Urtagarðsarbeiði er gott fyri kropp og sinn
Lívsstílur
Urtagarðsarbeiði er gott fyri kropp og sinn
Tað fylgja alskins ágóðar við, tá tú fert út í urtagarðin við útgerðini at arbeiða - eitt nú brennir tú orku og mótvirkar strongd.
Eftir: Anniku Kunoy Im / myndir: veitarar 12.05.2023

Ein sólríkan dag sum í dag, merkist veruliga, at langi veturin endiliga hevur givið seg upp í hendurnar á várinum - tað sprettur og spírar, og fyri framman eru fleiri góðar løtur uttanfyri við sláimaskinuni ella urtagarðsútgerð. Og tíbetur er tað tað, tí urtagarðsarbeiði er nevniliga gott fyri bæði kroppin og sinnið.

Tað sigur í øllum førum Bente Klarlund Pedersen, yvirlækni, granskari og professari, í danska blaðnum Haven. 

So nógvar kaloriur kanst tú brenna í urtagarðinum

20 min við spakanum = 90-120 kaloriur
20 min við sláimaskinu = 90-110 kaloriur
20 min við sláimaskinum uttan el = 100-130 kaloriur

Urtagarðsarbeiði minkar um strongd
– Rákið er greitt. Kanning úr USA, Evropa, Asia og Miðeystri vísur, at gert tú urtagarðsarbeiði, minka bæði tunglyndis- og angisteyðkenni og kropsvekt. Urtagarðsarbeiði elvir til kensluna av at hoyra til og veitir lívsgóðsku og lívsgleði, sigur Bente Klarlund Pedersen.

Tað er granskað nógv í urtagarðs-terapi seinastu árini, og royndirnar vísa, at urtagarðsarbeiði kann minka um tunglyndi, hjartaæðrasjúku og aðrar fylgir av kroniskari strongd. Ein vísindalig kanning vísti millum, at arbeiðir tú í urtagarðinum í ein hálvan tíma um dagin, sæst tað aftur í innihaldinum av strongdar hormoninum kortisol í blóðnum.

Urtagarðsarbeið er sunt. Tað er eingin diskutión.
Í veruleikanum hevði tað verið hóskandi at skriva urtagarðsarbeiði á resept

– Tað er umráðandi at hava kanningarnar við, um urtagarðsarbeiði skal brúkast til terapeutiska viðgerð. Her er niðurstøðan greið. Urtagarðsarbeið er sunt. Tað er eingin diskutión. Í veruleikanum hevði tað verið hóskandi at skriva urtagarðsarbeiði á resept, sigur hon.

Kanningarnir vísa eisini, at urtagarðsarbeiði bæði vaksur um konditiónina og styrkina munandi - ert tú uttanfyri í urtagarðinum og arbeiðir í tveir-tríggjar tímar, svarar tað sama, sum tá tú pressar teg í venjingarmiðstøðini í ein tíma, umframt at urtagarðsarbeiðið styrkir smidleika, javnvág og koordinatión.