Teitur & Girls in Airports (16.30–17.25 / Spæliplássið)
Skalt tú byrja festivaldagin við einari konsert, er hetta eitt gott boð. Teitur og Girls in Airports hava eitt spennandi samstarv, har sangirnir hjá Teiti fáa eitt nýtt og øðrvísi ljóð saman við jazzuta og leitandi tónleikinum hjá danska bólkinum. Hetta er eisini ein av teimum konsertunum, sum gevur rúm til at seta seg niður, njóta umhvørvið og koma ordiliga í festivalhýr.

Dögg Nónsgjógv (18.25–19.10 / Fjósið)
Føroyski tónleikapallurin hevur nógv spennandi nøvn, og Dögg Nónsgjógv er eitt teirra. Fjósið er ofta staðið, har tær meira intimu konsertirnar fáa bestu karmarnar. Døgg Nónsgjógv hevur leingi verið partur av føroyska tónleikapallinum, og í Fjøsinum fær hennara tónleikur góðar karmar at koma ordiliga tætt at áhoyrarunum.
Fantastic Negrito (19.50–20.50 / Sandurin)
Um tú hevur hug at uppliva eitt av teimum stóru altjóða nøvnunum á ársins G!, er Fantastic Negrito eitt upplagt val. Grammy-vinnandi amerikanarin blandar blues, soul og rock og er kendur fyri sínar livandi framførslur. Hetta er eitt gott val hjá teimum, sum hava hug til eina konsert við nógvari orku og nærveru.
Frændur (22.20–23.20 / Sandurin)
Tað eru fáir bólkar, sum hava so fast pláss í føroysku hjørtunum sum Frændur. Konsertirnar hjá teimum enda ofta við felagssangi, og fyri fleiri verður júst hendan løtun eitt av hæddarpunktunum á G! Um tú bara fert til eina føroyska konsert í kvøld, er hetta eitt gott boð.

Komfortrauschen (23.50–00.35 / Spæliplássið)
Tá kvøldið fer at halla, skiftir festivalurin eisini skap. Týski bólkurin Komfortrauschen er kendur fyri at spæla elektroniskan tónleik við livandi instrumentum, og tað gevur eina øðrvísi konsertuppliving enn tann klassiska DJ-framførslan. Ein góður máti at enda kvøldið - ella at byrja náttina.
Meira enn bara tónleikur
G! hevur altíð lagt dent á, at festivalurin eisini er ein mentanaruppliving. Millum konsertirnar kanst tú í dag fara til heimildarfilmin Taradrotningin, uppliva Mammuskelspælið, lurta eftir Sagnum og ævintýrum við Hettarhere og Jákupi Veyhe ella vitja tiltøkini hjá Havnajákupi.
