Vinkonubók: Sølvá Joensen
Lívsstílur

Vinkonubók: Sølvá Joensen

Sølvá Jansdóttir Joensen skrivar í okkara vinkonubók. Sølvá er ein kvinna við nógvum dreymum og nógvum jørnum í eldinum. Hon býr í Klaksvík, gift við Hans Jacob og saman eiga tey dóttrina Jórun. Sølvá er útbúgvin bachelor í føðslu og heilsu, persónligur venjari og vanavegleiðari. Harumframt er hon sjálvstøðug vinnurekandi og rekur fyritøkuna SØLVÁ, sum hevur fokus á føðslu, heilsu og venjing, eitt nú online persónlig venjing, Venjara í lummanum, undirvísing, coaching og vegleiðing innan heilsu.
Eftir: Irena Dam / Mynd Klara Johannesen 26.07.2020

Vinkonubókin. Eitt nostalgiskt minni frá fólkaskúlanum. Loyndarmál, pínligar og stuttligar søgur, sum blivu deildar við tættastu vinkonurnar. Á Kvinnu vilja vit halda fast í stuttligu siðvenjuni, og hava tí gjørt okkara egnu vinkonubók. Vit spyrja sterkar, klókar og inspirerandi føroyskar kvinnur 23 spurningar, um stórt og smátt. Les við í okkara vinkonubók og lær føroysku kvinnuna betur at kenna.

Kelinavn: Eg eiti eftir ommu míni, ið ofta verður kallað Sølla, so av tí sama rópa summi meg eisini tað. Annars má tað vera ‘didda’, sum mínir fittu lítlubeiggjar kalla meg ;)

Aldur: 27 ár

Yndislitur: Blátt

Um eg skuldi lýst meg sjálva við trimum orðum: Erlig, treisk og ótolin

Lívrættur: Einki er sum ein heimagjørd lasagna við lekkrari salat afturvið

Yndisárstíð: Heystið

Besta bók, eg havi lisið: Nú eri eg ikki nakar bókormur, men eg royni at fáa ljóðbøkur meira inn í gerandisdagin (gongur ikki ov gott). Tann seinasta bókin eg havi lisið, man nokk vera Den kærlighed som sætter fri, og hon er góð!

Filmur sum bergtók meg: Lion. Eg græt í fleiri dagar aftaná ;)

Yndissendirøð: Eg eri slett ikki sendirøðtypan, so tað eru fáar, eg havi sæð. Tó elski eg at hyggja eftir Sporløs og Løvens Hule, tá eg havi tíð til tað.

Tá eg var lítil, vildi eg verða: Tannlækni

Eitt gott ráð til meg sjálva sum ung: Ver tú og lær teg at skilja frá! Tú kanst ikki pleasa øllum, Sølvá!

Mítt besta keyp: Stuttligur spurningur. Man keypir so nógv, at man gloymir at hugsa um, hvat veruliga er neyðugt og ikki. Men nú eg hugsi um tað, so er tað teldan, eg keypti, tá eg fór á student. Hon hevur verið mær kær, og brúki eg hana enn.

Eg eri góð til: At leypa framav, hihi. Nei, annars haldi eg, at eg eri góð til at hava nógvir bóltar í luftini í senn.

Eg vil verða betur til: At slappa meira av, tá eg havi frí, og ikki altíð vera on!

Eg eri eydnurík, tá: Ja, nær eri eg eydnurík? Eg eri altíð eydnurík. Eg eri so heppin at hava ein fantastiskan mann, ið stuðlar mær í øllum. Eri mamma at tí fittastu gelluni, og so havi eg deiliga familju og góð vinfólk. So eg havi tað sum blomman í egginum!

Mín ringasti vani: Eg bíti negl, og tað er als ikki dámuligt!

Yndisbýur: Einki er sum Keypmannahavn

Sangur, sum altíð fær meg í gott lag: Fyri tíðina lurta eg og dótturin eftir Ævintýraferðini, og har fær “Brúka bara pippið” altíð smílið fram.

Mítt yndisrúm í býlinum er: Nú hava vit eini spildurnýggj hús, so eg havi ikki ordiliga funnið mítt yndisrúm enn. Men tað man nokk fara at vera køkurin/stovan, har vit hava fantastiskt útsýnið yvir Klaksvíkina. Tað rúmið er so deiliga opið og ljóst!

Yndisplagg: Einki er sum venjingartights- og klæðir. Tíbetur er tað eisini mín arbeiðsbúni!

Eg blívi ill tá: Fólk koyra ov seint og IKKI blinka!

Eg eri errin av: Uha tað er so nógv, eg eri errin av! Eg eri ómetaliga errin av at vera komin her til, sum eg eri í dag. At eg eri kona til mannin, mamma, at eg arbeiði við tí, eg elski, eri sjálvstøðug vinnurekandi við tveimum fyritøkum og megni (næstan altíð) tað, eg seti mær fyri.

Mítt besta lívsráð: Sum teir siga í sanginum oman fyri: “Um tú vilt, so ber ALT til!”




Viðkomandi greinar