Vit foreldur eiga at uppala genturnar til at taka ræðið á egnum lívi
Lívsstílur
Vit foreldur eiga at uppala genturnar til at taka ræðið á egnum lívi
Døturnar skuli alla tíðina fáa at vita, at tær kunna tað sama sum dreingirnir og øvugt. Kynini eru ymisk, men tað nýtist ikki at vera so, at annað kynið skal vera við undirlutan fyri tað, sigur Hansina Iversen í grein um vinalag, aldur, kærleika, arbeiði og annað, ið lívið hevur lært hana
Eftir: Bjørg Mohr Johnsson / Myndir: Amy Hansen 23.02.2023

Hansina Iversen hevur útbúgving í myndlist frá ListaháskólaÍslands og Listaakademinum í Helsinki. Hon arbeiðir burturav við myndlistini og hevur gjørt tað í nøkur ár.

... um vinarlag
Góðir vinir eru av alstórum týdningi, tað kunna tey flestu óivað verða samd um. Atkunna minnast aftur á ymiskt í lívinum erstuttligast og áhugaverdast, tá tað verðurgjørt saman við vinum. Tað er so áhugavert, hvussu ymiskt vit minnast somu hendingar, og hvussu vit onkuntíð hava heilt ymiskar kenslur um somu upplivingar. Ein gomul vinkona og ein gamal vinmaður, eru tíni lívs vitni. Eg havi knýtt vinarbond gjøgnumalt lívið og havi nakrar fantastiska góðar og klókar vinkonur og vinmenn.

Eg havi altíð kent tað møðsamt at skula finna mannfólk, altso soleiðis til at parast saman við

...um arbeiði
Eg havi eitt arbeiði, sum ikki bert er mítt arbeiði, men eisini ein partur av mær sum persóni mínum lívsstíli og øllum mínum relatiónum, privatum sum professionellum. Tá eg byrjaði á Myndlista- og handíðaskóla Íslands í 1989, visti eg, at myndlistin fór at verða mítt yrki. Eg havi síðan tá verið treisk og noktað at lata nakað fora fyri tí.

...um aldur
Aldur er góður fyri sjálvsálitið, men ringur fyri útsjóndina, soleiðis er tað! Ella hvat? Eru vit ikki serliga fokuseraðar uppá aldur og útsjónd í dag og hava fullkomiliga órealistist krøv til okkum sjálvar. Tað er sum um, at vit hava gloymt, at aldurdómur eisini er vakur.

...um avbjóðingar
Eitt lív uttan avbjóðingar finst ikki. Hvussu vit takla avbjóðingarnar, ger munin á, hvussu vit hava tað. Eg havi tíbetur tolna og klókar vinkonur, sum hava verið noyddar at leggja oyra til mangt og hvat, tá eg havi havt avbjóðingar, bæði lítlar og stórar. Tað besta, sum tær hava víst mær á, er, at vera realistisk. Gjøgnum samrøðurnar við tær, læri eg meg sjálva eitt sindur betur at kenna, og eg veit so nøkulunda, hvat eg kann vanta av mær sjálvari. Og eg verði noydd at góðtaka mínar avmarkingar eisini. Annars kann eg siga, at aldurin hjálpir lítið uppá tað, at taka av avbjóðingum. Man stendur sum eitt býtt hvørja ferð og ger ofta somu feilir aftur og aftur. Irriterandi! Men aldurin hevur lært meg at velja, hvørjar avbjóðingar eg vil taka mær meira av enn aðrar.

...um kærleika
Og stórstur av øllum er kærleikin. Kærleikin veksur við aldrinum. Tað er kanska tí, at tilvitið um, at ongin er fulkomin og allar minst eg sjálv, ger tað lættari at elska og at fyrigeva. Tað er minni vigtigt, at tað verður sagt ella lýst í orðum, tí eg kenni kærleikan í gerðum. Men tað er fantastiskt at kunna og hava møguleikan, at siga við tey, tú ert góð við, “eg elski teg” og umvent. Eg havi búð uttanlands ein stóran part av lívinum, og tá sonurin var vorðin so mikið stórur, at hann skuldi byrja í skúla, tóku vit avgerðina um at flyta heim til Føroyar. Tað var eisini ein spurningur um børnini skuldu verða danir ella føroyingar. Vit bæði foreldrini eru úr Føroyum, so spurningurin var átrokandi. Sum sagt tóku vit avgerðina um at flyta heim, og tað havi eg ongantíð angrað. Tað er sum um, at alt fall upp á pláss inni í mær. Kærleikin varð meira nærverandi og veruligur her, tí stórsti parturin av okkara familju býr her.

