Tá Lív Næs framførdi á Summarfestivalinum í Klaksvík í 2009, stóð Tróndur Enni millum áskoðararnar. Tá hann seinni framførdi sama kvøld, stóð Lív á fremstu røð. Eftir konsertina fekk Lív lívsins besta koss, og so varð fast teirra millum. Har var einki at gera. Tað skuldi verða tey bæði, og tey funnu uppá alskyns umberingar bara fyri at vera saman. Nú býr fólkakæra tónleika-parið á Tvøroyri saman við báðum børnunum, sum síðan eru løgst til, har tey eru virkin í nærumhvørvinum og í tónleikinum.
Tróndur, hvør vart tú tá í 2009?
Tróndur: - Eg var eitt sindur leitandi, og framtíðin var opin. Eg hevði búð uttanlands í Íslandi og í Danmark í nøkur ár og búði tá aftur á Tvøroyri, har eg eisini átti eini hús og undirvísti á musikkskúlanum hálva tíð og spældi annars nógv til dans í vikuskiftunum.
Hvør vart tú tá, Lív?
Lív: - Tað eru tíggju ár á muni millum meg og Trónd, og eg var jú akkurát liðug á miðnámi. Eg var eitt sindur "farvæl Føroyar!" ella so akkurát tá. Eg hevði fingið samband við ein tónleikaframleiðara í Keypmannahavn, og eg hevði ætlanir um at flyta niður saman við systur míni, Fríðu, sum var undir lestri. Eg møtti Tróndi fyrst í augustmánaði í 2009, og seinni sama mánað skuldi eg flyta niður. Eg føldi, at eg skuldi og mátti flyta niður, og tað gjørdi eg eisini. Men eg var blivin ORDILIGA forelskað. Tað var ræðuliga hart, tí knappliga vildi eg ikki avstað, og eg visti eisini, at tað var ov ørt ikki at fara orsakað av einum forelskilsi, sum bara var vikur gamalt. Longsilin eftir Tróndi myndaði tíðina hjá mær í Keypmannahavn, og eg yvirgav meg ongantíð til Danmark, tí eg fór at síggja aðrar dreymar í Føroyum saman við Tróndi.
Tróndur: - Eg vildi ikki siga tað við hana tá, men eg helt, at hon í veruleikanum hevði kunnað klárað at bygt okkurt upp innan tóleikin í Føroyum við at vera her heima eina tíð fyrst. Eg var kanska egoistiskur, tí eg vildi ikki hava hana at fara avstað!
Lív: - Men tú læt meg fara avstað.
Tróndur: - Ja, tú fórt avstað.
Lív: - Eg fór so niður og skuldi arbeiða við einum donskum framleiðara, sum sjálvur hevði familju og ein gerandisdag. Hann kontaktaði meg, tá hann hevði stundir, og eg føldi eitt sindur, at eg var í bíðistøðu. Eg hevði einki annað at gera har, og tí fekk eg mær okkurt tilvildarligt starv við síðuna av... Eg veit ikki. Tað var vetur, myrkt og keðiligt... og so longdist eg eftir Tróndi. Hendan tíðin var eitt sindur baldrut, so eg endaði við at fara heim aftur til Føroya longu í desember sama árið. Og eg flutti suður til Tvøroyrar longu í januar. Eg var troytt av at sita í Keypmannahavn og leingjast, og eg vildi ikki framhaldandi sita í Havn og leingjast... Tað var kanska ørt, men tað føldist so natúrligt tá at flyta. Eisini tí at Tróndur hevði hús og starv har, og eg hevði hvørki í Havn.

Tróndur: - Men vit fluttu longu norður til Havnar summarið eftir, tá Lív fór á læraraskúla. Ella tá ferðaðust vit eitt sindur ímillum í eitt tíðarskeið.
Lív: - Eg legði skjótt merki til, at øll familjan hjá Tróndi var í hornorkestrinum á Tvøroyri. Bæði mamman, pápin, beiggin, systirin og hann. Tað fylti ekstremt nógv, og eg føldi meg eitt sindur uttan fyri alt hornorkestur-prátið. Eg hugsaði tá, at eg antin kundi vera irriterað inn á tað ella sjálv fara uppí. Eg spurdi Trónd, um hann helt, at eg hevði ein kjans at sleppa upp í hornorkestrið... hahaha. Eg hevði ongantíð spælt horn í mínum lívi, men eg fór at venja og slapp at spæla triðju kornett, so tað var ordiliga stuttligt. Eg ferðaðist tí suður hvørt mánakvøld at venja í hornorkestrinum, meðan eg gekk á læraraskúla. Eg haldi, at vit hava funnið upp á umberingar alla tíðina bara fyri at sleppa at vera saman.
