– Vit ynskja at vísa, at øll, bæði stór, smá, breið og smøl rigga í føroysku klæðunum
Lívsstílur
– Vit ynskja at vísa, at øll, bæði stór, smá, breið og smøl rigga í føroysku klæðunum
Føroysku klæðini eru nærmast blivin hvør mans ogn, og flestallir føroyingar eiga føroysk klæðir í dag. Tey verða brúkt bæði á ólavsøku, til brúdleyp, barnadóp og til aðrar hátíðarløtur. Ein fyritøka, ið hevur verið við til at gera tey føroysku klæðini so væl umtókt, sum tey eru blivin í dag, er seymistovan Marjun Heimá., sum fyrr í ár gav  út nýggju myndabókina ‘Við hond, hegni og hjarta’, ið er ein bók til íblástur, og sum vísir á ymsar samansetingar av føroysku klæðunum, tær í Marjun Heimá hava gjørt.
Eftir: 27.10.2025

Majbritt Jakobsen eigur og leiðir seymistovuna Marjun Heimá, og hevur saman við hinum skraddarunum á seymistovuni, samskipað nýggju bókina. Spurd, hví stig varð tikið til júst eina slíka bók, greiðir hon soleiðis frá.

– Hugskotið til bókina kom av, at vit í fleiri ár hava hildið, at lítið tilfar finst um føroysk klæðir í okkara samtíð, og at tað er ógvuliga nógv frá munni til munn. Tað er lítið dokumenterað um tey føroysk klæðini, og hava tey verið eitt sindur loynilig uppá onkran máta, við tað at tað liggur í familjuni ella at man kann ogna sær eitt plagg úr einum kjallara onkrastaðni og eitt annað plagg av einum lofti aðrastaðni. Her kanst tú koma inn og fáa vegleiðing til at gera tey sjálv, ella vit gera tað fyri teg. Vit hava gjørt føroysk klæðir í so langa tíð, og vit eru sjey kvinnur sum arbeiða her til dagligt, har allar hava góða útbúgving innan klædnaídnaðin. Tískil hugsaðu vit, at vit áttu at farið og víst, hvussu flott hetta er, og hvussu gott handverk kann síggja út. Bókin er eitt hjartabarn, sum hevur verið ávegis í nógv ár, og sum endiliga er førd út í verkið, greiður Maibritt frá.

Bókin er í ein myndabók við eitt sindur av teksti, sum eisini stendur á enskum. Fólkini, ið eru við í bókini, eru í sínum egnu føroysku klæðum, sum eru gjørd júst til tey.

– Tað síðsta árið hava vit koyrt á við at arbeiða við bókini. Nógv av myndatilfarinum hevur tikið langa tíð, tí vit hava lagt nógva orku í at gera nógv burturúr við at finna tey røttu klæðini og at skapa rætta huglagið í myndunum.

 

Føroysku klæðini verða hjá Marjun Heimá seymað til hvønn einstakan og verða gjørd eftir egnum ynski. Og tað er hiðani heitið á bókini stavar.

– Orsøkin til, at vit kalla bókina ‘Við hond, hegni og hjarta’ er, tí at alt er gjørt í Føroyum við fakligheit, og er seymað til hvønn einsæran. Tað liggja nógvar kenslur og persónleiki í tí, sum fólk velja og ynskja, tí tá fólk koma inn og hava eitt ynski, er ynskið vælumhugsað, og vit hava eisini kenslurnar við, tá vit sita við klæðunum í hondunum.

 

Samansetingarnar av føroysku klæðunum eru broyttar í gjøgnum árini, og tey eru vorðin litríkari við tíðini. Majbritt heldur, at klæðini eru vorðin festligari og populerari av tí sama, og hjá Marjun Heimá eru tey eisini við uppá litirnar. Tískil er endamálið við bókini at geva fólki íblástur til, hvussu tey føroysku klæðini síggja út í okkara samtíð.

– Endamálið við bókini er at vísa fólkinum, hvat ber til at gera í Føroyum, og at geva íblástur til, hvussu nógvar ymsar samansetingar eru av føroysku klæðunum. Tað eru fleiri, sum ikki síggja seg sjálv í føroyskum klæðum, men sum, tá tey síggja eina ávísa litsamanseting, síðani kunnu kenna seg aftur. Vit ynskja eisini at vísa, at øll, bæði stór, smá, breið og smøl rigga í føroysku klæðunum, um tey eru seymað júst til tín.

 

Bókin ‘Við hond, hegni og hjarta’ fæst til keyps í handilinum hjá Marjuni Heimá, á heimasíðuni www.marjunheima.fo og í bókasølunum kring landið.