vit spentar bíða eftir triðja parti.
Eftir: Sólju av Skarði / Myndir Bjarni Á. Rubeksen, Kringvarp Føroya 19.02.2026

Hvørji trý orð lýsa teg best?

– Umhugsin

– Sjálvsikkur

– Sólstrála

 

Hvaðani er tín áhugi fyri sangi komin?
Áhugin stavar frá barnakórum og sanglegum, sum eg havi verið sera virkin í sum barn. Og síðani er sangurin blómaður inn í vaksnamannalívið.

Eg havi lurtað sera nógv eftir alskyns tónleiki sum smábarn, eitt nú dámdi mær sera væl "jólafløguna" hjá Alexi Bærendsen, sangin "Blanket on the ground" hjá Billie Jo Spears. Og ikki minst dámdi mær meeega væl at syngja sangin "Your love is my drug" hjá Kesha, hann bleiv ofta sungin, tá ið systkinabørnini koyrdu í "pleju" (vøggustovu). Eg dugdi sjálvandi ikki enskt í tí aldrinum, so tá ið eg sang henda sangin, tá bleiv tað til "ge-lakk ge-lakk ".

Hvussu tað endaði so, veit eg ikki. But here we are.

 

Tú gongur á Musikkskúla miðnámi; hvar sært tú teg um 10 ár - í tónlistarligum høpi?
Um 10 ár vóni eg, at eg enn eri á lívi, havi útgivið løg undir egnum navni og framført á ymsum stórum føroyskum tónleikapallum. Møguliga havi eg eina útbúgving og yrki innan tónleik, og dreymurin er nokk, at eg havi vunnið onkra FMA virðisløn ella líknandi.

 

Hvussu er at framføra sína tulking av einum lagi fyri sjálvum lagsmiðinum?
Tað er ein sonn æra at fáa hendan møguleikan. Fyrst tulka sangirnar við serkønari hjálp, og so at framføra teir fyri lagsmiðinum, tað var ein heiður. 

Men eg helt eisini, at tað var so snedigt at standa framman fyri hesum fimm stjørnum, sum man kanska aldrin hevði hitt áður.

Hvussu var at velja eitt lag hjá Eivør?
Eg helt tað vera sera trupult, tí sangirnir hjá Eivør eru sera ymiskir og krevja, at tú sum sangari hevur stóran tekniskan førleika. 

Eg hevði valt ein sang hjá Eivør, sum eg so innarliga ynskti at fáa, men fekk hann ikki (Bjarki fekk sangin), so tað endaði bara við, at Benjamin, mín framleiðari, segði:  "Vel tú bara hendan sangin," og so segði eg: "Okay, so verður tað hasin". Og jú meira eg havi sungið og lurtað, jú glaðari eri eg blivin fyri sangin. 

 

Hevur tú sæð nýggju Kvinnu, har Eivør Pálsdóttir bjóðar okkum heim til sín á Velbastað - les meira her.

 

Hvat kunnu vit gleða okkum til í triðja parti?
Í triðja parti kunnu tit gleða tykkum til at læra okkum spírarnar betur at kenna, og hoyra um hvussu stóran týdning tónleikur kann hava fyri okkum menniskju. Tónleikur og sangur kann hjálpa, tá ið vit hitta mótgongd í lívinum.

 




Viðkomandi greinar