Vinkonubók: Døgg Nónsgjógv
Lívsstílur

Vinkonubók: Døgg Nónsgjógv

Hesaferð, er tað 23 ára gamla Døgg Nónsgjógv, sum hevur skrivað í okkara vinkonubók. Vit kenna serliga Døgg sum tónleikara við eini vakrari og mildari songrødd. Hon var bert 17 ára gomul, tá hon við lagnum "Tú tók mína hond" av álvara gjørdi seg merkta innan føroyska tónleikaheimin. Harafturat, er Døgg útbúgvin makeupartistur innan sminku, teatur og speciel effects. Hon býr á Argjum saman við manninum Rógva og starvast í vøggustovu.  
Eftir: Irenu Dam / Mynd: Privat 20.03.2020

Vinkonubókin. Eitt nostalgiskt minni frá fólkaskúlanum. Loyndarmál, pínligar og stuttligar søgur, sum blivu deildar við tættastu vinkonurnar. Á Kvinnu vilja vit halda fast í stuttligu siðvenjuni, og hava tí gjørt okkara egnu vinkonubók. Vit spyrja sterkar, klókar og inspirerandi føroyskar kvinnur 23 spurningar um stórt og smátt. Les við í okkara vinkonubók og lær føroysku kvinnuna betur at kenna.

 Kelinavn: Døggan

Aldur: 23 ár, 24 ár 26. mars

Yndislitur: Reytt

Um eg skuldi lýst meg sjálva við trimum orðum: Kreativ, erlig og blíð.

Lívrættur: Fiskaflak við eplum og leykasmelti.

Yndisárstíð: Summar og vetur. Eg elski sjarmuna við báðum árstíðunum.

Besta bók, eg havi lisið: Eg eri akkurát byrja uppá ‘Redeeming Love’ og eg eri longu fangað.

Filmur, sum bergtók meg: Mær dámar nógvar filmar, men The Joker hevur sett síni spor.

Tá eg var lítil vildi eg verða: Djóralækni, men tann dreymurin livdi ikki serliga leingi.

Eitt gott ráð til meg sjálva sum ung: Ikki stúra so nógv.

Mítt besta keyp: Mín útbúgving sum prof. makeupartistur. Mær hevur altíð dáma væl at sminka, og havi gjørt tað síðani, eg var smágenta. Men eg hugsaði, at av tí, at útbúgvingin er so dýr, væntaði eg ikki, at dreymurin fór at gerast veruleiki. Tað, sum mær dámar so væl við at sminka, er at fáa tann natúrliga vakurleikan fram á fólki, og tá tað er teatur og speciel effects fer mann all in - tá hevur mann eitt blankt lørift, sum skal málast.

Eg eri góð til: At lurta.

Eg vil verða betur til: At lata vera við at taka sorgina uppá forskot.

Eg eri eydnurík tá: Eg havi mína familju og vinir rundanum meg.

Mín ringasti vani: At rista við beinunum, tá eg siti.

Yndisbýur: Reykjavík er mín yndisbýur, tí hann hevur hugnaligar gøtur, blíð fólk, góðar matstovur og vakrar bygningar. Samstundis, minnir hann nógv um Føroyar, bara størri.

Sangur sum altíð fær meg í gott lag: Sangirnir hjá babba eru nokk teir einastu, sum gleða meg ordiliga.

Mítt yndisrúm í býlinum er: Køkurin. Av tí eg brúki nógva tíð í køkinum, seti eg meg automatiskt niður at slappa av í køkinum og ikki í sofuni.

Yndis plagg: Kovboybuksur.

Eg blívi ill tá: Eg blívi sjáldan ill, men órættvísi ger meg kedda.

Eg eri errin av: At hava eina góða familju.

Mítt besta lívsráð: Njót løtuna.




Viðkomandi greinar