Matur savnar, gleðir og kveikir forvitni. Og aftur hesa ferð hava vit latið okkum draga inn í køkin av matgleðini - av hugnaligari samveru, royndum, smáum óvæntaðum smakkupplivingum og teimum løtunum, tá ið alt eydnast so væl, at alt bara gongur upp í eina hægri eind. Og úrslitið er hetta vakra og forvitnisliga bókasinið við lekkrum uppskriftum og greinum um mat og matgleði.
Hendan útgávan av Søtt & Salt er hin fimta í røðini, og hon er einki aftan fyri hinar fýra útgávurnar. Hetta er veruliga ein fagnaður fyri góðum smakki og hugnaligum løtum, har heimligur hugni og nýggjur íblástur møtast. Tú kanst gleða teg til frísk streetfood-hugskot við einum sindri av Kalifornia og Meksiko, til klassiskar køkur, hugnaligar gerandisuppskriftir og søtar góðbitar at njóta saman við teimum, tú ert góð við.
Vit hava roynt okkum við dunnuburgara og fiski & kipsi, flatbreyði og beyglum, kjøtbollum við eplum, lekkrum fiskarættum - og sjálvandi eisini øllum tí søta: banankøku, tiramisubrownie, marengskransi, sjokulátabollum og mongum, mongum øðrum. Fleiri enn 40 uppskriftir, sum bæði kennast kendar og spennandi.
Vit vóna, at hetta bókasinið gevur tær hug bæði at royna okkurt nýtt og njóta tað kenda, men fyrst og fremst at savnast um borðið.
Søtt & Salt 5 er at finna í sølubúðum kring landið.
Ger so væl!
Svanna, Sólja, Tóra og Annika
Lúr í nakað av myndatilfarinum her, og lat teg inspirera til smakkgóðu løtunar ...







