Tóra valdi eina aðra leið enn vinkonurnar
Lívsstílur
Tóra valdi eina aðra leið enn vinkonurnar
Flestu vinkonurnar fóru á miðnám á Kambsdali. Tóra Mohr valdi í staðin tøknibreytina á Tekniska skúla í Klaksvík – ein avgerð, hon í dag er sera glað fyri
Eftir: Anniku Kunoy Im / Greinin er gjørd í samstarvi við Tekniska skúla 05.03.2026

Tá ið 26 ára gamla Tóra Mohr úr Klaksvík var liðug við fólkaskúlan, stóð hon – eins og nógv onnur í hennara aldri – við spurninginum: Hvat nú?

 

Flestu vinkonurnar høvdu longu gjørt av, at tær skuldu á miðnám á Kambsdali. Tað hevði verið lætt hjá Tóru at gera tað sama.

 

– Eg eri ofta tann, sum fylgir við og ger tað, sum hini gera. Men hesuferð valdi eg tilvitað at taka eina aðra avgerð og søkja inn á tøknibreytina á Tekniska skúla í Klaksvík, greiðir hon frá.

 

Í dag er hon 26 ár og gongur á øðrum ári á læraraskúla. Men tá hon lítur aftur á árini á Tekniska skúla frá 2017-2020, er hon ikki í iva í, at tað var ein avgerð, sum hevði stóran týdning.

 

– Eg hevði hoyrt nógv gott um skúlan, men eg hevði eisini onkrar fordómar. Eg helt til dømis, at tað næstan bara vóru dreingir, sum tóku útbúgvingarnar, sum Tekniski skúli bjóðar. Tað vísti seg tó ikki at passa heilt.

 

At velja nakað annað enn vinfólkini gjørdu, var ikki heilt lætt fyri Tóru.

 

– Tað var torført at velja at fara eina aðra leið enn vinkonurnar. Eg var eisini eitt sindur bangin fyri, at eg kanska ikki fór at trívast, sigur hon og greiðir víðari frá, at hon skjótt fann útav, at tann óttin var ógrundaður.

 

– Tá eg byrjaði, fann eg útav, at eg kendi fleiri á skúlanum, enn eg áður hevði hildið. Eg kom í ein ordiliga góðan flokk, og eg treivst væl. Í dag eri eg so glað fyri, at eg tók avgerðina at fara á Tekniska skúla, sigur Tóra.

 

Ein skúli, har tú eisini brúkar hendurnar
Gerandisdagurin á tøknibreytini á Tekniska skúla líkist á mangan hátt gerandisdegnum á øðrum miðnámsskúlum. Næmingarnir møta um morgunin og hava undirvísing í ymiskum lærugreinum gjøgnum dagin. Men á Tekniska skúla er er eisini okkurt, sum ger skúlagongdina eitt sindur øðrvísi.

 

– Her eru ávísar lærugreinar, tú ikki finnur á øðrum miðnámsskúlum, sum til dømis tøknifrøði og tøki, greiðir Tóra frá.

 

Og tað merkir eisini, at næmingarnir sleppa at arbeiða upp á ein annan máta.

 

– Tá ið tú arbeiðir við onkrum teoretiskum, sleppur tú eisini at arbeiða praktiskt. Tú situr ikki bara og roknar til dømis, men sleppur eisini brúka útrokningina til at gera okkurt konkret. Tað ger, at lærugreinin gevur nógv betri meining, sigur Tóra, sum minnist serliga væl eina uppgávu tey arbeiddu við í bólki.

 

– Vit skuldu finna upp á okkurt, sum ikki var uppfunnið frammanundan. Vit endaðu við at uppfinna ein multifunktionellan skammil, sum eisini kundi brúkast sum náttborð - perfekt til  smáar lestraríbúðir við plásstroti. Síðani sótu vit og roknaðu út, hvussu hann skuldi gerast, og so sluppu vit at gera hann. Tað var stuttligt at síggja, hvussu teoriin kundi brúkast í praksis.

 

Kreativitetur og nýhugsan vóru soleiðis ein natúrligur partur av undirvísingini.

 

– Vit sluppu at hugsa sjálvi og royna nýggj hugskot. Til dømis høvdu vit eina uppgávu, har vit skuldu gera eina kavadrakt við ull av seyði innan. Tað var eisini bæði kreativt og spennandi.

 

Tøknibreytin á Tekniska skúla er ein trý ára miðnámsútbúgving, har endamálið er at fyrireika teg til útbúgvingar á hægri stovni. Í mun til aðrar miðnámsútbúgvingar, kanst tú á Tøknibreytini royna tína bókligu vitan í verki 

 

Ein lítil skúli við tøttum sambondum
Umhvørvið á skúlanum hevði eisini nógv at siga fyri hana. Tekniski skúli í Klaksvík er ein minni skúli, og tað merkist í gerandisdegnum.

 

– Lærararnir eru hjálpsamir og jaligir, og sambandið millum lærarar og næmingar er tætt. Tú følir teg væl millum lærararnar. Hetta er júst nakað av tí, sum ein lítil skúli kann.

 

Felagsskapurin millum næmingarnar hevði eisini nógv at siga fyri trivnaðin hjá Tóru á skúlanum.

 

– Tað var lætt at fáa vinir. Eg elski at vera millum fólk og eri ógvuliga sosial. Men eg haldi eisini, at leggur tú eitt sindur í tað sjálv, so finnur tú vinir. Samstundis snúði skúlatíðin seg um meira enn bara undirvísing.

 

– Vit vóru á námsferð og eisini á túrum runt í Føroyum. Tað eru upplivingar, eg minnist aftur á við gleði, sigur hon frá.

 

Tað, sum hon hevur tikið við sær víðari
Í dag lesur Tóra til lærara, og nógv av tí, hon lærdi á Tekniska skúla, kemur henni framvegis til góðar. Hon hevur eisini tikið kreativa arbeiðsháttin á Tekniska skúla við sær víðari í lestrarlívinum.

 

– Á Tekniska skúla lærdi eg at arbeiða kreativt. Tað brúki eg nógv í dag sum læraralesandi, tá eg royni at finna nýggjar og spennandi mátar at arbeiða við undirvísing uppá.

 

 

 

Royn okkurt øðrvísi
Tóra hugsar aftur á valið, hon tók, tá ið hon valdi miðnámsskúla - og hevur eitt einfalt ráð til onnur, sum nú skulu taka somu avgerð.

 

– Tað besta er ikki altíð at fylgja streyminum. Royn okkurt øðrvísi, sum til dømis Tekniska skúla, sigur hon eldhugað.

 

– Tað kann gott vera, at tú hevur eina fatan av, hvussu skúlin er. Men tað er ikki vist, at hon er røtt, leggur hon afturat.

 

Skuldi Tóra valt aftur í dag, hevði hon ikki ivast.

 

– Eg hevði valt tað sama aftur, sigur hon til endans. 

 

_____________________________________________________________________________

 

Um Tekniska skúla

Tekniski Skúli í Klaksvík bjóðar miðnám, serbreyt og yrkisútbúgvingar innan matvøru, timbur, el og maskin. Til ber at kunna seg um útbúgvingarnar á tsk.fo her.

 

Mynd: Tekniski skúli

 

Umsókn til miðnám, yrkisnám og serbreyt fer fram umvegis Vangan og krevur, at tú hevur talgilda Samleikan. 

Hevur tú spurningar viðvíkjandi útbúgvingum ella brúk fyri hjálp við umsóknini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tekniska skúla á telefon 456311.

Freistin at søkja er 15. mars 2026.