Vinkonubók: Annika Olsen
Lívsstílur

Vinkonubók: Annika Olsen

Í dag hevur Annika Olsen skrivað í vinkonubókina. Sum landsstýriskvinna og nú sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hevur Annika í mong ár verði í andglettinum. Hon avmyndar eina føroyska kvinnu, sum ikki er bleik fyri at standa á odda og taka ábyrgd. Annika er útbúgvin cand. mag. Hon er uppvaksin í Vági, men býr í dag í Havn saman við manninum, Jacob og báðum synum teirra.
Eftir: Irenu Dam / Mynd: Privat 20.04.2020

Kelinavn: Havi onki ávíst.

Aldur: Eg eri júst fylt 45 ár tann 13/3. Aldur er ikki nakað annað enn eitt tal fyri meg. Foyrur og rukkur seta sjálvsagt síni spor við árunum, men ístaðin fyri at gráta um tílíkt, fegnist eg um allar royndirnar og upplivingarnar eg eri blivin ríkari fyri hvørja foyru. Faktiskt, gleðist eg um hvørt ár eg fái afturat í mínum lívi, tí tað eru mong, ið ikki náa serliga høgan aldur.

Yndislitur: Hvítt er mín yndislitur, tí tú kanst seta alskyns litir til tað hvíta. Eisini tá tað kemur til innrætting og annað. Viðvíkjandi klæðum, so havi eg havt mína svørtu periodu, men tað er skift út við hvítum sum grundliti og so litum settum til.

Um eg skuldi lýst meg sjálva við trimum orðum: Málrættað, diplomatisk, men eisini sera ótolin.

Lívrættur: Tikka Masala. Mær dámar ótrúliga væl at eta eksotiskan mat. Tá eg havi verið og ferðast, taki eg altíð mat og kryddaríir heim við,  sum eru eitt sindur øðrvísi enn tað, vit hava her í Føroyum. Góð kensla at fáa útheimin við heim til Føroyar. Annars dámar mær sera væl føroyskan mat. Ræstkjøt er mín føroyski lívrættur.

Yndisárstíð: Ongin ivi er um, at summarið í Føroyum er fantastiska vakurt. Ljósar summarnætur við pollamjørka er nakað av tí mest magiska, sum mann yvirhøvur kann uppliva.

Ert tú fallin, er einasta loysnin at reisa teg aftur. Tað er av fallinum og niðurløgunum, at tú lærir allarbest og fær tær bestu royndirnar.

Besta bók eg havi lisið: Nú eg eri cand. mag í bókmentum, so eg havi lisið rættiliga nógvar bøkur, men tað eru nakrar bøkur, sum hava sett seg í minni: “Drageløberen “ og “Under en strålende sol” eftir Khaled Hosseini. Bókin “Renselse” eftir Sofi Oksanen, sum vann Norðurlanda ráðs prísin í 2010, er eisini í einum klassa fyri seg.

Filmur, sum bergtók meg: “Legendernes tid”. Haldi eg havi sæð hann 4-5 ferðir og klassikarin “Doctor Zhivago” er eisini millum teir bestu, sum eg saktans kann tola at síggja fleiri ferðir.

Yndissendirøð: Í seinastuni havi eg sæð “The Crown”. Ein sendirøð, sum gevur eitt ómetaliga gott søguligt innlit. Umframt innlitið í, hvussu tað var at vera ein ung kvinna við so stórari ábyrgd, sum drotning yvir Stórabretlandi.

Tá eg var lítil vildi eg verða: Sjónleikari. Eg elskaði at spæla sjónleik, serliga tá fólk kom á gátt, so skuldi eg spæla sjónleik fyri teimum. Tá eg bleiv eldri, umhugsaði eg at lesa til prest.

Eitt gott ráð til meg sjálva sum ung: Tú nýtist ikki at vera so málrættað og pliktuppfyllandi alla tíðina. Lívið skal eisini njótast.

Mitt besta keyp: Eg eri ikki til stór materialistisk ting, ella til dýrar flottar bilar. Eg eri nøgd í tí smáa. Eitt lítið ting, ein lítil gáva, sum eg ikki hevði væntað at fingið, tað kann veruliga gera meg glaða, tí tað er tankin, sum telur. Men ferðir og upplivingar er veruliga nakað, eg seti prís uppá.

Eg eri góð til: At hugsa nýggjar leiðir og hugsa í kreativum loysnum.

Eg vil verða betur til: At skilja arbeiði og frítíð sundur. Haldi eg arbeiði 24/7.

Eg eri eydnurík tá: Eg haldi, at eg havi so ómetaliga nógv at vera takksom fyri og kenni meg eydnuríka, hvønn dag eg vakni.

Mín ringasti vani: Eg klári ikki at halda meg vekk frá kips. Seti eg hol á ein pakka, er hann vekk 5 min. eftir.

Yndisbýur: Tað er okkara høvuðsstaður, Tórshavn. Onki stað í heiminum er so hugnaligt og hevur samstundis alt at bjóða, sum ein stórbýur skal hava. Skal eg leita út i heim, er tað uttan iva Jerúsalem og Tel Aviv, sum standa fremst í huga. Havi verið her tríggjar ferðir, og eg elski fjølbroytni í Ísrael.

Sangur sum altíð fær meg í gott lag: Fields of Gold hjá Sting. Fær nógv góð minnir fram frá lestrartíðini í Odense.

Mítt yndisrúm í býlinum er: Køkurin. Her savnast øll rundan um borðið /køksoynna, og nú havi eg eisini fingið innrættað mær ein lesikrók í køkinum.

Yndisplagg: Tá eg altíð skal vera pent ílatin til arbeiðis, er mitt yndisplagg at sleppa í joggingklæðir, tá eg komi heim.

Eg blívi ill tá: Tá fólk ikki siga sannleikan. Leggjast skal afturat, at eg eri lættari at gerast ill, tá eg havi sovið ov lítið.

Eg eri errin av: Mínum fittu synum. Errin og stolt, at teir hvønn dag fortelja mær, at teir elska meg, tað ger meg erpna og glaða.

Mítt besta lívsráð: Ert tú fallin, er einasta loysnin at reisa teg aftur. Tað er av fallinum og niðurløgunum, at tú lærir allarbest og fær tær bestu royndirnar.




Viðkomandi greinar