Við árunum dugi eg betur at siga: Gott er – tað gerst ikki við!
Lívsstílur
Við árunum dugi eg betur at siga: Gott er – tað gerst ikki við!
Kirstin Ellingsgaard greiðir her frá sínum jólasiðum og bestu minnum – og um at læra at siga ‘gott er,’ tá alt ikki gongur, sum ætlað
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd Erla Rajani Ziskasen 22.12.2024

Hvussu heldur tú jól í ár?
– Heima í Kaldbak saman við børnunum, mammu míni og einari systur og dótturini hjá henni.

Hevur tú nakrar serligar jólasiðir?
– Tað er vorðið ein siður um jólini hjá okkum at fara á grøvina hjá Bjarna, manni mínum, og tendra eitt ljós ella tvey. Aftaná døgurðan dansa vit um jólatræið, syngja sálmar og fittar jólasangir og enda við at gera eitt tok ígjøgnum alt húsið.

Hvat er títt yndis jólabarnaminni?
– Haldi, at tað var, tá pápi okkara á hvørjum ári vildi hava, at mamma skuldi lesa ævintýrið um gentuna við svávulpinnunum eftir H.C. Andersen fyri okkum. Tað var altíð ein serlig løta; vit høvdu bert kertuljós tendrað og høvdu tað heitt og fjálgt, meðan mamma las – mangan ynskti eg, at søgan hevði ein annan enda.

– Eitt ár fóru vit til Danmarkar at halda jól saman við donsku familjuni. Tað stendur sum eitt serligt og gott minni. Omman og abbin í Danmark búðu á einum bóndagarði, og har var altíð so hugnaligt og nógvar jólatraditiónir. Millum annað sluppu vit ikki at síggja jólatræið fyrr enn jólaaftan. Har stóð tað við øllum pyntinum; eg hevði ikki sæð eitt so stórt og vakurt jólatræ fyrr. Og undir trænum lógu nógvir flottir pakkar.

Hvussu pyntar tú heimið til jóla?
– Mær dámar væl, at tað er hugnaligt, og at tingini passa saman. Við árunum er pyntið eisini minkað. Børnini eru vaksin, og alt tað, sum tey høvdu at pynta við, er slitið upp, og eftir eru bara nakrar smáar nissur, sum standa hist og her. Onkur eingil er eisini, og nøkur fitt heimaseymað hjørtu hanga á teimum gomlu træhurðunum. Uttanfyri eru kransar á úthurðunum og ljós á trøum.

Hevur tú ein serligan stíl ella nakað yndispynt?
– Havi ongan serligan stíl. Húsini eru gomul og lítil, og tað er nokkso skjótt at gera tey jólalig. Mær dámar væl, at tingini hava eina søgu, so her eru smáar trænissur í filtklæðum, sum vit keyptu, tá vit lósu í Danmark. Vit hava eisini fingið jólapynt sendandi úr USA frá vertsfamiljuni hjá Bjarna, tá hann var skiftisnæmingur. Um tað liggur fyri, so keypi eg okkurt, tá ið eg eri uttanlands. Eg havi millum annað okkurt úr Kekkia, Svøríki og Sveis.

Hvat er besti jólarætturin, og hvør dugir best at gera hann?
– Tað er altíð ein føroysk gás og ein dunna, brúnað epli, heimagjørt reyðkál og Waldorf-salat. Kanska eitt sindur løgið at siga, men mær dámar best mín egna mat. Dóttirin er sera góð til at gera dessert, so hon stendur fyri at gera mandlurís.

Hvussu langt áðrenn jól byrjar tú at keypa gávur, ella ert tú tann, sum keypir seinasta løtu?
– Tað er sum oftast í seinna lagi.

Hevur tú nakrantíð upplivað eina jólastøðu, sum var so kaotisk, at tú bara mátti flenna?
– Nei, ikki beinleiðis kaotisk, men tað kann viðhvørt handla um væntanir til ein sjálvan og tað, eg seti mær fyri. Tað eina árið grillaði eg gás til jóladøgurðan og gekk út og hugdi til hana javnan. Eg hevði óivað fingið ov nógv um hendi og gloymdi at hyggja til hana. Tá eg so kom út, var gásin blivin svørt av sóti, øll sum hon var – øll familjan sat spent við borðið, omman og abbin og øll hini. Tá eg so setti hana á borðið, var eg um at skrædna – og vit máttu øll flenna at støðuni, tað var einki annað at gera!

