Verð klár til Kvinnurenningina saman við Bragdinum
Lívsstílur
Verð klár til Kvinnurenningina saman við Bragdinum
Kvinnurenningin er fyri allar kvinnur í øllum aldri og formi! Kvinnurenningin er jú so nógv meira enn bara renning; hon er um samanhald, hugna og systralag, at hava tað stuttligt, røra okkum og at njóta løtuna saman. Men kundi tú hugsað tær at komið í betri renniform áðrenn stóra dagin, 16. mai, so eru ráð fyri tí!
Eftir: Kvinnu / Myndir: Ann Thomsen/Bragdið 10.04.2026

Bragdakvinnur bjóða øllum kvinnum - í øllum aldri - at koma at renna saman fram til Kvinnurenningina. Og ferðin er soleiðis, at allar kunnu renna við! Tað er ókeypis at luttaka.

 

  • Mánadagar kl. 16.30 - RÓLIGUR TÚRUR
    Kvinnur renna róligan túr við "pittsteðgum" ymsa staðni í býnum, soleiðis at allar savnast, áðrenn runnið verður víðari.

 

  • Týsdagar kl. 17.00-  SKJALDBØKURNAR
    Skjaldbøkurnar renna ein túr og sum navnið sigur, verður runnið róligt. 

 

  • Hósdagar kl. 17.00 - INTERVALLIR
    Venjari er við, og intervallini eru lagað soleiðis, at allar kunnu luttaka. Eitt ávíst strekki verður runnið skjótt, og tá ið tann fremsta er komin á mál, steðga allar, soleiðis at allar fáa líka langan pausu.

 

Staður: Møtt verður við Tórsbreyt.

 

Meira kunning á bragdid.fo, og hevur tú spurningar í sambandi við renningina, so ring til Ann tlf 214804.

 

 

Hevur tú enn ikki meldað til Kvinnurenninga 2026?

Melda til áðrenn 11. mai og tryggja tær luttøku fyri 350 kr. Eftir 11. mai hækkar prísurin til 399 kr.

Við luttøku fært tú snøgga renniblusu og flottan gávuposa.

Melda til her!

Høvuðsstuðlar til Kvinnurenningina 2026 eru Thomas Dam Intersport og Aqua d’Or.




Viðkomandi greinar