Undantaksstøða: Eg baki, dansi og gleði meg til aftur at verða frí
Lívsstílur

Undantaksstøða: Eg baki, dansi og gleði meg til aftur at verða frí

Bakstur, dansur og sosialir abstinensir. Svanna Hentze í Gong er í hesum døgum heima sum tey flestu, og tað skapar avbjóðingar, men eisini loysnir. Hetta eru hennara tankar um ein gerandisdag í undantaksstøðu.
Eftir: Birgith Lassen / Myndir Privatar 23.03.2020

Hvør var tín fyrsti tanki, tá tú frætti, at samfelagið fór at stongja?
Mín fyrsti tanki var: Frata! Nú komi eg aldrin út at trilla! 1. Januar í ár átti eg sonin Tóka, og sum flest øll vita, so hevur tað verið buldrandi stomur líka síðani. Eg havi verið nakrir fáar túrar við vogninum, og eri byrjað í einum sera góðum og stuttligum mammubolki. Eg havi glett meg til at njóta barsilslívið, av tí at eg ikki havi dugað at njóta viðgongutíðina. Men so kom hon sjálv korona, og oyðilegði mær tað heila.

Mín seinni tanki var tó.. Flott myndugleikarnar! Flott, at tit taka ábyrgd, og at vit fáa kollektivt boð um at taka hetta í álvara. So tá eg var liðug at taka synd í mær sjálvari, so byrjaði eg at hugsa, hvussu eg í staðin kundi brúka hesa tíðina.

Hvussu sær tín gerandisdagur út í undantaksstøðu
Mín gerandisdagur er nokkso nógv tann sami sum áðrenn, av tí at eg eri í barsil, og enn royni at fáa eina rútmu í gerandisdagin. Tóki vaknar um kl 6.30-07, og fær bróst, so sovna vit aftur í ein til hálvannanan tíma, har vit so fara upp og gera okkum til dagin. Onkuntíð, so nái eg í brús, onkuntíð líkist eg einum fuglaskremsli – men korona leggur ikki í, so tað er fínt.
So spælir Tóki eina løtu, og eg kverni okkurt til matna. So um 11 tíðina, so leggi eg hann út at sova á altanini, sum er gull verd í hesum tíðum, so svevur hann í einar 3-4 tímar.
Her kundi eg gjørt alt møguligt, sum t.d bundið, vaskað, ruddað, sorterað sokkar, litað brýr, lært meg at hekla - meeeen so kann eg eisini bara hyggja umaftur eftir Drop Dead Diva á Netflix.
So í stuttum, so er mín gerandisdagur, at eg vakni, gevi bróst, skifti blæðu, eti, leggi Tóka, hyggi netflix, gevi bróst, eti, skifti blæðu spæli við Tóka og ja.. repeat.

Hvør er tann størsta avbjóðingin í hesum døgum? Og hvussu taklar tú tað?
Tann størsta avbjóðingin fyri meg er, at eg eri eitt sera sosialt menniskja. Eg má hava samband við fólk, og eg merki, at eg fari niður í eitt lítið myrkt hol, tá eg ikki kann røra meg frítt. Eg dugi ikki væl at takla tað, men lukkutíð er sjeikurin eisini heima, sum fær meg upp aftur.
Eg havi eisini roynt at hugsa positivt og fokusera uppá, at eg fái alla hesa tíðina heima saman við soninum og pápa hansara, so uppá tann mátan, so kann eg koma uppundan aftur.
Ein avbjóðing er eisini, at eg ikki veruliga dugi at skilja tilmælini, eg veit ikki, um eg havi “lov” at fara út at ganga ein túr, ella um eg kann hava samband við onnur... alt er í einum tankameldri, og av tí sama geri eg bara einki. 

Hvat gert tú fyri at gera støðuna liviliga?
Eg royni at finna uppá ymiskar aktivitetir, sum eg kann gera heima. Tað vanliga, sum at rudda og sortera, kanska hyggja eina eyka ferð gjøgnum skápið, og vita um eg veruliga havi brúk fyri 15 svørtum blusum, og um eg vil behalda HB-hosurnar, ið eg brúkti, tá eg gekk til fótbólt fyri 20 árum síðani.
Eg eri eisini farin at baka meir, eitt nú rugbreyð, bollar og cookies. Tað er altíð gott at finna akkurát mína breyðuppskrift, so tá Tóki gerst vaksin, kann hann siga “jú góða, hatta breyðið smakkar væl, men ikki líka væl sum mammusa!” ;)
Eg royni eisini at finna onnur meira festlig áhugamál, og tí havi eg valt at finna eitt dansivideo um dagin, sum uppá ein ella annan máta kann fáa meg at flenna, og vónandi onnur við. Hetta havi eg so deilt á mínum Facebook-vanga.
Inntil víðari, so havi eg lært Finsk Disco Dance, Stampa við Leroy og hvussu man dansar Charleston.

Hvat gleðir tú teg mest at venda aftur til, tá undantaksstøðan einaferð er av?
Frælsi! Tað at vera eitt frælst menniskja - at kunna fara út, at kunna klemma fólk, at kunna vitja fólk, at fara á kafe, í SMS, at ganga túr, uttan at fólk fara yvirum vegin. At sleppa í mammubólk. Faktist, fyri at ljóða totalt filosofisk: bara at vera menniskja aftur.
Eg havi fleiri ferð hugsa um, tá í 2003, haldi eg tað var, tá streyka var, og einki bensin var at fáa, hvussu tað ávirkaði “biltúrmentanina” í Havnini. Eg sjálv var stødd uttanlands, tá streykan var, so eg merkti einki til tað, men eg minnist, at tá eg kom heim aftur, so koyrdi eingin biltúr meira. Í dag kann man bara frøðast, tí vit ikki skulu brúka óneyðugt bensin. Men eg kann ikki lata vera við at hugsa, hvat nú um øll vera mistonkiliggjørd, og vit ikki fara at klemmast, taka lógvatak ella hava nærkontakt við okkara medmenniskju meira. Tað má bara ikki henda!
Eg gleði meg til at koma uppundan, og kunna minnast hesa tíðina sum nakað, sum hevur gjørt okkum sterkari, klókari og meira góð við hvørt annað.




Viðkomandi greinar