Vinkonubók: Herborg Torkilsdóttir
Lívsstílur

Vinkonubók: Herborg Torkilsdóttir

Herborg er kend fyri at skriva og syngja sínar egnu sangir. Hon hevur givið fleiri løg út, sum lýsa tað góða og tað ringa, ið lívið hevur at bjóða. Hon er upprunaliga úr Havn, men flutti við familjuni til Nólsoyar fyri einum ári síðani. Tað er ein avgerð, hon er avbera glað fyri. Herborg er útbúgvin fangavørður, men hevur lagt lyklatyssi á hillina, aftaná 11 ár í afturlatnum fongsli Í Danmark. Í dag arbeiðir hon í Barnahúsinum "Látrið" í Nólsoy og í Reinsarínum í Havn.
Eftir: Irenu Dam / Mynd: Privat 23.03.2020

Vinkonubókin. Eitt nostalgiskt minni frá fólkaskúlanum. Loyndarmál, pínligar og stuttligar søgur, sum blivu deildar við tættastu vinkonurnar. Á Kvinnu vilja vit halda fast í stuttligu siðvenjuni, og hava tí gjørt okkara egnu vinkonubók. Vit spyrja sterkar, klókar og inspirerandi føroyskar kvinnur 23 spurningar um stórt og smátt. Les við í okkara vinkonubók og lær føroysku kvinnuna betur at kenna.

Kelinavn: HerbErg, “Hin flipputa við pannibandinum”, Herbie.

Aldur: 42.

Yndislitur: Allir brendir litir.

Um eg skuldi lýst meg sjálva við trimum orðum: (Alt for) impulsiv, kerlig og stuttlig :)

Lívrættur: Thaisuppa við nudlum og høsnarunga.

Yndisárstíð: Vár.

Besta bók, eg havi lisið: Lev stærkt, dø ung.

Filmur sum bergtók meg: “The Notebook”, tí filmurin minti meg um mína elskaðu ommu, sum doyði av Alzheimers <3

Yndissendirøð: Beint nú er tað : “Chicago Fire”, men annars eeelski eg “Grey´s Anatomy”

 Tá eg var lítil vildi eg verða: Flogterna og sangari.

Eitt gott ráð til meg sjálva sum ung: Tú ert góð nokk, bíða bara <3

Mítt besta keyp: Ein feria til Turkaland í 2012 við øllum mínum fyri at feira eina lidna móðurmerkjakrabba sjúkugongd.

Eg eri góð til: At improvisera -  við mati, hondarbeiði, tónleiki...

Eg vil verða betur til: At spæla guitar!

Eg eri eydnurík tá: Tá eg standi á einum palli og spæli mín tónleik saman við Rakul, ella tá eg eri í studio.

Mín ringasti vani: At handla áðrenn eg hugsi (hetta er tó samstundis ein av mínum bestu vanum, tí mann kemur ongan veg við at hugsa ov nógv og ov leingi!)

Yndisbýur: Mítt yndisstað er Nólsoy.

Sangur, sum altíð fær meg í gott lag: “Here comes the Hotstepper”, Ini Kamoze

Mítt yndisrúm í býlinum er: Stovan, har vit øll samlast.

Yndisplagg: Víðan niðurdeil niður til knæ, onkur fitt blusa til og svartar boots.

Eg blívi ill tá: Maðurin er irriterandi, og tað er ikki so sjáldan - “Can´t live with nore without him.”

Eg eri errin av: Mínum diddum <3 Eigi 4 deiligar gentur, sum eru 5, 9, 15 og 22 ára gamlar, og hvør fittari enn onnur.

Mítt besta lívsráð: Ikki hugsa so nógv um, hvat onnur hugsa. Hevur tú hug til at gera okkurt, so ger tað <3 (bara ikki vissi tað er nakað kriminelt!)




Viðkomandi greinar