Nýggjasta útgávan av Kvinnu er nú komin, og hesa ferð er blaðið serliga innihaldsríkt. Við stórum býlistema, persónligum samrøðum og fjølbroyttum tilfari leggur várKvinna upp til góðar lesiløtur.
Eivør Pálsdóttir prýðir forsíðuna. Í einari persónligari og erligari samrøðu bjóðar hon okkum inn á Velbastað, har røtur, náttúra og skapandi lív mynda karmarnar um gerandisdagin. Her letur hon dyrnar upp til bæði heimið og tankarnar um heimið, lívið og listina.
Kvinna vitjar eisini hjá Katrin Jacobæus í Havn og Mariu Sverradóttir í Hoyvík. Hesar býlisreportagurnar geva eitt serligt innlit í ymisk heim og lív, har persónligur stílur og gerandisdagur ganga hond í hond.
Hesa ferð hevur Kvinna eitt serliga stórt býlistema. Heilar 40 síður eru settar av til býlisreportagur, hugskot og vakrar loysnir til heimið - bæði til tín, ið stendur mitt í broytingum, og til tín, ið leitar eftir nýggjum hugskotum ella bara hevur hug at njóta vøkur umhvørvi.
Millum samrøðurnar hitta vit eisini Sophiliu Wraae Mukisa, sum er aktuell í Kringvarpssendingini Hoydalar. Hon greiðir frá tónleikinum - og um tað at skara framúr, men samstundis hoyra til. Meðan Elly Johannesen fortelur um stokkarnar og handverkið, sum geva henni ein serligan frið og nærveru. Í einari hugvekjandi klummu skrivar Turið Arge Samuelsen um túrin til Oslo, har hondbólturin megnaði at savna túsundtals føroyingar í um eina felags uppliving.
Vit hitta eisini barnalæknan, Elmar Ósá, sum greiðir frá kvinnunum í sínum lívi, og vit hyggja inn í arbeiðsrúmið hjá Vónbjørt Vang, har orð gerast til list. Eisini lata vit okkum inspirera av klædnastílinum hjá Anju Joensen, har tað ráa og tað fína spæla saman.
Í blaðnum finnur tú harumframt persónligar bókaløtur, bindiuppskriftir, renniætlan til várið og nógv annað, sum hoyrir árstíðini til.
Nýtt í Kvinnu
Í ár seta vit eisini sjóneykuna á nýggjar teigar, sum geva blaðnum enn størri breidd. Millum annað kanst tú gleða teg til Seks spurningar til sexologin, har faklig og opin svar verða givin upp á spurningar, sum nógvar ganga og hugsa um, men kanska ikki altíð seta orð á. Tú kanst eisini gleða teg til teigarnar Mínar bókaløtur og Frammanfyri speglinum, har persónligar frásagnir, refleksjónir og vakurleikaprei fáa rúm.
VárKvinna er full av lesnaði, sum bæði røkkur í hjartað og birtir undir nýggjar tankar - gjørd til løturnar, tá tú hevur hug at seta teg afturá.