Tað er ræðuliga løgið at uppliva kroppsliga forfallið, tá man er vorðin omanfyri 50. Um tú spyrt míni nærmastu, vilja tey sikkurt vera við, at eg eri í stórari kreppu um júst tað. Mamma sigur, at eg átti at skammast. Og hon hevur rætt, hon hevur altíð rætt

...um menn
Eg havi altíð havt mannligar vinir, og teimum trívist eg saman við. Men tá tað kemur til at hava parlag við menn, hevur gingið minnið gott. Eg havi altíð kent tað møðsamt at skula finna mannfólk, altso soleiðis til at parast saman við. Ikki fyrrenn eg var 30 ár, fann eg ein mann, sum eg kundi vera avslappað saman við, og sum eg var góð við. Vit hildu saman í 14 ár og fingu tvey praktfull børn. Tað eru nógvir fittir menn, men eg kann ikki vera saman við onkrum, tí tað er tað, mann skal. Eg skal vera tiltrekt, at manninum og forelskað í honum, eisini eftir eina tíð. Forelskilsi er ikki tað sama, sum at vera forlipt ella bara at dáma ein. Tað er so ofta, at eg kann blíva forlipt í onkrum, men tað kann forsvinna líka so skjótt, sum tað kom. Kanska eri eg bangin fyri at verða tikin av ræði og ikki kunna verða eg sjálv... Men lat okkum nú síggja, hvat lívið hevur av avbjóðingum á hasum økinum nú.

...um børn
Tá eg var barn, kendi eg ikki til, at tað vóru løgd bond á meg, tí at eg var genta. Eftirhondini, sum eg vaks upp, dugdi eg tó at síggja, at tað var mest sum altavgerðandi, hvat kyn eg var, og tað hevur oftað gjørt meg innilukkaða og forsagda. Eg kann blíva so forbannað ørg um tað til tíðir, men tað nyttar ikki at blíva við at argast. Tað, sum eg kann gera nú, er at royna av øllum alvi at berjast móti samfelagsligu normunum og geva dóttur mínari árræði og fáa hana at kenna seg, sum sjálvsagdan lim í samfelagnum á sama stigi, sum øll onnur. Vit foreldur eiga at uppala genturnar til at taka ræðið á egnum lívi og av samfelagsviðurskiftum. Døturnar skula alla tíðina fáa at vita, at tær kunna tað sama sum dreingirnir og øvugt. Kynini eru ymisk, men tað nýtist ikki at vera so, at annað kynið skal vera við undirlutan fyri tað. Børnini eru framtíðin, so børn, gentir og dreingir, skulu takast í álvara, og vit vaksnu mugu kýta okkum og lata teimum bestu góðsku í øllum viðurskiftum. Rokni við, at vit fáa ein frægari heim so. Og lat tey endiliga verða børn, so leingi sum gjørligt!

...um sex
Uha, tað er eitt sindur at fara út um mark, at tosa um sex í almennum blað. Sex er privat. Men gott sex hevur stóran týdningí parlagnum, og tað er best, tá kærleiki er uppi í.

...um kroppin
Tað er ræðuliga løgið at uppliva kroppsliga forfallið, tá man er vorðin omanfyri 50. Eg havi satt at siga eitt sindur ilt við at góðtaka tað. Um tú spyrt míni nærmastu, vilja tey sikkurt vera við, at eg eri í stórari kreppu um júst tað. Mamma sigur, at eg átti at skammast. Og hon hevur rætt, hon hevur altíð rætt. Eg havi altíð verið forfeingilig. Eg hevði tó ikki kunnað hugsað mær, at gjørt nakað kunstigt við tað, so sum at fáa plastoperatiónir og annað. Tað haldi eg vera eitt sindur syrgiligt og ofta sær tað ræðuligt út. Verri, nógv verri enn náttúrligt elli. Eg kundi hildið kroppin betur í form,um eg vandi okkurt kroppsligt, men at ganga fast til okkurt passar ómetaliga illa inn í gerandisdagin hjá mær, sum altíð er óskipaður. Men kanska eg má royna.

...um lívið og deyðan
Deyðin er keldan til at liva lívið. Eitt lívverður livað, tí deyðin er ófrávíkiligur. Tágomul fólk doyggja, er tað lætt at góðtakadeyðan, tá er hann náttúrligur. Men tádeyðin tekur tey yngru og børnini, er taðótolandi, og mann hevur hug at mana altónt yvir alt og øll og siga, hvat fanin ermeiningin? Men tann kenslan fer og líviðmá livast víðari. Virðingin fyri lívinum ereisini, at tey deyðu liva so leingi, sum vitliva og doyggja, tá vit doyggja. So lív ogdeyði kunna ikki skiljast sundur.
Lívið er stutt, men tað veit manikki, tá man er ung, og soleiðis skal taðvera. Annars høvdu vit tikið ov fáar kjansir.Við aldrinum gerst tann tilvitskan sjálvandialt eygljósari, men tá hevur mann vónandifingið so mikið av royndum, at mann kannvelja sínar kjansir betur og skippa tað, sum er tvætl.

Greinin var upprunaliga prentað í Kvinnu á summri í 2018