Vinkonubók: Katrin Jacobæus
Lívsstílur

Vinkonubók: Katrin Jacobæus

Tú kennir kanska Katrina Jacobæus frá blogguni Mammasta her á kvinna.fo, har hon á erligan og undirhaldandi hátt bjóðar okkum við inn í sítt mammulív. Hon er gift við Sjúrði og saman hava tey Rakul og Lív. Hon er fysioterapeutur og starvast dagliga á Landssjúkrahúsinum. Les hennara vinkonubók her.
Eftir: Irenu Dam / Mynd: Privat 03.03.2020

Vinkonubókin. Eitt nostalgiskt minni frá fólkaskúlanum. Loyndarmál, pínligar og stuttligar søgur, sum blivu deildar við tættastu vinkonurnar. Á Kvinnu vilja vit halda fast í stuttligu siðvenjuni, og hava tí gjørt okkara egnu vinkonubók. Vit spyrja sterkar, klókar og inspirerandi føroyskar kvinnur 23 spurningar um stórt og smátt. Les við í okkara vinkonubók og lær føroysku kvinnuna betur at kenna. 

Kelinavn: Havi einki, men bæði maður og pápi mín hava óheftir av hvørjum øðrum kallað meg Katrinski.

Aldur: 38. Men eg gloymi í heilum, hvussu gomul eg eri. Á jólum í fjør segði eg við mannin, at eg ikki mintist, hvat vit gjørdu, tá eg fylti 39...

Yndislitur: Gult! Uttan iva. Eg havi málað gólvið í kamarinum hjá okkum gult – so ímyndi eg mær, at eg vakni til summar hvønn dag.

Um eg skuldi lýst meg sjálva við trimum orðum: Ótolin, uppfinningarsom og vanliga stuttlig.

Lívrættur: Pitabreyð við ymiskari fyllu. Eg eeelski henda einkulta og góða matin.

Yndisárstíð: Vár og heyst, um eg sleppi at velja tvey. Har eru so stórar og vakrar broytingar, og sinnalagið fylgir væl við hesum.

Besta bókin eg havi lisið: Jordens Søjler. Eg droymdi um hana, meðan eg las hana, og fekk illa lagt hana frá mær.

Filmur, sum bergtók meg: Lilya 4 Ever! Eg var í biografinum Grand Teater. Eg græt og græt allan vegin heim.

Yndissendirøð: Friends. Hon er enn stuttlig! Og har eru óteljandi sitat, sum enn kunnu fáa fólk at flenna.

Tá eg var lítil, vildi eg verða: Tað minnist eg ikki. Men eg haldi, at tað var sjúkrasystir. Men so fann eg útav, at mann skal arbeiða náttarvaktir og vikuskiftir. Eg eri a-fólk burturav, og kann undir ongum umstøðum vera vakin um náttina, og eg klári heldur ikki at sova um dagin. Eg havi roynt, men tað riggaði slett ikki.

Eitt gott ráð til meg sjálva sum ung: Nýtist ikki at mussa so nógvar froskar og slett ikki at vera forelskað í øllum. Summir vera pínligir at nevna, tá mann verður eldri.

Mítt besta keyp: Langar ferðir út í heim.

Eg dugi væl: At taka tingini, sum tey koma.

Eg vil duga betur: At halda deadlines. Tað var eisini ein trupulleiki, tá eg gekk til royndir, tá eg las.

Eg eri eydnurík tá: Eg eri eydnurík, sjálvt um tað ikki altíð er eyðsæð.

Mín ringasti vani: Óruddi øðiliga illa.

Yndisbýur: Tað hevði verið kul, at sagt New York ella okkurt líknandi. Men Tórshavn og Keypmannahavn eru ikki at forsmáa. Helst mest Keypmannahavn, har ber til at liggja og dasa í parkum, skógum, svimja í sjónum... Eg havi nokk mest serlig minnir úr Keypmannahavn og ynski mær ein málning, sum lýsir hetta. Eg veit tó ikki, hvussu hesin sær út.

Sangur sum altíð fær meg í gott lag: Teir, sum eg dugi at syngja við til. Eg eri ikki so nógv til tað nýggja. Eri føst í 90’unum og 00’unum.

Mítt yndisrúm í býlinum er: Stovan. Hon er lívæðrin í húsinum. Her heima eru durur, køkur og stova í einum.

Yndisplagg: Mín páfuglablusa.

Eg blívi ill tá: Eg havi sovið ov lítið....

Eg eri errin av: Tað eru míni børn, sum kunnu gera meg erpna. Kliché, men tað er so.

Mítt besta lívsráð: Oyje... Jú! Einki er konstant. Tingini broytast, góð sum ring. Njót, tá tað gongur væl og minst til, at sjálvt korona-virus fær ein enda.




Viðkomandi greinar