Tríggjar sjónvarpsrøðir til vikuskiftið
Lívsstílur
Tríggjar sjónvarpsrøðir til vikuskiftið
Fyll poppkornskálina og set teg væl til rættis frammanfyri sjónvarpinum. Her fært tú trý boð uppá sjónvarpsrøðir at stytta tær um stundir við, nú vikuskiftið stendur fyri durum.
Eftir: Ingrid Bjarnastein / Mynd: Veitari 10.09.2021

Nú nærkast vikuskiftið hjá teimum flestu, og um tú hevur ætlanir um at taka tær av løttum og kanska hyggja eftir onkrum í sjónvarpinum, so eru her trý uppskot til røðir, tú kanst hyggja eftir.

Surviving R. Kelly

Stóra R&B stjørnan R. Kelly er ákærdur fyri kynslig brotsverk, sum hann sambært ákærunum hevur framt móti ómyndugum gentum og kvinnum. Eisini er hann ákærdur fyri frælsistøku, at framleiða barnaporno, ólógligan menniskjahandil og nógv annað.

Í hesi heimildarrøðini verður tosað við fleiri av offrunum og tey, ið hava arbeitt saman við R&B sangaranum.

Men tú mást gera skjótt av, tí røðin sæst bert til 14. september 2021.

Netflix

Money Heist (nýggir partar)

Spanska suksérøðin um átta tjóvar, sum taka gíðslar og ræna the Royal Mint í Spania, meðan kriminelli heilin aftanfyri ætlanina manipulerar løregluna.

Nú eru nýggir partar komnir út av spennandi røðini.

Netflix

The White Lotus

Ein sosial satirurøð, sum fylgir starvsfólkum og gestum á einum marglætis frítíðardepli á Hawaii eina viku við nógvum dramatiskum broytingum. Myrkir loynidómar og bronglaðir sannleikar koma undan kavi hesa vikuna.

HBO