Um reppið, at hon slapp við lívinum
Lívsstílur
Um reppið, at hon slapp við lívinum
Frá at vera ein sterk ung kvinna endaði Linda við at missa alla sjálvsvirðing og spakuliga blíva púra avbyrgd frá familju og vinum, tí sjeikurin var harðligur. Til endans stóð so illa til, at hon varð sligin ofta fyri lítið og einki. Fleiri ferðir stóð um lív - til hon endiliga flýggjaði.
Eftir: Anniku Kunoy Im 25.11.2021

Linda var næstan 21 ára gomul, tá hon fyrst í 1980’unum møtti einum dreingi, sum var eitt ár eldri enn hon. Tey vóru øgiliga forelskað fyrstu tíðina, men hon legði beinanvegin merki til, at hann var óvanliga øvundsjúkur, hóast hon ikki kundi droymt um at farið við nøkrum øðrum manni. Tey gingu saman í rúma tíð, men tað bleiv ikki betri, tvørturímóti tyktist tað bara at blíva verri. Øvundsjúkan snúði seg ikki bara um aðrar menn, men eisini um vinkonur. Honum dámdi ikki, at hon var saman við øðrum uttan hann - ella at hon gjørdi nakað sjálvstøðugt yvirhøvur.

– Men ein dagin bar av. Vit fóru at skeldast um okkurt smáting, sum helst hevði við hansara øvundsjúku at gera. Knappliga gav hann mær ein syngjandi lúsing beint inn á vinstra oyra, so tað ýldi í oyranum aftaná. Eg var skelkað og gjørdi tað liðugt við hann í stundini, tí tað vildi eg ikki finna meg í. Ýlitónin í oyranum fór ikki burtur og heldur ikki pínan í oyranum. Triðja dagin eftir fór eg til lækna. Læknin staðfesti, at trummuhinnan var brostin. Ýlitónin fór ongantíð burtur aftur. Eg var so foy av tí, sum var hent, at eg tordi ikki at siga læknanum frá, hvussu tað var hent og leyg okkurt um, at eg hevði verið í einum pútubardaga til stuttleikar, sum gjørdist eitt sindur ov ógvusligur, greiðir Linda frá um byrjanina til ógvusliga harðskapin, hon livdi undir komandi árini.

Drongurin bleiv við at ringja til Lindu og segði seg angra sína gerð. Hann vildi gera alt fyri at fáa fyrigeving, og at enda gav hon seg.

– Eg var jú góð við hann enn og vildi fegin hava álit á tí besta í honum. Vit høvdu eisini havt nógvar góðar løtur, sum mær longdist eftir. Og eg visti, at hann hevði trupulleikar av, at hann sum barn var vorðin illa bukaður av pápa sínum, so mær tókti synd í honum og fyrigav honum. Men lítið visti eg tá, at hetta bara var byrjanin til eina røð av tilburðum við harðskapi, har drongurin gjørdist alt meira stýrandi og harðligur og misti alt meira tamarhald á sær sjálvum fyri hvørja ferð, tað hendi, greiðir hon frá.


Hon varð spakuliga niðurbrotin
Frá at vera ein rímiliga sterk ung kvinna, sum tordi meira enn tey flestu, endaði Linda við at blíva púrasta avbyrgd frá familju og vinum og við at missa alla sjálvsvirðing. Hetta hendi ikki frá einum degi til annan. Niðurbrótingin hendi spakuliga. Strongdin av at liva undir hóttanini um harðskap gjørdi eisini, at hon klænkaði burtur í einki.

