Vinkonubók: Ingilín Didriksen Strøm
Lívsstílur

Vinkonubók: Ingilín Didriksen Strøm

Ingilín Didriksen Strøm umboðar Javnaðarflokkin í Løgtinginum. Ingilín hevur tikið útbúgving á Føroyamálsdeildini, hon hevur arbeitt í ymsum londum, men býr nú á Velbastað saman við manninum, Teiti Lassen, soninum Una Halgir, og hundinum Dexter. Í vinkonubókini kanst læra hana betur at kenna.
Eftir: Irenu Dam Mynd Rósa Tovudóttir 09.09.2020

Vinkonubókin. Eitt nostalgiskt minni frá fólkaskúlanum. Loyndarmál, pínligar og stuttligar søgur, sum blivu deildar við tættastu vinkonurnar. Á Kvinnu vilja vit halda fast í stuttligu siðvenjuni, og hava tí gjørt okkara egnu vinkonubók. Vit spyrja sterkar, klókar og inspirerandi føroyskar kvinnur 23 spurningar, um stórt og smátt. Les við í okkara vinkonubók og lær føroysku kvinnuna betur at kenna.

Kelinavn: Eg havi eitt ótrúliga løgið navn, so eg eri blivin kallað nógv ymiskt. Tað mest nýtta er helst Ingi, men eisini Pingu var populert, tá eg búði niðri.

Aldur: 28 ár

Yndislitur: Um eg skal vera eitt sindur poetisk, so sigi eg gylti liturin í vesturskininum og blái liturin í sjónum, tá ein sær niður á skeljasand. Eg eri so heppin at eiga eina systir, ið er listafólk (Silja Strøm). Hennara litsamansetingar eru ein stórur partur av okkara heimið, tí hon prýðir okkara veggir. Tað gevur mær stóra gleði og íblástur hvønn dag.

Um eg skuldi lýst meg sjálva við trimum orðum: … so verði eg ongantíð liðug at hugsa meg um.

Lívrættur: Eg giti, at eg havi skrivað í flestu vinkonubøkurnar í fólkaskúlanum, at eg vildi verða kokkur. Eg havi altíð elskað at gera mat, og elski enn at gera so nógv heimagjørt, sum yvirhøvur til ber. Og faktiskt eisini tað, sum ikki ber til. Teir bestu dagarnir og løturnar við vinfólki eru oftast løtur, har vit eru saman um at fáa matin til vega, kokkererast og eta saman. Eg eti í størstan mun vegetarisk, tó eisini tann matin, ið er rundan um okkum. Akkurát nú royna vit at tøma frystiboksina, og hava funnið upp á at gera ceviche burtur úr frystum flaki. Einki minni enn fantastiskt og ótrúliga lætt. Saftin av eini sitrón, ein teskeið av sukri og salt útyvir flak í tunnum, tunnum skivum. Sitrónsaftin tilgerð fiskin eftir 10 minuttir - ristaðar heslinøtur, hvítleyk og reyðleyk oman á, voila!

Yndisárstíð: Summarið - eingin ivi, yvirhøvur! Alt er bara eitt sindur stuttligari um summarið, og kærleikin blómar eitt sindur meir enn vanligt.

Filmur sum bergtók meg: Amélie eftir Jean-Pierre Jeunet. Hann hevur fylgt mær í nógv, nógv ár.

Tá eg var lítil, vildi eg verða: Skipari og kokkur.

Yndissendirøð: Uha, nógvar góðar. Mær dámar væl tær klassisku HBO seriurnar: The Sopranos, The Wire, Six Feet Under. Beint nú hyggi eg eftir røðini, Tynd is á DR, sum er ógvuliga viðkomandi og spennandi, og gleði eg meg til nýggjar partar av The Good Fight. Annars Handmaids Tale, Game of Thrones, GIRLS og SKAM. Har var ein ordilig rúgva.

Eitt gott ráð til meg sjálva sum ung: Sólin skínur altíð onkustaðni. Tú ert sterkari, enn tú heldur - helst saman við øðrum.

