Ummæli: Uppgerðin við America'a Next Top Model
Lívsstílur
Ummæli: Uppgerðin við America'a Next Top Model
Meira enn tjúgu ár eftir premieruna verður America’s Next Top Model nú endurmett í Netflix-dokumentarrøðini Reality Check: Inside America’s Next Top Model – ein uppgerð við bæði sendingina og tíðina, hon varð til í.
Eftir: Anniku Kunoy Im 22.02.2026

“Three beautiful young ladies stand before me, but I only have one photo in my hands…”

 

Vit, sum vóru tannáringar í nullunum, munnu minnast hesi orðini uttanat. Steðgurin. Andlitið á gentunum, sum bíðaðu. Navnið, sum varð rópt, og sorgin hjá teimum, sum máttu fara aftur í húsið at pakka og síðani heim við brostna dreyminum um at gerast tann næsta toppmodellin í USA.

 

America’s Next Top Model var meira enn ein realityrøð, tey 15 árini, hon varð víst í sjónvarpinum frá 2003 til 2018. Hon seldi eina søgu um ein dreym - dreymin um, at ein vanlig genta kundi gerast ein alheimsstjørna, ja ein toppmodell, um hon vildi tað nóg nógv, arbeiddi hart og var til reiðar at tillaga seg krøvini, sjónvarpsframleiðslan kravdi av henni. Líkamikið, um tey fóru yvir mørk. 

 

Men nú, fleiri enn tjúgu ár seinni, er tann frásøgnin ikki longur sjálvsøgd. Nú verður hon kritiserað.

 

Undir koronutíðini leitaðu nógv aftur til gamlar realityrøðir. America’s Next Top Model fekk tá eina endurreising. Men hesaferð varð røðin ikki bara sædd við nostalgiskum brillum. Á TikTok og X (Twitter) fóru brot at florera við luttakarum, sum grótu í makeover-stólinum, meðan hárið varð rakað av teimum, av dómarum, sum gjørdu beinleiðis viðmerkingar til vekt, húð og persónligar trupulleikar hjá luttakarunum og av myndatøkum, har ungar kvinnur vórðu settar í seksualiserandi ella ótryggar støður.

 

Tað, sum fyrst í nullunum varð selt sum tough love og professionalisma, varð í 2020 tulkað sum niðurgerandi og sálarliga skaðiligt. Tað var serliga Tyra Banks, sum fekk størsta kritikkin. Kvinnan, sum bæði sat við dómaraborðið, og var ein av teimum, sum átti valdið handan leiktjøldini.

 

Luttakararnir í fjórða umfari av ANTM. Mynd: Hyungwon Ryoo/CBS Broadcasting Inc.

 
Dokumentarrøð savnar brotini
Í nýggju Netflix-dokumentarrøðini Reality Check: Inside America’s Next Top Model verður hesin kritikkurin settur í samanhang og størri perspektiv, tá fleiri fyrrverandi luttakarar fáa orðið. Tær siga frá einum umhvørvi, har tær, bert 18–19 ára gamlar fóru heiamífrá fyri at luttaka í einari reality røð, har tær vórðu bundnar at einari framleiðslu, sum miðvíst dyrkaði konflikt og dramatikk.

Sí trailaran her


Millum tær, sum fáa orðið í dokumentarinum, er Dani Evans, sum vann sætta umfar av America’s Next Top Model. Í dokumentarinum vendir hon millum annað eisini aftur til eina av teimum mest umrøddu løtunum í røðini: tá hon varð trýst at rætta sjarmerandi gloppið millum framtenninar hjá sær.

 

Tá varð tað framstillað sum eitt neyðugt fet á leiðini til eina meira high fashion útsjónd. Í dag sigur Dani Evans, at hon upplivdi tað sum eitt beinleiðis trýst á sín samleika og sítt sjálvsvirði. Hon hevur greitt frá, at makeover-senan fór um mark, og at hon einki val hevði.

Dani Evans, vinnari av sætta umfari av ANTM luttekur í dokumentarrøðini. Mynd: Netflix

 

Samstundis vísir hon eisini á, at hóast hon vann kappingina, fylgdi eitt 'reality stempul' við. Hon endaði í einari støðu, har hon varð seld sum eitt reality-andlit og ikki sum modell, og tað ávirkaði hennara møguleikar fyri at fáa størv í vinnuni.

 

Í øðrum parti av dokumentarrøðini verður farið aftur til eina hending við luttakaranum Shandi Sullivan, sum upplivdi kynsligan ágang undir upptøkunum. Í staðin fyri at steðga framleiðsluni og verja hana, varð hildið á at filma. Hendingin varð klipt saman til eina skandalu, har forteljingin var, at Shandi hevði verið ótrúgv ímóti sjeikinum - og soleiðis varð syrgiliga hendingin til undirhald. 

 

Dokumentarurin vísir, at hetta ikki bara varð ein einstøk hending. Seinni í røðini sigur ein annar luttakari frá um ágang undir einari myndatøku, og at hon ikki varð hoyrd, tá ið hon segði frá, men ístaðin varð biðin um at verða professionell og halda á við myndatøkuni. 