– Hann stýrdi mær við at ákæra meg fyri alt møguligt, sum eg brúkti eina øgiliga orku uppá at royna at mótprógva onkursvegna. Men tað hjálpti einki. Hann fann alla tíðina okkurt galið við mær. Tá eg ikki var, sum hann vildi hava meg at vera, so leikaði hann í. Um eg til dømis ikki orkaði at fara í song við honum, so bar illa til hjá mær at siga nei, tí annars visti eg, at hann hevndi seg inn á meg onkursvegna, til dømis við at finna upp á onkra umbering fyri at vera harðligur við meg. Tað hevði eg jú uppiborið - sambært honum. Alt var jú mín skyld. So fleiri ferðir valdstók hann meg rætt og slætt, sigur hon.

Í fyrstuni angraði hann sum oftast øgiligt dagin eftir, tá okkurt dramatiskt var hent, og lovaði bót og bata. Og Linda fyrigav honum fyri at fáa frið, eisini tí hon ikki orkaði annað. Men støðan versnaði bara.

– Eftir eina tíð legði eg eisini merki til, at hann gekk og lúrdi uttan fyri vindeyguni, tá eg var á vitjan hjá onkrari vinkonu. Eg var foy hansara vegna og foy um, at eg fann meg í tí. Hóast eg var hjartkipt, fór eg eitt kvøldið út til hansara, tá hann stóð uttanfyri og lúrdi, fullur. Hann byrjaði at leika í um, at eg var í ferð við at gera eina samansvørjing móti honum saman við vinkonuni. Eg var bangin fyri, at hann legði á meg, so eg rann yvir í bilin við honum í hølunum, leyp inn á setrið framman og læsti hurðarnar, sigur hon frá.

Tá gjørdist ilt verri. Linda royndi at koyra avstað, men hann legði seg oman á kølaran. Hann var um at knúsa bilin sundur, so at enda var hon noydd at lata hurðina upp. Vinkonan stóð ráðaleys og hugdi at teimum koyra avstað.

– Hann kravdi, at eg koyrdi hann oman á kaiina og hótti við at leypa á bláman og drukna seg, um eg ikki lovaði at taka hann við, hvørja ferð eg fór at vitja onkran. Eg visti, hvussu langt úti hann var, og at hann kundi finna upp á tað ringasta, so eg lovaði at eftirlíka honum. Men áðrenn vit náddu oman á kaiina, kravdi hann, at eg fyrst skuldi koyra hann heim til foreldrini eftir kavaradraktini. Eg gjørdi, sum hann segði. Hann fór inn í kjallaran hjá foreldrunum og gav mær boð um, at eg skuldi koma við. Har kundi eg so bara standa og eygleiða hann stríðast við at koma í kavaradraktina. Hóast skelvandi av ótta sá eg tað tragikomiska í, hvussu strævið tað var hjá honum at lata seg í kavaradraktina. Men eg vágaði mær kortini ikki at smílast. Tað kundi fáa vanlukkuligar fylgjur, visti eg. Tað var so mikið strævið hjá honum, at hann at enda – ikki so mikið sum hálvavegna komin í draktina – datt av og sovnaði á gólvinum. Endiliga slapp eg burtur frá honum, greiðir hon frá.

Hetta var bert ein av eini røð av dramatiskum hendingum, har hann hótti við at gera av við seg ella við at gerast harðligur. Tað endaði við at vera so møtimikið at fara nakrastaðni, at Linda als ikki vitjaði nakran longur. Hann var altíð har sum ein heykur og helt eyga við henni. Hon var vorðin avbyrgd, og hann hevði nú alt tamarhaldið.

– Tað gav honum bara meira blóð á tonnina. Hann sló meg oftari og oftari fyri lítið og einki. Harðskapurin var tilvitað skipaður. Hann syrgdi fyri ikki at sláa meg í andlitið ella har, sum tað sást - einans har, sum klæðini kundu krógva bláu merkini. So við og við bað hann heldur ikki um fyrigeving longur. Tað var bara vorðin ein sjálvfylgja, at eg skuldi akta hann. Um eg ikki gjørdi tað, var fanin leysur. Eg kundi ongantíð kenna meg trygga, sigur hon álvarsliga.


