Longu í móttøkuni merktu vit, at hetta er eitt stað, har hvør detalja er gjøgnumhugsað.
Starvsfólkini tóku smílandi og fyrikomandi ímóti okkum, og vit kendu okkum vælkomnar beinanvegin.
Tað var, sum øll hendan gerandisferðin, sum vit komu við - alt stressið, allar uppgávurnar -varð sett á pausu eina løtu. Í móttøkuni fingu vit hvør sína svimjidrakt, inniskógvar, handklæði og bleyta og mjúka baðikápu, og so fóru vit inn í skiftirúmið at gera okkum klárar. Í skiftirúminum var alt, okkum tørvaði. Ikki var neyðugt hjá okkum at taka nakað við sjálvar ella hugsa um, hvat vit møguliga høvdu gloymt eftir av sápu ella kremum heima.
Sniðgivið til sansirnar
Vit fóru í baðikápurnar og inniskógvarnar og út úr hotellinum – gongutúrurin oman til vælveruhúsið gjøgnum smølu rásina við træbrettum og laðaðum grótveggjum er serstakliga sissandi, og tá vit lótu dyrnar upp til vælveruhúsið upp, sóu vit, at arkitekturur kann tala beinleiðis til sansirnar. Tað var næstan, sum trinu vit inn í ein annan heim, har tíð og rúm merktust á ein øðrvísi hátt. Ljósið er dempað og tilfarið myrkt og vakurt -flísar, steinar, træ og glas. Her hava tey hjúklað um smálutirnar; og tað er eyðsýnt, at arkitektururin her arbeiðir saman við náttúruni heldur enn ímóti henni, og at húsið er gjørt við eini hugsjón um at skapa eina heilsugrøðandi heildaruppliving, har bæði kroppur og sál fáa frið. Útsýnið spælir eisini ein týðandi leiklut í sniðgevingini. Stóru vindeyguni gera, at føroyska landslagið - við sínum grønu ongum, gráa gróti og broytiliga veðro - rennur saman við arkitekturinum, og vit sum gestir fáa loyvi at sita mitt í hesum møtinum millum luksus og náttúru.
Hetta spælið millum hita og kulda er sum terapi fyri kropp og sál – tað reinsar, gevur orku og skerpir sansirnar.
Ein endaleysur hylur við útsýni yvir bø og bý
Sum eitt tað fyrsta, tá tú kemur inn í vælveruhúsið, er endaleysi hylurin, sum bæði er inni og úti, og har útsýnið eisini er partur av sjálvari upplivingini. Inni við stórum gluggum og uttanfyri, har vatnið rennur út um kantin og skapar eina hugsjón um, at tað er partur av lendinum. Her ber til at njóta panorama útsýnið yvir alla Havnina og grønt gras, grátt grót og eitt frískt lot móti andlitinum. Her er bæði ein mediativ og ein sansalig uppliving. Her varð føroyska náttúran ein luksusuppliving, og onkursvegna kendist eisini tað, sum ein natúrlig og heimlig sjálvfylgja. Inni bíðaði okkum eitt univers av hita og sansaligum løtum. Heit damprúm, turr hitarúm, regnbrúsur og tann kaldi hylurin, ið svaldi og vakti okkum eftir hitaupplivingarnar. Tá tú fert úr einum damprúmi í ein kaldan hyl og síðan inn í eitt nýtt hitarúm, kennir tú veruliga eina nýggja orku fløða gjøgnum kroppin. Hetta spælið millum hita og kulda er sum terapi fyri kropp og sál – tað reinsar, gevur orku og skerpir sansirnar.
Stilla samveran og djúpari samtalur Tað serliga við at vitja vælveruhúsið ein gerandisdag var eisini, at tað ikki vóru so nógv vitjandi júst tá, sum tað onkuntíð er. Tað var friðarligt og stilt, og vit høvdu rúm til at sita, tosa og veruliga vera saman. Vit prátaðu um alt millum himmal og jørð, meðan vit skiftust um at sita í hitarúmunum, svimja eina løtu og liggja í heingikoyggjunum, har tíðin hálvavegna steðgaði. Hetta eru løtur, har vinaløg vaksa, tí tú fært rúm og frið til bara at vera. Tá vit - tríggjar tímar seinni - mátttu út aftur í vanliga lívið at heinta børn, keypa inn og halda áfram við gerandisdegnum, kendu vit okkum ikki bara úthvíldar. Vit kendu okkum endurnýggjaðar, í javnvág og við einari nýggjari orku. Sum tóku vit eitt sindur av ress við okkum - eina kenslu av ró, ið helt á, eisini tá vit vóru heimafturkomnar. Tað er luksus, ja – men luksus við hjarta og sál mitt í øllum tí føroyska - og uttan at kennast kunstigt. Hetta er eina, tvær – nei, fleiri vitjanir vert.
Les meira og bílegg atgongd til vælveruhúsið á hotelforoyar.fo