Vár Næs – Sosialu miðlarnir sáa iva innaní
Lívsstílur
Vár Næs – Sosialu miðlarnir sáa iva innaní
Vár Næs hevur í fleiri umførum tikið tíðarskeið uttan sosialar miðlar, og hóast tað hevur kravt tilvenjing at velja annað virksemi fram um skíggjan, so hevur tað eisini givið henni meiri tíð til djúphugsan, nærveru við onnur, kreativitet og frið – men mest av øllum er hon sloppin undan einari konstantari samanbering, sum í stóran mun hevur ávirkað sjálvsvirðið.
Eftir: Anniku Kunoy Im 03.06.2024

Hvussu hevur tú tað við sosialum miðlum í dag?
– Tíbetur velja vit sjálvar, hvussu vit knýta okkum at sosialu miðlunum. Sjálv havi eg altíð havt tvígildar kenslur, tá tað kemur til sosialar miðlar, og eg havi í fleiri umførum havt tíðarskeið, har eg havi valt sosialu miðlarnar frá. Tá eg nú hugleiði um mína nýtslu av sosialum miðlum, skilji eg, at tvígildu kenslurnar hanga saman við hesi tilgongdini, tú fert ígjøgnum, tá tú sum ung leitar eftir, hvør tú sjálv ert sum menniskja. Tann kenslan hevur altíð fylt nógv hjá mær, hóast eg samstundis eisini verði ávirkað av umhvørvinum, eg eri í. Í dag skilji eg væl, hví eg havi havt hesar kenslurnar, men tá eg var yngri, var tað ofta ein frustratión. Eg skilti ikki, hví eg ikki bara kundi binda frið við tí líka sum hini, og hví eg skuldi gera so nógv burturúr við at skifta millum at vera ‘online og offline’.

FAKTA 
Vár Næs er starvast sum psykomotoriskur- og natúrterapeutur og býr í Keypmannahavn. Hon hevur í fleiri umførum valt sosialu miðlarnar frá, og í dag avmarkar hon seg bert til ein miðil, sum hon nýtir minst møguligt.

– Eg havi altíð hildið - og haldi enn - at sosialu miðlarnir eru ein ræðandi heimur; teir eru jú ræðandi effektivir og smartir á ymiskar hættir, men tað, sum ræðir meg mest, er tann ávirkanin teir kunnu hava á sálarligu, kropsligu og sosialu heilsuna. Eg arbeiði sum psykomotoriskur terapeutur og veit, hvussu stóra ávirkan so stór mongd av stimulansi kann hava á nervalagið, sum síðani kann hava eina keðiliga ávirkan á heilsuna. Tað veit eg eisini, tí eg sjálv havi roynt tað. Í fólkaskúlanum var tað týdningarmikið at vera ‘online’ og at vera væl dámd, og á miðnámi fór eg ímóti streyminum og strikaði teir sosialu miðlarnar, eg var knýtt at. Tá eg fór á háskúla, fór eg aftur á miðlarnar, so onnur kundu síggja ta spennandi upplivingina saman við mær. Eg fór síðani undir útbúgving, og har kom eg í samband við míni grundleggjandi virðir og valdi tá aftur miðlarnar frá. Í dag síggi eg, at hendan tvígilda ferðin eisini hevur verið ein tíð, har eg havi verið viðkvom og ósikkur. Í veruleikanum hevur tað ikki snúð seg um at vera off- ella online, men at miðlarnar ótilvitað hava ávirkað mítt sjálvsvirði og sjálvsálit, og tískil at eg ikki havi virt og góðtikið meg sjálva. Sosialu miðlarnir fingu meg at ivast í mær sjálvari, tað var ov lætt at samanbera meg við aðrar kvinnur, teirra kroppar, evnir og spennandi upplivingar. Og spurningar sum ‘hví eri eg ikki boðin við har og har og har?’ fingu meg at ivast í, um eg var ein partur av felagsskapinum. Sosialu miðlarnir gjørdu, at eg setti spurnartekin við mítt egna lív á ein destruktivan hátt í staðin fyri at virðismeta alt tað fantastiska, sum var rundan um meg og ikki stara meg blinda í einum skíggja.