Lammað av ræðslu
Hóast Linda vildi, at tað skuldi steðga, var hon sum lammað av ræðslu. Hon kendi seg sum ein fanga í egnum heimi. Hon tordi ikki at tosa við nakran og visti ikki síni livandi ráð.

– Seinni fór hann eisini at hótta meg við knívi. Einaferð østi hann seg upp í køkinum og tók ein stóran køksknív úr skuffuni. Eg fór rennandi upp trappurnar undan honum. Hann kom aftaná og høgdi eftir leggunum á mær á veg upp og rakti annan leggin. Men eg fekk tíbetur bara eitt lítið skursl. Eg náddi akkurát at læsa meg inni á einum kamari, áðrenn hann náddi at fáa meg aftur. Og har stóð eg so innan fyri hurðina, skelvandi av ótta fyri, um hurðin nú helt, meðan hann stóð og høgdi og høgdi knívin inn í hurðina, til hann troyttaðist av tí og datt av á gólvinum í gongini. Eg sovnaði als ikki ta náttina. Dagin eftir lætst hann bara, sum um als einki var hent. Og eg tordi heldur ikki at spyrja hann, um hann ikki mintist, hvat hendi kvøldið fyri.

– Seinni aftur fann hann uppá at halda mær fastari í seingini og at leggja pútur yvir høvdið á mær, so eg ikki fekk andað. Fleiri ferðir helt hann so leingi, at tað sortnaði fyri mær. Men hann slepti mær altíð, áðrenn tað gjørdist heilt galið. Eg royndi alt, eg kundi, fyri at finna útav, hvussu eg skuldi bera meg at fyri ikki at øsa hann. Men tað var ógjørligt. Eg kendi tað, sum livdi eg mitt í einum ræðufilmi ella í einum marrudreymi, sum eg ikki megnaði at vakna úr. Eg var farin at óttast fyri, at tað endaði við, at hann veruliga drap meg, um eg varð verandi í parlagnum, greiðir hon frá.

Eitt kvøldið spurdi Linda varliga, um hon kundi sleppa at lesa onkra av bókunum, sum hann hevði lænt á bókasavninum. Hann skuldi arbeiða í eini aðrari bygd í eina viku og hevði lænt bøkur at taka við – fleiri, enn hann náddi at lesa sjálvur upp á eina viku.

– Og so segði eg av óvart: ‘Tú klárar nokk ikki at lesa allar bøkurnar allíkavæl, so eg kann eins væl hava onkra eftir.’ Hann gløddi upp á meg. ‘Klári ikki at lesa bøkurnar? Hvat meinar tú við? Hvat heldur tú meg vera? Heldur tú meg vera býttan? Ha?’ Eg hugsaði: ‘Á, nei, nú hendir tað!’, sigur hon frá um ræðuligu hendingina, sum síðani mundi tikið lívið av henni.

Hann østi seg alt meira, týsnaði upp í andlitinum, so Linda reisti seg úr seingini og skundaði sær oman í stovuna, bara í trussum og t-shirt.

– Men so lætt slapp eg ikki. Hann kom aftan á mær. ‘Heldur teg vera so forbannað nógv betri og klókari enn eg! Tín helvitis heks!’ rópti hann, og so sparkaði hann meg, so eg datt. Eg royndi at reisa meg upp og grulvaði yvir móti hurðini, sum gekk út í gongina. Men hann var yvir mær beinanvegin. Sansaleysur av øði sló hann meg. So tók hann í hárið á mær og buldraði høvdið á mær í durastólpan. Eg taldi innantanna: - 1, 2, 3, 4... upp til 30, til eg misti vitið.

