Vinningar og gávuposi til Kvinnurenningina 2021
Lívsstílur
Vinningar og gávuposi til Kvinnurenningina 2021
Allar, sum melda seg til Kvinnurenningina, fáa ein stóran gávuposa við ymiskum lekkrum vørum, umframt eina renniblusu frá Craft. Eisini verður lutakast um góðar vinningar. Her sært tú, hvat verður í gávuposanum, og hvørjar vinningar lutakast verður um.
Eftir: Ingrid Bjarnastein 09.04.2021

Árliga Kvinnurenningin verður leygardagin 29. mai á Tórsbreyt, og við eini tilmelding fært tú ein lekkran gávuposa við vørum og avsláttarkortum, umframt at tú ert við í stóra lutakastinum um góðar vinningar eftir renningina á Vaglinum í Havn.

Tú kanst melda teg til Kvinnurenningina her

Í gávuposanum er:
Lekkur renniblusa frá Craft (virði: 250 kr)

Harumframt fært tú ein leskandi drykk frá Aqua d’Or, Texturizing Salt Spray frá Balmain, hálsrør frá Fólkaheilsuráðnum, dag- og náttkrem frá ECOOKING, ymiskt søtt og gott frá Damfar, ítrottarkakao frá Røsku, orkudrykk frá State, avsláttarkort frá Intersport, Cosméto, Jógvan Weihe, Stokkar.fo og Guðrun & Guðrun. 

Renningin endar á Vaglinum við myndatøku, frukt og vatni, umframt einum lutakasti um góðar vinningar.