Mítt besta keyp: Eru øll tey keypini, har eg hugsaði meg betri um, og fann út av, at hatta klári eg saktans at liva uttan.

Eg eri góð til: Ikki at halda mær afturi, tí eg ikki tori eitthvørt.

Eg vil verða betur til: Eg kundi væl hugsað mær at duga betri at planleggja, serliga familjulívið. Og so eydnast hendan súrdeiggjdillan ikki ordiliga hjá mær…

Eg eri eydnurík tá: Eg hugsi um, hvussu heppin eg eri, at hava so góð fólk rundan um meg. Og aftan á eitt dypp í sjónum.

Mín ringasti vani: Ikki at gera ting liðug. Her hugsi eg serliga um tað húsliga. Vaskiklæðir og eg, vit eru ikki serliga væl, og eg hati at gera reint. Men eg havi onga ambitión um, at tað skal broytast. Eg hugsi, at sumt má vera eitt sindur ógjøgnumført, annars er ikki balansa í… ella hvat?

Yndissangur: “Suzanne” hjá Leonard Cohen, og “She Lives in the North” hjá Teitur. Eg eri so heppin, at vera umgird av tónleiki heima, tí maður mín er tónleikari. Um eg skuldi valt ein einasta tónleikara at hoyrt restina av lívinum, so hevði tað verið hann. Uttan iva, og tað er heppið. Annars koyrir Christine and the Queens nógv her heima fyri tíðina, tí bæði eg og sonurin elska tað.

Eg eri so heppin, at vera umgird av tónleiki heima, tí maður mín er tónleikari. Um eg skuldi valt ein einasta tónleikara at hoyrt restina av lívinum, so hevði tað verið hann. Uttan iva, og tað er heppið

Mítt yndisrúm í býlinum er: Sindur snýt, men eg fari at siga garðurin. Garðurin, skal sigast, er ikki rættiliga ein garður, men heldur nakrar ússaligar veltur og plantukassar. Enn. Einki er betri enn angin av mold, frísk luft og at fáa eitthvørt at vaksa. Serliga, um tað kann etast, og serliga um sonurin hjálpir mær at seta niður og sáa.

Yndisplagg: Mín ketilsdrakt. Eg eri altíð køld, men sjáldan tá eg eri í henni.

Eg blívi ill tá: Fólk gera sín egna veruleika, uttan at fyrihalda seg til heimin uttan um tey. Og tá eg verði misskilt.

Eg eri errin av: Mínum hundi, sum dugir nógv triks. Tvætl. Eg eri errin av soninum, Una Halgir, Teiti, mínum systrum og mínum foreldrum. Og mínum vinkonum… og Dexter, hundinum, eisini.

Besta bók, eg havi lisið: Hetta er ein heilt ógjørligur spurningur! Serliga tí eg veit, at har eru so nógvar bøkur har úti, ið bara liggja og bíða eftir mær. Bøkur kunnu vera fakliga mennandi, eitt gott stað at vera, undirhaldandi, troystandi í júst teirri røttu løtuni. Mær dámar væl at lesa bøkurnar eftir Haruki Murakami, serliga 1Q84, tí tær eru eitt gott stað at vera, melankolskar og eitt sindur skeivar. Ein klassikari, ið hevur ríkað mítt lív, er heilt sikkurt Móðir Sjeystjørna eftir William Heinesen. Fakbókin, ið hevur ávirkað meg mest, er helst Doughnut Economics eftir Kate Raworth, og Sítt egna rúm eftir Virginiu Wolf áttu øll at lisið.

Yndisbýur: Keypmannahavn, Tórshavn og Berlin eru býirnir í mínum lívið. Í Keypmannahavn varð eg vaksin, í Berlin var eg við barn, og í Tórshavn (og á Velbastað) livi eg saman við míni familju og vinfólki.

Mítt besta lívsráð: Mann kann ikki alt altíð, men man kann altíð royna.




Viðkomandi greinar