– Tá eg raknaði við aftur, lá eg enn á gólvinum. Hann sat í sofuni. Tá eg royndi at reisa meg upp, leyp hann yvir og setti seg á meg. ‘Ert tú livandi enn?’ Hann tók um hálsin á mær og kleimdi: ‘Doyggj! Tín ekla, vemmiliga heks!’ rópti hann upp í saman. Eg bardist fyri lívinum, men hann var nógv sterkari enn eg. Eg hevði ongan kjans. Eg fekk ikki luft og var longu so pøst av, at eg hevði mist vitið eina ferð, at eg orkaði ikki at stríðast meir. Tað sortnaði fyri mær, og eg misti vitið aftur, greiðir hon álvarsliga frá.


Hon slapp við lívinum
Linda veit ikki, hvussu leingi hon var burtur hesa ferð, men tá hon raknaði við, lá hann og snorkaði á sofuni. Hon tordi ikki uppá eftir klæðunum, tí so skuldi hon fram við honum. Og um hann vaknaði, so varð hon fangað á loftinum. So hon grulvaði spakuliga út í gongina, reisti seg upp púra í ørviti, tók eitt par av skóm í hondina og læt úthurðina stillisliga upp og smoygdi seg útum og læt úthurðina líka so stillisliga aftur.

Uttanfyri regnaði og var ísakalt. Hon fór um hornið á húsinum og læt seg í skógvarnar uttanfyri. Síðani gekk hon út í náttina í berum trussum og t-shirt. Hon gjørdi av at fara heim til barndómsvinkonuna, sum búði í kjallaranum hjá foreldrunum hjá sær. Og so sníkti hon seg ein knappan kilometur gjøgnum býin eftir teimum myrkastu sniðgøtunum, sum hon kendi, fyri ikki at møta nøkrum.

– Vinkona mín var skelkað av at síggja meg við upphovnaðum høvdi á aðrari síðuni, bláum merkjum allastaðni og reyðsprongdum eygum, hálvnakna og ristandi av kulda. Rundan um hálsin sóust týðilig merki av hansara kvørkrataki. Foreldrini vaknaðu og komu upp eisini. Tey hildu, at eg skuldi fara á skaðastovuna og melda mannin beinanvegin, men eg gjørdist frá mær sjálvari av ræðslu fyri, at tað bara gjørdi alt nógv verri. Eg fekk eina song at sova í og kendi tað sum ein stóran lætta, at eg endiliga kundi anda róliga eina løtu og sova uttan at óttast, sigur hon um kvøldið, hon akkurát slapp við lívinum.


Endiliga liðugt
– Eg fór ongantíð aftur til hansara. Eg visti eisini, at um eg hevði gjørdi tað, hevði eg ikki sloppið frá tí við lívinum næstu ferð, hann legði á meg. Nú var tað endiliga liðugt, sigur Linda, sum síðani flutti til Danmarkar, tí hon ikki tordi at búgva í Føroyum orsakað av honum.

Linda hugsaði nógv um, hvat orsøkin kundi vera til, at hon í fýra ár fann seg í harðskapinum. Hvussu bar tað til?

- Eg skammaðist og kendi andstygd fyri mær sjálvari. Eg skilti ikki, at eg læt tað ganga so langt. Hví eg ikki tók kjansin og rýmdi frá honum og flutti av landinum nógv fyrr. Eg kom ikki sjálv úr einum harðskapsraktum heimi. Tvørturímóti.
Ikki fyrr enn nøkur ár seinni, tá Linda sat eitt sunnukvøld og lurtaði eftir sendingini Tværs – P4 i P1 – við legendarisku Tine Bryld, sum gav ungum og øðrum góð ráð um lívsins viðurskifti, hoyrdi hon nakað, sum veruliga læt eygu hennara upp og setti støðuna í eitt heilt nýtt perspektiv.