Hvussu kundi tú blíva so forelskað so skjótt?
Lív: - Á Summarfestivalinum visti eg tað bara. Eftir at eg hevði lurtað eftir honum, fóru vit og fingu okkum øl. Vit vóru saman sama kvøldið, og tað var tann besti mussurin í lívinum. Eg hugsaði bara OMG. Eg var bara ordiliga forelskað.
Men tú vart jú bara 20 tá, og Tróndur hevur verið 30...
Lív: - Hann leyg fyri mær í langa tíð og segði, at hann var yngri, enn hann var. Eg helt ikki, at hann var so nógv eldri. So tá hann fylti 31, bleiv eg kløkk, tí eg haldi, at hann hevði gloymt at siga tvætl.
Tróndur: - Haha... Ja. Men tað stuttliga var, tá eg fylti 34, og vit høvdu verið saman í nøkur ár. Tá varð mamma Lív skelkað, tí hon hevði eisini hildið, at eg var nógv yngri í nøkur ár.
Tað er jú eisini stórur munur á at vera 20 og 31. Merktist tað ikki mentalt?
Lív: - Jú, kanska á tann hátt, at eg var á veg av landinum, og hann var afturkomin til Føroya og átti hús á Tvøroyri.
Tróndur: - Tá tú ert 30 ár, hevur tú nakrar lívsroyndir og upplivingar, sum tú ikki hevur, tá tú ert 20. Vit hava nú verið saman í 15 ár, og eg eri líka gamal í dag, sum vermamma mín var, tá eg og Lív møttust. Tað setur tingini í perspektiv.
Tróndur, nær visti tú, at Lív var hon, tú vildi hava børn við?
Tróndur: - Eg bleiv forliptur í henni beinanvegin. Hon er jú so sjarmerandi og eitt frískt lot í tilveruni. Vit skuldu vera saman, tað var jú eingin annar møguleiki.
Lív: - Tað var eisini humørurin. Tað var so natúrligt. Tað var so deiligt. Eg hevði næstan ynskt, at vit møttust áðrenn hetta, so vit høvdu enn meiri tíð saman og kundu fáa enn meiri burtur úr lívinum saman. Tað var, sum vóru vit í einum rúsi.
Hvussu er tykkara gerandisdagur í dag?
Tróndur: - Hann er rættiliga fleksibul. Eg undirvísi hálva tíð og eri leiðari í musikkskúlanum hálva tíð. Lív er kvøldskúlaleiðari hálva tíð og undirvísir í føroyskum í Heilsuskúla Føroya. So hava vit okkara tónleika-verkætlanir aftrat og eitt studio, sum vit hava bygt heima. Tað passar væl til okkara lívsstíl.
Saman eiga tit børnini, sum eita Dagur og Sól. Tvey serstøk nøvn. Hvussu er familjulívið?
Tróndur: - Eg var 36 ár, tá eg varð pápi fyrstu ferð, og eg helt tað vera fantastiskt. Tað var eitt hæddarpunkt í lívinum báðu ferðirnar. Tey hava eisini bæði fingið nøvn, sum eftir okkara tykki umboðaðu ljósið og dagin. Eg havi búð í Íslandi í fimm ár. Har var eg bergtikin av, hvussu flott nógv av nøvnunum eru. Sum til dømis Snjólaug, ið merkir kavavatn - so flott! Eg haldi, at vit skulu tora betur at brúka tað føroyska. At fara aftur til røturnar.
Lív, hvussu er Tróndur sum pápi?
Lív: - Tróndur er ein fantastiskur pápi. Hann er nærverandi, og tað er ongantíð neyðugt at sleppa frá børnunum, tí vit skulu í gongd við okkurt projekt. Tey eru aloftast bara har, sum vit eru, og tað hevur altíð bara kenst ordiliga natúrligt. Hann elskar at vera saman við børnunum, og einki hugskot, tey koma við, er nakrantíð ein forðing. Hann er við upp á alt.
Tróndur: - Vit hava tey eisini við, tá vit spæla konsertir í Havn til dømis. So eru tey hjá ommuni og abbanum ta løtuna, vit spæla, men annars eru vit saman. Av tí sama spæla vit ikki longur langar nætur, men taka styttri framførslur.
