Føroyska A-landsliðið hevur í hesum døgum skrivað søgu við at spæla seg til HM-endaspælið í Týsklandi - og øll tjóðin hevur hildið ondini, nú tær hava spælt framúrskarandi hondbólt seinastu dagarnar. Men handan málini, dramatikkin og stóru løturnar liggur eisini ein heilt serligur felagsskapur - fullur av stuttligum løtum, spontaniteti og góðum huglagi. Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen hava sæð alt, hoyrt alt og svarað nøkrum stuttligum spurningum um hópin. Her fært tú eitt øðrvísi innlit í føroyska A-landsliðið í hondbólti hjá kvinnum...

Hvør brúkar alt ov langa tíð at gera seg klára – og hvussu langa tíð tosa vit um?
Tað má vera Bjarta Osberg Johannesen og Pernille Brandenborg. Tær smyrja sjálvbrúnara á um kvøldið, so tær eru klárar til dystin dagin eftir. Hárið hjá Bjartu er eisini so tjúkt, at tað tekur sína tíð at seta.
Hvør er mamman á liðnum – tann, sum altíð hevur panodil, hárlastikk og tey góðu ráðini?
Tað eru tær elstu. Nevniliga Pernille og Bjarta. Tað hoyrir til, tá tú ert væl eldri enn hinar!
Hvør dugir best at sova, tá tit eru á ferð?
Tað er uttan iva Anna Elisabeth Weyhe. Hon svevur umborð á flogfari, í bussi á veg til venjing ella dyst - og heim aftur. Hon svevur eisini í fríløtum – og blundar eisini á taktikfundum.
Hvør hevur besta stílin uttanfyri vøllin?
Tað má vera Lív Poulsen. Giti hon hevði verið fegin, um vit tagga hennara Instagram @livpoulsen - haha.
Hvør er altíð klár til at hava tað stuttligt – og fær hinar við?
Súna Krossteig Hansen, Anna Elisabeth Weyhe og Jana Mittún – tær eru altíð við uppá tað. Fun fact: Tá vit vunnu HM-plássið, fóru 5 gentur út at fagna. Restin fór at sova, so tær vóru klárar til flogfarið morgunin eftir. Gita hvør fór út?

Hvør gevur ongantíð telefonini frið – ella hevur mest skíggjatíð?
Egholm-systrarnar! Tær dáma sera væl at Facetime’a og skriva við sjeikarnar, so hetta má fara til tær.
Hvør er mest kappingarsinnað – eisini í kortspæli ella quiz?
Vit mugu bara siga: Allar! Tað er júst tí, vit eru komnar til EM og nú HM. Vit geva alt – altíð.
Hvør gloymir mest sannlíkt passið, tá tit skulu avstað?
Elsa Egholm – hon hevur longu gloymt tað eina ferð, og mamman mátti skunda sær á flogvøllin við tí. Men Marita Mortensen er eisini ein sterkur kandidatur. Vit høvdu ikki verið serliga yvirraskaðar.
Hvussu er samanhaldið í hópinum?
Fantastiskur! Vit hava tað avbera gott saman – bæði á vøllinum og uttanfyri.
Hvat hevur tað at siga fyri tykkum at skriva søgu við at koma til HM?
Alt. Hetta er ein stórur dreymur, sum vit hava stríðst hart og leingi fyri – og tað hevur hevur alt at siga fyri okkum!