– Fyri nøkrum árum síðani avgjørdi eg, at eg vildi hava tamarhald á mínum egna lívi. Eg strikaði Instagram, Snapchat og Facebook. Tað tók tíð at venja seg av við bara líka at hyggja á miðlarnar, men sum tíðin leið, gjørdist tað greitt, hvussu nógv meiri yvirskot eg fekk til at gera onnur ting.

– Fyri nøkrum árum síðani avgjørdi eg, at eg vildi hava tamarhald á mínum egna lívi. Eg strikaði Instagram, Snapchat og Facebook. Tað tók tíð at venja seg av við bara líka at hyggja á miðlarnar, men sum tíðin leið, gjørdist tað greitt, hvussu nógv meiri yvirskot eg fekk til at gera onnur ting. Eg fór oftari út í náttúruna, og kreativiteturin blómaði. Vinfólk og familjan fóru heldur ongan veg, bara tí at eg var ‘offline’. Í og saman við náttúruni fekk eg ró og tíð til at hugleiða um míni egnu virði, og hvat var týdningarmikið fyri meg at brúka mína tíð til. Tað er meir tíð til at vera ‘online’ í núverandi løtuni, tá eg eri ‘offline’ á sosialu miðlunum.

– Nú havi eg funnið eina javnvág, bæði í mínum tilknýti til sosialu miðlarnar og í, hvør eg eri sum menniskja, tí eg síggi mítt egna virði og veit, hvør eg eri. Eg eri ikki á Instagram ella Snapchat og eg sakni tað ikki, men eg eri á Facebook, tí eg búgvi í Keypmannahavn, og gjøgnum Facebook haldi eg sterkari samband við familju og vinfólk, sum eru heima. Men eg havi eisini fakliga vangan VÅRnatur, har eg kann luta mína vitan til tey, sum eru áhugað - tað er tó týdningarmikið fyri meg, at tað, sum eg luti á VÅRnatur, hevur positiva og uppbyggjandi ávirkan á onnur.

Hvussu nógva tíð brúkar tú á sosialu miðlunum nú?
– Eg geri avtalur og samskifti við vinfólk og familju á persónliga vanganum hvønn dag. Fakliga vangan brúki eg, tá eg havi tørv á at luta vitan ella ein størri boðskap. Sum meginregla siti eg ikki við telefonini, tá eg eri saman við fólki til sosial tiltøk. Tá eg eri einsamøll, royni eg at venja meg við at lesa eina bók, gera okkurt kreativt, røra kroppin ella binda frið heldur enn at hyggja í skíggjan.

– Í veruleikanum hevur tað ikki snúð seg um at vera off- ella online, men at miðlarnir ótilvitað hava ávirkað mítt sjálvsvirði og sjálvsálit, og tískil at eg ikki havi virt og góðtikið meg sjálva.

Hví tókst tú avgerð um at minka nýtsluna av sosialum miðlum?
– Avgerðin er grundað á eitt ynski um at vera nærverandi í løtuni uttan skíggja. Eg havi upplivað virðið í ikki at lata meg ávirka av óneyðuga nógvum stimuli, sum eg ofta havi roynt við sosialum miðlum sum Instagram og Snapchat.

Hvussu gjørdi tú?
– Tað tók tíð, so í byrjanini var tað nógv aftur og fram, og havi eg eisini havt løtur, har eg heldur ikki var á Facebook. Eg minkaði spakuliga um nýtsluna av Instagram og Snapchat, og til endans var tað bara ikki spennandi meir. Viðvíkjandi Facebook havi eg lært at hava eitt sunt tilknýti til miðilin, so eg velji miðilin til og ikki øvut.

Føldi tú teg nakrantíð uttan fyri felagsskapin hetta tíðarskeiðið?
– Eg føldi meg meir uttan fyri felagsskapin, tá eg var á sosialu miðlunum. Í dag njóti eg løturnar einsamøll og gleðist um at síggja vinfólkini. Fyri meg hevur tað bert havt positivar avleiðingar at velja mítt egna lív til og sosialu miðlarnar frá.

Hvat fekst tú burturúr?
– Meir tíð til nærverandi løtur við øðrum menniskjum og mær sjálvari. Tíð til djúphugsan. Tíð til at vera kreativ. Ró í kropp og sinn. Størri sjálvsvirði og sjálvsálit. Og ein innihaldsríkari gerandisdag.

Greinin er út Kvinnu 5, 2022




Viðkomandi greinar