– Ein kvinna ringdi inn til sendingina. Kvinnan spurdi Tine Bryld júst sama spurning, sum eg sjálv hevði sett mær óteljandi ferðir uttan at finna svar: - Hví er tað so ræðuliga torført hjá mær at gera tað liðugt og koma mær burtur úr einum harðligum parlagi við ein mann, sum ikki ger annað enn at niðurbróta meg? Eri eg masokist, spurdi hendan kvinnan, sum ringdi inn. Og so svaraði Tine Bryld henni nøkulunda soleiðis:


Tað er als ikki so løgið, at tú hevur so torført við at koma úr einum slíkum parlagi. Í roynd og veru er tað nógv torførari at koma burtur úr einum vánaligum parlagi, enn tað er at koma burtur úr einum góðum parlagi. Eitt parlag er akkurát sum ein fyritøka, sum tú gert íløgur í. Tú brúkar nógv fleiri pengar til eina fyritøku, har tað ikki gongur so væl, enn tú brúkar til eina fyritøku, har tað gongur væl. Tann góða fyritøkan gevur jú peningin aftur, meðan ein vánalig fyritøka mergsýgur allar ressursur.

Um tú ert í einum vánaligum parlagi, ert tú noydd til at gera nógv størri íløgur í tað, enn um tað var eitt gott parlag. Tú gevur, og tú gevur, og tú gevur fyri at fáa parlagið til at ganga væl. Men tú fært einki aftur. Tað stjelur bara tína orku. At enda hevur tú brúkt alt, sum tú eigur, og parlagið fæst framvegis ikki til at ganga væl. Tað verður bara verri og verri. Og so er tað, at tú mást viðurkenna, at allar íløgurnar, tú hevur gjørt – alt samalt – er mist. Tað hevur einki virði. Tað er torført at viðurkenna.

Men ein sovorðin maður er í veruleikanum ikki verdur at gera íløgur í, tí hann er als ikki førur fyri at elska nakran, allarminst seg sjálvan. Tú kanst ikki bjarga honum, sama hvussu stórar íløgur tú gert í hann. Jú fittari tú ert við hann, jú meira hatar hann seg sjálvan, tí tað minnir hann um tað, hann sjálvur ikki er førur fyri. Tað er jú tað, sum er trupulleikin. Tá hann slær teg, slær hann í veruleikanum alt tað, hann hatar í sær sjálvum.

So kom út úr hasum parlagnum. Nú! Eingin tíð er at spilla. Eg kann ugga teg við, at tað er í veruleikanum ikki so torført at blaka hann út úr lívinum hjá tær. Tað torføra er at uppgeva alt tað, sum tú hevur lagt av íløgum í tykkara parlag og uppgeva dreymin um alt tað, tú vónaði at fáa burtur úr tínum íløgum.


Linda greiðir frá, at hetta rakti seymin beint á høvdið. Fyri fyrstu ferð skilti hon bæði hann og seg sjálva, og hvørjar mekanismur vóru í spæli.

– Eg skilti, hví eg hevði havt so torført við bara at uppgeva alt. Jú harðligari hann var, jú meira kendi eg meg noydda til at geva enn meira av mær sjálvari fyri at fáa alt til at blíva gott aftur. Um eg fór frá honum, kendi eg, at eg misti alt, sum eg hevði sett inn á kontuna í hansara banka. Og eg skilti nú, hví einki av tí, eg hevði gjørt, hevði hjálpt, tí jú meira eg ofraði, jú meira virðing misti hann í veruleikanum fyri mær. Tí tá ein hevur so lága sjálvsvirðing, sum ein harðligur maður hevur, so virðir hann heldur ikki tey, sum tíma at vera í sama klubba, sum hann er í. Tað má merkja, at tey hava líka lítið virði – ella kanska minni virði enn tað, hann kennir seg sjálvan at hava. Nevniliga minni enn einki, sigur hon erliga.



Linda er dulnevni. Journaslisturin kennir rætta samleika hennara.

Í dag er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum, og tí verður hendan greinin endurgivin. Greinin varð upprunaliga prentað í Kvinnu í heyst, tá eitt stórt tema um harðskap var í blaðnum.