Vinkonubók: Lena Anderssen
Lívsstílur

Vinkonubók: Lena Anderssen

Lena Anderssen hevur í dag skrivað í okkara vinkonubók. Lena er ein av okkara kendastu kvinnuligu tónleikarum, hon er bæði sangarinna, sangskrivari og komponistur. Við stórum hittum sum I Still Love You og Oh My Lady, hevur hon vunnið okkara hjørtu. Lena býr í Hoyvík saman við manninum Niclas, men tey ferðast nógv í samband við teirra arbeiði innan tónleikin.
Eftir: Irenu Dam / Mynd: PR 15.06.2020

Vinkonubókin. Eitt nostalgiskt minni frá fólkaskúlanum. Loyndarmál, pínligar og stuttligar søgur, sum blivu deildar við tættastu vinkonurnar. Á Kvinnu vilja vit halda fast í stuttligu siðvenjuni, og hava tí gjørt okkara egnu vinkonubók. Vit spyrja sterkar, klókar og inspirerandi føroyskar kvinnur 23 spurningar um stórt og smátt. Les við í okkara vinkonubók og lær føroysku kvinnuna betur at kenna. 

Kelinavn: Trolla Stúrus

Aldur: 45

Yndislitur: Reytt

Um eg skuldi lýst meg sjálva við trimum orðum: Sensitiv, sterk, kærleiksfull.

Lívrættur: Ræstur fiskur við garnatálg og spiki.

Yndisárstíð: Vár er mín yndisárstíð, tí fyri meg symboliserar várið vón. Dagarnar gerast longri, tú sært alt byrjar at spretta og verða meira litríkt. Luftin verður lýggjari, og tað angar av øllum, sum grør. Várið kemur sum eitt troystandi, lívgandi klemm aftaná myrka, kalda veturin.

Besta bók, eg havi lisið: She’s Come Undone – Wally Lamb.

Filmur sum bergtók meg: Shawshank Redemption

Yndissendirøð: Three’s Company

Tá eg var lítil vildi eg verða: Havbiologur

Eitt gott ráð til meg sjálva sum ung: Gev ikki upp!

Mítt besta keyp: Allir ferðaseðlarnir millum Føroyar og Kanada at vitja míni kæru.

Eg eri góð til: At arbeiða undir trýsti.

Eg vil verða betur til: At handla nú og ikki útseta til ímorgin.

Eg eri eydnurík tá: Eg spæli.

Mín ringasta vani: At grenja.

Yndisbýur: Vancouver er mín yndisbýur, tí har býr pápi mín, og har búði eg í fleiri ár bæði sum smágenta og seinni saman við Niclasi. Vancouver er ein stórbýur, sum kortini hevur vakra náttúru. Stór fjøll fyri norðan, trø, hav, áir. So tú fært líka sum “the best of both worlds”.

Sangur sum altíð fær meg í gott lag: You Get What You Give – New Radicals.

Mítt yndisrúm í býlinum er: Køkurin.

Yndisplagg: Ein grøn og gul puntut skjúrta, sum eg havi arvað frá mínum norska abba. Han var frælsisstríðsmaður undir seinna heimsbardaga í Norra, og skjúrtan er keypt ímóti endanum av krígnum av pápa hansara - langabbanum hjá mær.

Eg blívi ill tá: Eg hoyri fólk tosa ljótt við síni børn.

Eg eri errin av: Manninum hjá mær – Niclas Johannesen.

Mítt besta lívsráð: Latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara.




Viðkomandi greinar