
Conversations with friends
Minnist tú Normal People og silvurhálsketuna hjá mannliga høvuðsleikaranum? Nú er enn ein bók hjá Sally Rooney komin út sum sjónvarpsrøð. Aftur hesa ferð eru vit stødd í Írlandi, og aftur hesa ferð kennist fiktivi heimurin hjá persónunum deiliga heimligur.Frances og Bobbi eru fyrst í 20 árunum. Tær eru bestu vinkonurog búgva í Dublin, har ið tær standa á gáttini millum frælsa ungdómstilveru og ábyrgdarfulla vaksnamannatilveru.Um vikuskiftini framføra tær yrkingar ymsastaðni í býnum. Eitt kvøldið koma tær í samband við eini hjún, Melissu og Nick, sum eru nøkur ár eldri. Nýggj vinaløg spretta, teirra egna vinalagverður settí váða, og tær leita trilvandi eftir sínum egna samleika.Hvar eru teirra mørk?

Huset
Í nýggjastu spenningsrøðini hjá DR hevur Sofie Gråbøl, sum gjørdi stjørnutroyggjuna hjá Guðrun&Guðrun heimskenda í Forbrydelsen, ein týðandi høvuðsleiklut saman við eitt nú virðismetta Davidi Dencik. Í røðini fylgja vit fýra fangavørðum, sum arbeiða í einum stórum, gomlum fongsli, ið verður kallað Huset. Fangavørðirnir fáa boð um, at teir eru noyddir at fremja stórar broytingar í fongslinum, um fongslið framhaldandi skal vera brúkt. Klára teir ikki tað, áðrenn tríggir mánaðir eru gingnir, verður fongslið niðurlagt, og teir missa starvið. Broytingarnar órógva valdsjavnvágina, sum hevur verið millum tvey harkalið í fongslinum, og førir við sær, at gerandisdagurin gerst eitt stríð fyri at yvirliva
Exit
Nú er triðja sesong av væl dámdu norsku dramarøðini endiliga komin! Røðin er grundað á sonnu søguna um fýra mans mitt í 30 árunum, sum allir gjørdust fleirmillióningar, áðrenn teir gjørdust tretivu. Í eini roynd at flýggja undan skyldum, væntanum og familjum sínum taka teir rúsevni og keypa sær kynsliga nøktan.
Í 3. sesong uppføra teir fýra vinnulívsmenninir, Adam, William, Henrik og Jeppe, seg verri enn nakrantíð. Adam hevur fingið áhuga í vindorku–fyri at forvinna pening, sjálvandi! Jeppe er troyttur av konuni og vil skiljast. Henrik og Tomine ganga til parterapeut, hóast Henrik ikki hevur hug. Og William ríðir inn í eitt hotell í oyðimørkini á einum dromedári, eftir at hann er farin undir jørð.
