Vanliga havi eg ikki nýggjárslyftir
Lívsstílur
Vanliga havi eg ikki nýggjárslyftir
– Eg havi eina fatan av, at um ein ynskir ella ætlar nakað, so má man seta sær tað fyri, tá ynskini ella ætlanirnar eru aktuellar, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.
Eftir: Anniku Kunoy Im 30.12.2022

Vit hava fingið orðið á tríggjar kvinnur úr hvør sínum flokki í samgonguni og spurt tær nakrar spurningar um árið, ið fór. Seinasta samrøðan er við 51 ára gomlu Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum.

Hvussu hevur 2022 verið fyri teg persónliga?
– Eg havi havt møguleikan at verið nógv saman við familjuni, og eisini hevur borið til at ferðast saman aftur. Kríggið í Ukraina hevur verið ræðandi og gjørt meg tilvitaða um, hvussu ótrúliga takksom eg eri fyri at búgva her, fyri mína familju og mínar vinir.

Politisku vónirnar eru, at tað fer at gangast væl, og at samgongan røkkir teim málum hon hevur sett sær

Hvussu hevur árið verið politiskt?
– Eg var uttanlands við U19 kvinnulandsliðnum, tá valið varð útskrivað, og tá Javnaðarflokkurin kunngjørdi, at eg stillaði upp. So tað var beint í valkampin tá eg kom heimaftur. Tað var bæði spennandi og markbrótandi. Tá valið var av, og endaliga úrslitið kom, var gleðin og takksemið ómetaliga stórt. At eg so bleiv boðin ein landsstýrissess, eri eg ótrúliga glað fyri og fari at gera mítt besta fyri at liva upp til álitið.



Hvørji nýggjárslyfti hevur tú sett tær til 2023?
– Vanliga havi eg ikki nýggjárslyftir – eg havi eina fatan av, at um ein ynskir ella ætlar nakað, so má man seta sær tað fyri, tá ynskini ella ætlanirnar eru aktuellar.



Hvørjar vónir hevur tú til 2023?
– Eg vóni, at tað gongur familjuni væl, og at vit framhaldandi hava møguleikar at vera saman og fáa upplivingar saman. Dótturin fer til Afrika og skal gera hjálpararbeiðið í nakar mánaðar, og eg hopi, at tað gongst henni væl. Politisku vónirnar eru, at tað fer at gangast væl, og at samgongan røkkir teim málum hon hevur sett sær. Vóni so inniliga, at kríggi í Ukraina verður av, og vit fáa eina tryggari tilveru her á okkara leiðum.