Vinkonubók: Elin Mortensen
Lívsstílur

Vinkonubók: Elin Mortensen

Í vinkonubókini hesaferð, møta vit eini kvinnu, sum torir at ganga á odda. Elin Mortensen er sendikvinna Føroya til ES. Elin, maðurin og báðir synirnir, fluttu til Brússel í 2018, og trívast stak væl í hjartanum av Evropa, hóast saknur er í familju og vinum. Elin er vaksin upp á Tvøroyri, og er útbúgvin stjórnmálafrøðingur.
Eftir: Irenu Dam / Mynd: Privat 20.04.2020

Kelinavn: Tá eg var barn, varð eg kallað lítla Elin – havi ongantíð skilt hví :)

Aldur: 40 ár.

Yndislitur: Eg elski litir - allarmest grønt. 

Um eg skuldi lýst meg sjálva við trimum orðum: Nærløgd, arbeiðssom og fyrikomandi. 

Lívrættur: Eg havi eina ørgrynnu av lívrættum. Skal eg velja okkurt annað enn røst riv og annað gott føroyskt, so er tað indiskan mat. Serliga lamb í spinat við øllum tí, sum tilhoyrir GG! Ærskjøt er sera vælegnað til slíkar rættir. 

Yndisárstíð: Várið. Tað er so einastandandi lívsjáttandi, tá páskaliljurnar fara at spíra, og tjøldrini koma aftur. 

Besta bók, eg havi lisið: All the light we cannot see av Anthony Doerr – ein rørandi søga um eina blinda franska gentu og ein týskan foreldraleysan drong undir øðrum heimsbardaga. 

Filmur, sum bergtók meg: Seinasti filmurin, eg sá, var The Two Popes. Ein hugvekjandi og nemandi lýsing av, hvussu pávaskiftið í 2013 kom í lag. Francis pávi úr Argentina er ein áhugaverdur og vísur persónur. 

Yndissendirøð: Game of Thrones. Fantasy greinin er ikki nakað, eg plagi at hyggja at, men eg gjørdist púra bitin av Game of Thrones. Ein góð søga, hugtakandi landsløg og pallmyndir, samansettir leiklutir og nógvar sterkar kvinnur.

Tá eg var lítil vildi eg verða: Fyrst vildi eg gerast frisør eins og omman á Tvøroyri. So broytti eg hugsan, og vildi gerast astronom og granska stjørnur. Úrslitið varð, at eg fór at granska eitt annað slag av stjørnum, sum kanska ikki eru eins eksotiskar. Eg gjørdist stjórnmálafrøðingur.

Eitt gott ráð til meg sjálva sum ung: Tú ert góð nokk, júst sum tú ert. 

Mítt besta keyp: Mínir Scarpa gongustilvar. Nú standa teir í Føroyum, og bíða eftir at sleppa út at njóta føroysku náttúruna....tá korona er farin avstað aftur. 

Eg eri góð til: Mær dámar stak væl at gera mat og finna nýggjar rættir. Fólk plaga at siga, at tað smakkar væl :)

Eg vil verða betur til: Royni alla tíðina at gerast betri til at vera til staðar í løtuni, og at minna meg sjálva á, at tað ber ikki til at náa alt í senn.

Eg eri eydnurík tá: Eydnan kemur í smáu løtunum – róligir sunnumorgnar, eitt gott prát, festligar løtur við vinum og familju, og tá eg eri í flow við einari áhugaverdari arbeiðsuppgávu. 

Mín ringasta vani: Eg drekki í so nógv kaffi – og so vil maðurin vera við, at eg óruddi nakað illa.

Yndis býur: Fyrst hugsaði eg at nevna stórslignar býir sum Berlin, Moskva ella Istanbul, men eg fari at siga Brússel, sum vit eftirhondini kenna rættuliga væl. Brússel er ein góður býur at búgva í við sínum altjóða dámi, mongu viðarlundum, góðu matstovunum, vøkrum arkitekturi, hugnaligu grannaløgunum og fryntligu íbúgvum. Og so eru tey heimsmeistarar í at gera sjokolátu og at bryggja øl. 

Sangur, sum altíð fær meg í gott lag: Enn eri eg ungur hjá Frændum – minnir meg um góðar og rokaligar ungdómsløtur á Tvøroyri.


Mítt yndisrúm í býlinum er: Køkurin – øll enda altíð í køkinum. 

Yndisplagg: Míni føroysku klæðir – skjúrtið og smúkkurnar eru frá ommu í Havn, og mamma hevur vovið turriklæðið, fyriklæði og møttil. 

Eg blívi ill tá: Tá vit lata okkum stýra ov nógv av sjálvsøkni heldur enn tí felags besta – og so tá dreingirnir lurta ov illa eftir ;)

Eg eri errin av: At vit hava fingið tveir so fittar og raskar dreingir, og at eg havi fingið møguleikan at umboða eitt land og eitt fólk, sum vit øll kunnu vera sera errin av. 

Mítt besta lívsráð: Minst til, at tær kenslurnar, sum kennast mest privatar, ofta eru tær mest almennu – vit eru ikki einsamøll. Ver góð við teg sjálva, hav tað stuttligt og vaska hendur!




Viðkomandi greinar