Vinkonubók: Eydna Skaale
Lívsstílur

Vinkonubók: Eydna Skaale

Tað er Eydna Skaale, sum hevur skrivað í vinkonubókina hesaferð.
Eftir: Irenu Dam / Mynd: privat 06.04.2020

Eydna var eitt stutt tíðarskeið blaðstjóri á Kvinnu. Hon er útbúgvin retorikari og starvast í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og vann í fjør altjóða røðuskrivaravirðisløn. Hon býr í Havn saman við familjuni, hon er mamma at fýra børnum - trimum gentum og soninum Benjamin, sum andaðist fyri tveimum árum síðani. Hon hevur millum annað á eydnaogsorg.blogspot.com sett orð á stóru sorgina og saknin. Í løtuni er hon í barsil, og meðan døturnar hava koronafrí hava tær báðar elstu gjørt Koronakrókin - smá videobrot við sjarmerandi og stuttligum vertum.

Kelinavn: Tað hava verið nøkur ígjøgnum lívið. Foreldrini kallaðu meg Eydnudiddan, niðri kallaði onkur meg fyri Eddike, summi hava kallað meg Eddie - og nógv kalla meg Eydnan. Ein beiggi mín plagdi syngja: “Eluette – Eydna er eitt knetti” og kallaði meg eitt tíðarskeið bara fyri Eluette, og ein annar beiggi kallaði meg javnan fyri Æne (Erne við danskari úttalu)

Aldur: 38 (og eins og Katrin í Mammasta gloymi eg nú javnan, hvussu gomul eg eri. Frá 31-39 er tað líkasum eitt sindur líkamikið við aldrinum..)

Yndislitur: Blátt og blágrønt

Um eg skuldi lýst meg sjálva við trimum orðum: So hevði eg nokk komið í neyð ;)

Lívrættur: ræst kjøt. Ella grindabúff. Ella sushi. Ella høsnarunga. Ella.. Mær dámar væl mat og at eta – serliga í góðum selskapi.

Yndisárstíð: Summar! Eingin ivi!

Besta bók, eg havi lisið: Åjø... »Glataðu spælimenninir« er ovaliga. Tað er William Heinesen, sum heild. »When breath becomes air« hjá Paul Kalanithi stendur eisini sterk. Og »Det skal mærkes at vi lever«, sum er ein samrøðubók millum Benny Andersen og Johannes Møllehave, havi eg lisið einar 10 ferðir. »Et glas mælk, tak« hjá Herbjørg Wassmo er grúsom. Men mann fær ikki lagt hana frá sær aftur. Hvørki so ella so..

Filmur, sum bergtók meg: Eg taki eitt “Lord of the Rings” marathon hvørt einasta ár. Fái líkasum abstinensir, um ov long tíð gongur ímillum.

Yndissendirøð: Havi ikki bindindi til sendirøðir. Havi bara hugt at House of Cards og Handmaids Tale. Tær vóru báðar góðar.

Tá eg var lítil vildi eg verða: Okkurt nýtt hvønn einasta dag

Eitt gott ráð til meg sjálva sum ung: Einki fer at verða, sum tú væntar. Og tað er ókey. Tak tað, sum tað kemur.

Mítt besta keyp: Húsini. Annars havi eg brúkt nógvar pengar uppá ferðir. Tá tú keypir ferðir, keypir tú ofta minnir og perspektiv uppá títt egna lív. Og tað eru altíð væl brúktir pengar.

Eg eri góð til: At umstilla og tillaga meg. Og at umseta hugskot til handling í ein fart.

Eg vil verða betur til: Timburarbeiði og at smíða. Tað er so praktiskt at duga handverk sjálv. Og so hevði eg ynskt, at eg dugdi at spæla okkurt ljóðføri – meiri enn Jingle Bells á blokkfloytu, sum evnini strekkja til beint nú.

Eg eri eydnurík tá: ..eg varnist og minnist, hvussu heppin og vælsignað eg eri - við øllum, eg havi fingið her í lívinum.

Eg eri eydnurík tá: ..eg varnist og minnist, hvussu heppin og vælsignað eg eri - við øllum, eg havi fingið her í lívinum.

Mín ringasta vani: At útseta rudding. Eg tími so ótrúliga illa at brúka tíðina til at rudda, tí tað er so nógv annað stuttligt at gera.

Yndisbýur: HAVNIN! Eingin ivi. Eg ELSKI Havnina. Og harnæst Barcelona.

Sangur, sum altíð fær meg í gott lag: Tað eru nógvir. Fyri tíðina er tað serliga “Tú vil bara hava, hava mje at renna, uttan at kenna veg..” :) Tá skrúva vit for frá, eg og døturnar.

Mítt yndisrúm í býlinum er: Køkur/stova. Tað er sentrum í mínum lívi.

Yndisplagg: Nú eg eri í barsil og koronafrí, fari eg ikki úr joggingbuksunum <3

Eg blívi ill tá: Fólk ikki fara virðiliga við mær og øðrum. Tosa hampuliga, sama hvat tú hevur at siga, tað má vera minsta krav. Óforskammað fólk kunnu veruliga øsa meg.

Eg eri errin av: Atljóða røðuskrivaravirðislønini, sum eg vann í fjør. Og at hava flutt nøkur ting fyri børn við breki í Føroyum – m.a. at tað nú eru regluligar Petøvenjingar fyri hesi børnini í Føroyum. Og so eri eg sjálv stórur fjeppari av døtrunum og Koronakrókinum ❤️

Mítt besta lívsráð: Ver fitt. Við onnur og teg sjálva. Og tak annars lívið, sum tað kemur. Tú stýrir ikki, hvat hendir, men tú kanst í stóran mun stýra, hvussu tú ert.




Viðkomandi greinar