 

America’s Next Top Model verður í dokumentarrøðini ein lýsing av einari mentan, har ágangur, rasistiskar stereotypur, kritikkur av kroppum og misogyni ókritiskt vóru partur av mainstream-undirhaldi.

 

Fleiri kritiskar røddir halda, at dokumentarurin varpar keðiligt og lítið smikrandi ljós á Tyru Banks, tí hann avdúkar tvífalda leiklutin hjá henni: hon var bæði mentor og fyrimynd á skíggjanum – og samstundis ein av teimum, sum hevði avgerandi ávirkan handan kulissurnar.

 

Valdsbýtið í America’s Next Top Model var greitt. Dómararnir ásettu reglurnar – luttakararnir skuldu tillaga seg.

 

Makeover-episodurnar eru eitt týðiligt dømi. Ein luttakari kundi mótmæla, gráta og siga nei, men tá myndatólini tóku upp, og dómararnir tosa um branding og high fashion, verður mótstøðan hjá teimum ein partur av søguforteljingini og góðum sjónvarpsundirhaldi.

 

Spurningurin er, hvussu nógv eitt nei vigar, tá ein 19 ára gomul kvinna stendur í einari slíkari støðu, har valdsjavnvágin er so ójøvn. Sambært dokumentarinum upplivdu fleiri, at valið í veruleikanum var avmarkað.

 

Tyra Banks svarar
Í nógv ár valdi Tyra Banks ikki at fara beinleiðis inn í kjakið, sum kyknaði undir koronu. Í dokumentarinum úttalar hon seg tó.

 

Hon viðurkennir, at røðin til tíðir fór ov langt, og at nógv varð gjørt fyri at skapa gott og spennandi sjónvarp. Samstundis leggur hon dent á, at nógv má skiljast í tí samanhangi, tað var gjørt í. Nullini vóru eitt tíðarskeið, har reality-sjónvarp var harðari í síni framstilling, og har kropskritikkur og tough love vóru partur av mainstream-mentanini.

 

Hon kemur ikki við nakrari beinleiðis umbering. Heldur kemur hon við einari frágreiðing, sum til tíðir ber brá av sjálvsatfinning.

 

Krititiskar røddir vísa tó á, at kjarnin í trupulleikanum liggur akkurát her: maktin lá hjá teimum, sum løgdu dramaturgiina og ásettu reglurnar – ikki hjá teimum ungu kvinnunum, sum stóðu framman fyri dómaraborðinum.

 


Mynd: Barbara Nitke/Cw Network

 

Eitt barn av nullunum
Tað hevði verið ov einfalt at enda við eini niðurstøðu um, at røðin hevði alla skyldina. America’s Next Top Model var á fleiri økjum frammanfyri sína tíð. Hon hevði trans-luttakarar og plus size-modellir, áðrenn tað varð vanligt í bestu senditíð, og hon gav pláss til ymiskleika í einum mótaheimi, sum annars var kendur fyri at vera sera snævur. Røðin tosaði eisini um sjálvsálit, arbeiðssemi og um at bróta siðvenjur.

 

Júst tí er uppgerðin so samansett. Hon snýr seg ikki bara um eina sending, men heldur um eina mentan og eitt tíðarskeið, sum bæði flutti og setti mørk.

 

Men røðin var jú eisini eitt barn av nullunum. Ein tíð, har einki størri enn XS varð góðtikið sum idealið. Ein tíð og mentan, tá kroppurin altíð var undir fordøming . Í tí veruleikanum passaði America’s Next Top Model akkurát inn. Røðin var bæði ein partur av mentanini – og ein spegil av henni.

 

Hví hevur hetta týdning nú?
Tí nógv av teimum, sum sótu heima og hugdu - eisini her heima í Føroyum - vóru ungar gentur. Vit lærdu, hvat kundi metast sum modell-potentiali. Vit lærdu, at kroppurin altíð kundi tillagast og optimerast. Og vit lærdu, at tað var ein styrki at tola harðan kritikk og halda á, sjálvt tá tað sveið. Og eisini, um tú í tilgongdini upplivdi ágang. 

 

Spurningarnir, sum dokumentarrøðin setur, røkka tí longur enn til eina einstaka sjónvarpsrøð. Hví góðtóku vit hendan tónan? Og hvør hevur ábyrgdina, tá ungar kvinnur standa í støðum, har tær ikki kenna seg tryggar, men siga ja kortini?

 

Dokumentarrøðin setur eisini spurning við, hvussu reality-framleiðslur verja - ella lata vera við at verja - luttakarar, sum eru ungar, óroyndar og bundnar at sáttmálum, tær sjálvar ikki hava fult yvirlit yvir.

 

Reality Check: Inside America’s Next Top Model er tí meira enn ein persónlig uppgerð við Tyru Banks. Dokumentarrøðin vendir eisini eyguni móti einari tíð og einari mentan, har undirhald, kropsfordøming og vald runnu saman – og har verjan av ungum kvinnum ikki altíð hevði hægstu raðfesting.

 

Vit minnast framvegis orðini frá elimineringunum. Men við hesari dokumenarrøðini hoyra vit nú eisini tær røddirnar, sum upprunaliga vórðu kliptar úr framleiðsluni.

 




Viðkomandi greinar