Lív: - Ja. Eg haldi eisini, at eitt, sum eyðkennir okkum, er, at børnini ofta føla, at tey mugu deila okkum við onnur fólk, tí at vit eru so sosial sum menniskju, men eisini so sosial í okkara størvum - har eru framførslur við hornorkestrinum, undirvísing í musikki, kvøldskúlaundirvísing, tónleikaframførslur og ymiskt annað. Tey koma við í okkara ymisku sosialu relatiónir... Men eg haldi eisini, at vit sum foreldur hava dugað væl at fangað dagin. Hetta við at hoppa á súkklurnar, tá veðrið er gott, ella fara á flot, tá fjørðurin blikar. Tí í morgin er veðrið kanska ikki so gott.
Tróndur: - Tað er kanska eisini ein veikleiki sum foreldur, at vit eru so spontan, tí so fellur struktururin eitt sindur burtur viðhvørt, og tað er kanska ikki altíð tað besta fyri børnini.
Lív: - Nei. Men tað hava børnini lært okkum. Dagur hevur havt brúk fyri strukturi í síni tilveru, og tað hevur eisini gjørt, at vit eru vorðin meiri skipað, enn vit annars hava verið.
Tróndur, hvussu er Lív sum mamma?
Tróndur: - Lív er sannliga eisini nærverandi. Hon er 100 prosent til staðar, tá hon er saman við børnunum. Hon situr og spælir við tey og situr og ger skúlaarbeiði saman við teimum. Eg elski at hoyra hana og børnini flenna saman. Tí tey flenna veruliga frá hjartanum.
Hvørji virði eru týdningarmikil fyri tykkum sum foreldur?
Tróndur: - Kvalitetstíð er ógvuliga umráðandi fyri okkum, og virðini hjá okkum koma til sjóndar í tí, sum vit gera saman eisini. Vit vilja fegin, at tónleikurin eisini fyllir, og at tey læra at spæla ljóðføri.
Lív: - Vit snakka eisini øgiliga nógv. Um alt.
Tróndur: - Haha. Ja. Og vit síggja eisini, at børnini eru merkt av, at vit snakka nógv saman. Dagur dugir merkiliga væl at seta orð á kenslur. Men tað er eisini umráðandi fyri okkum at leggja í børnini at vera góð við onnur. At inkludera tey, sum føla seg uttanfyri.
Lív: - Tey empatisku virðini hava stóran týdning. Ordiliga stóran týdning.
Hvussu er at vera par og hava tónleikin saman?
Tróndur: - Tað stuttligasta við tónleikinum er tann skapandi tilgongdin. Tað ynski eg mær altíð meira av og leingist eftir at koma í alla tíðina - tað er gott at sleppa úr gerandisvasinum og í tað kreativa viðhvørt.
Lív: - Tað er eisini stuttligt at framføra saman.
Verður tað nakrantíð ov nógv bæði at vera par, familja og framføra á palli saman?
Lív: - Tað er løgið, tí vit skifta beinanvegin í eitt professionelt-mode, tá vit standa á palli. Eisini teir dagarnar vit hava havt onkrar spenningar ella irritatiónir okkara millum gjøgnum dagin. So havi vit onkrar inside-jokes kring fleiri av løgunum, og tað loysir eisini upp okkara millum. Framførslurnar hava í veruleikanum spart okkum fyri nógvum skeldaríum, tí vit koma út millum glað fólk, og vit eru eisini glað á pallinum, tí tað ger nakað við okkum at framføra.
Tróndur: - Haha. Ja. Góða lagið er so umráðandi, og alt verður nógv lættari, tá tú velur at flenna og hava tað stuttligt.
Lív: - Hinvegin, so er tað eisini kaotiskt viðhvørt... einaferð skuldu vit framføra í Havn júst eftir at hava framført í Leirvík. Tróndur og Dagur koyrdu í einum bili, og eg og Sól í einum øðrum. Meðan vit koyrdu, varð Sól illa fyri av bilverki, og eg mátti steðga í Eysturoyartunlinum, har hon spýði alt út - seg sjálva, bilin, hárið og kjólan hjá mær. Hon var djúpt ólukkulig, men eg varð noydd til at koyra til Havnar, tveita hana inn til mammu og babba og rópa: "Hon hevur spýð! Tit mugu taka tykkum av henni!" Og so víðari út at framføra, har Tróndur bíðaði eftir mær. Eg náddi akkurát at smyrja varrarnar í bilinum, og tað sá út, sum hevði eg stýr upp á alt, tá eg var komin inn til framførsluna. Og alt gekk eisini ordiliga væl... Tað er bara komiskt at hugsa afturá, men tað eru ofta slíkar hendingar aftan fyri pallarnar, tá tú ert foreldur og tónleikari í senn.
