Vikuskifti og illveður: Te, cookies og spennandi framsýningar
Lívsstílur

Vikuskifti og illveður: Te, cookies og spennandi framsýningar

Vikuskiftið stendur í durinum, vindurin ýlir og regnið bankar á rútin. Hvat er tá betri enn heimahugni? Tíbetur eru eisini spennandi framsýningar og ein sjáldsom skatepark at hjálpa tær turrskødda gjøgnum vikuskiftið. Her koma nøkur hugskot til túrar, baking, te og spennandi røðir. 
Eftir: Eilen Anthoniussen / Mynd Veitari 17.11.2020

Regn, vindur og illfýsið veður. Álmanakkin sigur november, og veðrið leggur ikki upp til stórt annað enn heimahugna. Tá vindurin ýlur og regnið buldrar á vindeygað, vita vit lítið betri enn at tendra kertuljós at skapa rætta hugnan afturvið heita drekkanum, onkrum søtum afturvið og gjarna onkra góða røð, sum bíðar.

Hoyrir tú til teirra, ið helst vilja hava okkurt á skrá til vikuskiftið, sama hvussu veðrið er, nýtist tú ikki at stúra. Ert tú til list, kanst tú gleða teg til nýggju stóru framsýningina "Havið" í Listasavni Føroya, har fleiri enn 100 listaverk eftir okkara navnframu listafólk eru savnað. Móttøka verður fyri framsýningini í morgin kl. 16.00.

Les eisini: Cookies við saltkaramell

Í Mullers Pakkhúsi ber til at síggja forvitnisligu innsetingarframsýningina “Salt jarðarinnar” við Guðrið Poulsen og Rannvá Holm Mortensen. Framsýningin var upprunaliga gjørd til Salt á Drelnesi, men er nú tillagað hølunum í Mullers Pakkhús.

Ert tú meir til tað intima, ráða vit tær til at fara ein túr framvið Víngarðinum, har nýggj verk eftir Silju Strøm kunnu síggjast. Framsýningin kallast "This Is An Ambiguous Face” og eru verkini málað á køksborðinum undir fyrra umfari av koronafarsóttini. Og njót eitt gott glas av víni afturvið í hugnaligu hølunum.

Les eisini: 6 góðar røðir til heystið

Tað kann gott vera, at Havnini manglar innandura spæliland, men vit hava Bakkalao Skatepark. Bakkalao Skatepark er opin fyri øllum, og sunnumorgnar millum kl. 9-11 er opið fyri børnum. So kanst tú samstundis fáa kensluna av arkitekturi frá farnari tíð, tá bygningurin kallaðist Bacalao og luktaði av fiski.




Viðkomandi greinar