Ert tú "gleðilig jól" ella "stressað jól"? 
– Tað er ein blanding og ikki antin ella. Málið er, at tað skal vera gleðiligt fyri øll, og viðhvørt ber okkurt óvæntað á, sum tað nú ger, og eg fái ikki gjørt alt tað, sum eg ætlaði. Í dag dugi eg betur at siga: gott er – tað gerst ikki við. Jólini koma allíkavæl. Øll skulu hava tað gott, og soleiðis er tað bara.

Um tú kundi givið eina jólagávu til tín sjálvs í ár, hvat hevði tú valt?
– Einar nýggjar renniskógvar.

Um tú skuldi skrivað eitt jólabræv til eina kvinnu, sum hevur havt ávirkan á títt lív, hvør hevði tað verið, og hvat hevði tú skrivað?
– Eg kundi skrivað um fleiri kvinnur, sum hava havt stóran týdning fyri mítt lív. Ein út av rúgvuni er danska Birgitte Gammeltoft, sum er serlærdur ergoterapeutur. Eg hoyrdi um hana, tá eg var í starvsvenjing á Frederiksberg Hospital fyri nógvum árum síðan. Hon hevði eitt stórt innlit í, hvussu heilin virkar, og hevði serkunnleika í, hvussu ergoterapeutar og starvsfólk best stimbra, rehabilitera og handfara fólk við heilaskaðum. Birgitte dugir serstakliga væl at greiða frá og at undirvísa, og hon skiftir ímillum teori og royndir, so at tú gloymir, at tú ert til eina undirvísing. Birgitte hevur verið í Føroyum fleiri ferðir og hildið skeið og fyrilestrar. Eg minnist serstakliga væl ein fyrilestur, har hon stóð á pallinum í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Ein kendur, gamal sálarfrøðingur segði fittliga: “Hon fyllir alla høllina, hóast hon er so lítil á vøkstri.” Birgitte hevur knýtt serlig bond í Føroyum, og vit kendu okkum heppin, tá ið hon kom til Føroya og helt sítt næstseinasta skeið í hennara starvsleið. Birgitte eigur eitt serligt pláss í mínum hjarta og hevur havt stóran týdning fyri mítt yrki sum ergoterapeutur. Eg vildi fegin takka henni fyri tað megnararbeiði, hon hevur gjørt fyri fólk við heilaskaða og demens, at hon hevur inspirerað meg og lært meg so nógv – umframt allar tær hugnaligu, næru og djúpu samrøðurnar, vit hava havt á leiðini.

Hvat hevur tú lært um teg sjálva í ár, sum tú tekur við tær inn í nýggja árið?
– “You’re not too old to start over. You're too old to keep doing what isn't working.” Viðhvørt eru tað bara orð og setningar, sum seta seg. Hesin setningurin lýsir, hvussu 2024 hevur verið fyri meg, tá eitt verkfall fekk meg at umhugsa mína støðu sum nýliga uppstartaður sjálvstøðugur ergoterapeutur. Eg valdi at søkja fast starv á Klaksvíkar sjúkrahúsi – og fekk tað.

Hvussu brúkar tú jólini til at savna orku ella reflektera yvir árið?
– Mær dámar serstakliga væl at leita mær niðan í hagan, niðan í urðina, millum vøtnini og longur niðan. Tá fái eg ordiliga frið at hugsavna meg og savna orku. Tað gevur mær eina góða kenslu, tá eg komi heim aftur.

Hvat gleðir tú teg mest til í 2025?
– 2025 verður eitt serstakliga spennandi ár. Eg fái dótturina og sjeikin heim aftur á klettarnar eftir lokna útbúgving. Dóttirin væntar sær, og seinni helvt av februar verði eg omma aftur fyri aðru ferð. Tey hava keypt sær hús beint undir vegnum, og eg gleði meg at fáa tey her í grannalagið.

– Eg gleði meg eisini til at gera meg lidna sum klangterapeutur seinni í 2025. Ein útbúgving, sum eg havi tikið við síðuna av mínari sjálvstøðugu yrkisleið.

 

Kirstin Ellingsgaard er 60 ár og starvast sum ergoterapeutur. Hon byr í Kaldbak og eigur trý vaksin børn, sum eru 29, 26 og 19 ár. Hon er eisini omma til eina 2 ára gamla gentu.