3 sunnir smoothies
Matur

3 sunnir smoothies 

Lætt og leskiligt. Smoothies sum metta og smakka væl eru ein góð byrjan uppá dagin. Royn tann grøna við spinati og ingiferi, tann gula við mango og kaneli ella tann ljósareyða við jarðberum og havragrýni.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen 01.12.2020

Tann guli

Tú skalt brúka:

1/2 tsk av kaneli

1 dl av Hvíta

150 g av frystum mangobitum

1 tsk av hunangi

Saft úr einari hálvari leim

Kalt vatn

Tann grøni

Tú skalt brúka:

5 kúlur av frystum spinati

1/2 - 1 tsk av frískum rivnum ingiferi

1 banan

50 g frystum mango

2 tsk av agavesiroopi

Kalt vatn

Tann ljósareyði

Tú skalt brúka:

1 dl av vaniljujogurti

1/2 banan

1 tsk av agave siropi

0,5 dl av havragrýni

6 heilar mandlur

100 g av frystum jarðberum

Kalt vatn

Soleiðis gert tú:

Stoyt alt tilfarið í blendaran – lat tað, sum er lættast at blendam, so sum vætu, fara í fyrst og síðan frystu

fruktina og grønmeti..

Blenda væl og leingi, so tú fært ein kremutan smoothie.

Nýt kalt vatn, um tú vilt hava ein tynnri smoothie – ella um blendarin hevur trupult við at blenda.

Fyll í vøkur gløs og njót! Tað pyntar at leggja skorna frukt, t.d. bananir ella mango, út ímóti glasinum,

áðrenn tú stoytir í.




Viðkomandi greinar