Vinkonubók: Ruth Vang
Lívsstílur

Vinkonubók: Ruth Vang

Í dag hevur Ruth Vang skrivað í okkara vinkonubók. Ruth er útbúgvin ljósmóðir og HD í fíggjarstýring og roknskapi. Í dag starvast hon sum løgtingskvinna, og er fyri stuttum blivin forkvinna í Framsókn. Ruth er búsitandi í Tórshavn, gift og eigur trý børn.
Eftir: Irenu Dam / Mynd: Privat 15.06.2020

Kelinavn: Onki varandi í øllum førum.

Aldur: 53 í nakrar dagar afturat.

Yndislitur: Tað valdast, hvar liturin skal brúkast. Fólk siga ofta, at mær klæðir grønt. Av onkrari fyri mær duldari orsøk, havi eg ein serligan tokka til ljósareytt.

Um eg skuldi lýst meg sjálva við trimum orðum: Erlig, áhaldin og forvitin.

Lívrættur: Mær dámar alt ov væl næstan allan mat, italskur matur er einfaldur, uppskriftirnar krevja sjáldan fleiri enn eini fimm ymisk sløg av tilfari, og so smakkar hann bara væl.

Yndisárstíð: Eg hevði lættast kunna liva uttan veturin, men mær leingist ofta eftir komandi árstíðini, tá tann núverandi er farin at halla.

Besta bók, eg havi lisið: Havi lisið nógvar, nógvar góðar bøkur, serliga í yngri árum og tað hevur ríkað mær lívið. Hatti mær ikki undir at velja bara eina.

Filmur, sum bergtók meg: Eisini nógvir filmar hava bergtikið meg ígjøgnum lívið. Men teir eru fáir, sum eg tími at síggja fleiri ferðir. Franski filmurin Amélie er ein av teimum.

Mær dámar at hugsa meg væl um, men tíðum gerst tað til grublarí, sum seinkar avgerðum. 

Yndissendirøð: Mad Men hevði nakað serligt yvir sær. Harafturat er tað sera læruríkt at síggja Matador við jøvnum millumbilum. Sendirøðin lýsir so væl menniskjakorini ígjøgnum lívið, og tú upplivir hana øðrvísi hvørja ferð, alt eftir, hvar tú sjálv ert í lívinum.

Tá eg var lítil vildi eg verða: Alt møguligt. Flogterna var eitt tað fyrsta ítøkiliga, minnist meg rætt.

Eitt gott ráð til meg sjálva sum ung: Lívið gongur skjótt, skjótari fyri hvørt ár. Bíða ikki við tí, sum hevur týdning.

Mítt besta keyp: Tað veit eg slett ikki. Men eg eri góð við flestallar málningar og listaverk, vit hava keypt.

Eg eri góð til: Eg dugi sera væl at gloyma og leggja keðilig ting afturum meg. Maðurin argar meg við, at eg fortreingi. Tað kemur væl við í politikki.

Eg vil verða betur til: Øll møgulig praktisk ting.

Eg eri eydnurík tá: Tá eg veit, at øll míni kæru hava tað gott. Góð minnir gera meg eisini eydnuríka.

Mín ringasta vani: Mær dámar at hugsa meg væl um, men tíðum gerst tað til grublarí, sum seinkar avgerðum. Mær dámar at hugsa meg væl um, men tíðum gerst tað til grublarí, sum seinkar avgerðum.

Yndisbýur: Eftirhondini havi eg tað soleiðis við stórbýartúrum, at bara ferðalagið er gott, so hevur tað minni at siga, hvar vit fara. Men London er altíð eitt gott boð.

Sangur, sum altíð fær meg í gott lag: Eg eri lætt ávirkilig, tá tað kemur til tónleik og brúki tað tilvitað. Treingi eg til eina jaliga innspræning, spæli eg t.d. ‘Lily was here’ við Candy Dulfer og Dave Stewart.

Mítt yndisrúm í býlinum er: Havi nýliga innrætta mær skrivstovu í einum kamari, sum annars ikki bleiv nógv brúkt. Her trívist eg sera væl. Annars trívist eg væl uttanfyri, nú várið er komið.

Yndisplagg: Hendan veturin havi eg átt bæði vetrarfrakka og jakka, sum eg havi verið sera glað fyri, tí teir eru so heitir og góðir at vera í. Veit ikki, um teir endiliga eru so smartir.

Eg blívi ill tá: Eg øsi meg skjótt og ofta, tá eg upplivi okkurt, sum eg haldi er spinnandi galið. Men eg blívi øgiliga skjótt góð aftur, og tað er langt ímillum, at eg gerist alvorliga ill.

Eg eri errin av: Manni og børnum og at tað er púrasta óreingiligt, at eg eigi heimsins fittastu ommubørn.

Mítt besta lívsráð: Tað sum tú ger, ger tað so gott, sum tú kann.




Viðkomandi greinar