Hjem til jul er ein herlig norsk jólarøð, ið snýr seg um støku sjúkrasystrina, Johanne, sum er 30 ára gomul, tá ið røðin byrjar. Til døgurða heima hjá foreldrunum tann 1. desember, har bæði systkini eru við maka og børnum, dettur úr henni, at hon hevur fingið sjeik, og at hann kemur við til jóladøgurðan jólaaftan. Øll familjan verður so hjartans fegin um hesi góðu tíðindi. Hetta er tíverri ikki satt, og Johanne hevur tí 24 dagar at finna sær ein sjeik, um hon ikki skal skuffa familjuna.
Vit fylgja Johanne í leitanini eftir einum sjeiki, sum vísir seg ikki at vera so einfalt, tá ein hevur rundað tey tredivu. Umframt dating-evnið, sum í røðini bæði verður lýst sum romantiskt, komiskt, og viðhvørt eitt sindur tragikomiskt, verða tær mongu síðurnar av vinarløgum og familjulívi eisini lýstar.
Hevur tú ikki longu sæð røðina, so nært tú enn at hyggja at henni áðrenn triðja sesongin av undirhaldandi norsku jólarøðini “Hjem til jul” verður at síggja á Netflix frá 12. desember.
Vit gleða okkum so nógv!