Tróndur: - Ja, nú hava vit gjørt hetta í so nógv ár. Vit vita, hvussu long framførslan er, og at vit mugu fanga áskoðararnar innan fyri fyrstu minuttirnar. Onkursvegna verða vit bara professionell, tá vit eru á pallinum. Tað er ein leiklutur, vit fara í.
Ávirkar tað børnini, at tit eru so almenn?
Lív: - Bara á ólavsøku. Haha.
Tróndur: - Tað passar. Dagur sigur ofta, at eg ikki skal tosa við nakran, tá vit fara út á ólavsøku. Tí eg tosi við ómetaliga nógv fólk.
Tit hava valt at verða búgvandi á Tvøroyri. Hvussu var tann avgerðin?
Lív: - Eg føli ikki, at eg havi tikið ta endaligu avgerðina um akkurát hatta enn...
Tróndur: - Hahaha...
Lív: - Jú, tí so leingi eg sigi mær sjálvari, at einki er statiskt, so klári eg tað væl - og tað kann eg siga, tí eg eri prestadóttir og havi sjálv flutt fleiri ferðir gjøgnum lívið. Men vit búgva her nú, og børnini hava frálíkar umstøður at vaksa upp á Tvøroyri. Tey eru farin í skúla, og tey hava góðar vinir, sum tey hava kent alt lívið. Tað ynski eg fyri tey. Tá eg var lítil, fluttu vit úr Vestmanna til Fuglafjarðar mitt í einum skúlaári, og tað ger nakað við eitt barn at verða flutt á tann hátt. Tað ynski eg ikki fyri míni børn. Tað kann væl vera, at vit altíð verða verandi á Tvøroyri, men eg læsi meg ikki fasta við tankan. Tí vilja vit flyta seinni, so kunnu vit tað.
Tróndur: - Av og á vil eg flyta burtur, men eg hevði eisini ein slíkan útlongsil, tá eg búði í Havn. Eg haldi, at tað eru bara Føroyar, sum kunnu verða klaustrofobiskar onkuntíð.
Lív: - Tá vit fluttu til Tvøroyrar, var eg í barsilfarloyvi við Degi. Tá vóru tað summi ting, eg saknaði at ganga til. Eg saknaði fleiri tilboð, og eg slapp at vera við til at skapa og uppbyggja tað í nærumhvørvinum - sum til dømis kvøldskúlan. Eg visti, hvat tað kundi gera fyri trivnaðin at seta fólk saman við ymiskum politiskum og átrúnaðarligum hugsanum. At koma hvørjum øðrum við tvørtur um tað, vit annars halda okkum til. Tað havi eg sæð sum eina styrki fyri bygdina, at relatiónir, sum annars ikki høvdu komið saman, verða flættaðar saman. Tá kemur okkurt positivt burturúr. Tað hevur tó verið fantastiskt at flyta til Suðuroynna. Eg havi fingið heimsins bestu verfamilju, og fólk hava verið so fitt, og eg haldi veruliga, at tað hevur verið spennandi. Tvørafólk hava eisini tikið okkum og okkara tónleik til sín. Vit hava bæði verið nógv umbiðin, men vit hava eisini kent okkum sum eitt slag av umboðsfólki fyri Tvøroyri... Tað einasta keðiliga er, at eg eri langt burturi frá míni familju. Tað hevur verið tað ringasta. Og eg havi ofta grátið. Tróndur merkir tað á mær, tá mær leingist, og tað verður ov nógv. Tað er, sum kemur ein sorg yvir meg, og tá sigur hann, at eg má fara ein túr norður, og tað geri eg eisini. Tað hevur tó einki við Tvøroyri at gera, men tað er frástøðan frá mínari familju og mínum vinum norðanfyri, sum nívir.
Tróndur: - Ja, tað er eitt, sum eg havi følt, at Lív hevur mist. Eisini natúrligu samveruna við sínar vinir. Hon kann jú ikki bara detta inn á gólvið hjá einari gamlari vinkonu.
Lív: - Vit hava hvønn annan, og vit hava tað forbannað stuttligt saman... hahaha... Men vit eru menniskju og hava sjálvsagt eisini brúk fyri at sleppa burturfrá og fáa rúm.
Fakta
Lív Næs er 37 ár og starvast sum leiðari á Tvøroyrar kvøldskúla, samskipari fyri FSA Suðuroy, lærari í føroyskum á Heilsuskúla Føroya og tónleikari. Tróndur Enni er 47 ár, leiðari á Suðuroyar musikkskúla, tónleikalærari, dirigentur fyri Tvøroyrar Hornorkestur og tónleikari. Tey eiga børnini Dag, sum er 11 ár, og Sól, sum er 9 ár.