Tú fert at elska Svínoynna í summar – serliga nýggja svimjihylin
Lívsstílur
Tú fert at elska Svínoynna í summar – serliga nýggja svimjihylin
Kanska er Svínoyggin lítil, men hon ger eitt stórt inntrykk, og hon er sanniliga verd at seta á summarskránna í ár
Eftir: Anniku Kunoy Im / Myndir: Klaksvíkar kommuna 15.07.2025

Svínoyggin er ein av teimum oyggjunum, ið møguliga verður gloymd, tá summarætlanirnar verða lagdar. Tað er jú ein útoyggj, og ferðin hagar krevur eitt sindur meira av fyrireiking enn onnur ferðamál. Men Svínoyggin er absolutt verd at vitja. 

 

Nýumvældi svimjihylurin 
Fyrr í ár varð svimjihylurin í Svínoy, ið upprunaliga varð bygdur í 1933, tikin aftur í nýtslu. Hylurin hevur í fleiri ættarlið verið hylurin, har svínoyingar hava lært at svimja.

Tað er ikki bara ein hylur. Tað er eitt stað, har børn hava spælt og lært - og har fjøllini, vatnið og láturin hava livað saman. Og nú, við stórum arbeiði frá eldsálum í oynni og stuðli frá Klaksvíkar kommunu og Visit Faroe Islands, er hylurin aftur klárur til at taka ímóti bæði bygdarfólki og vitjandi.

Svimjihylurin í Svínoy er eitt dømi um, hvat hendir, tá fólk brenna fyri einum máli, eisini á smáu oyggjunum. Tað er ein søga um samanhald, áhaldni og kærleika til bygdina.

 

 

Ein friðarlig og vøkur uppliving
Hóast bert sjey fólk búgva fast í Svínoy, vaknar bygdin av álvara um summarið. Tey, ið hava røtur í oynni, koma aftur. Ferðafólk síggjast eisini – men Svínoyggin kennist ongantíð yvirfylt. Har er hevur pláss, luft og ró.

 

Tú kanst gista í Svínoy – bæði á tjaldingarøkinum mitt í bygdini ella við at bóka eitt av summarhúsnum, ið eru tøk gjøgnum Visit North ella Airbnb. Tað er eingin handil á oynni, so tað, sum tú skalt hava við, mást tú sjálv taka við.  Men tað ber til at fáa góðan kaffimunn og heimagjørdan bita á garðinum hjá bóndahjúnunum í bygdini.

 

Kanska er Svínoyggin lítil, men hon ger eitt stórt inntrykk, og hon er sanniliga verd at seta á summarskránna í ár.