4 ymiskir forrættir til gamlaárskvøld
Matur
4 ymiskir forrættir til gamlaárskvøld
Ein góður forrættur er ein perfekt byrjan til eina góða matuppliving. Vit borðreiða her við fýra ymiskum forrættum, sum hóska væl til eitt nú nýggjarsaftan - teir eru lættir at gera og tínir gestir vera bergtikinir av góða smakkinum
Eftir: 27.12.2022

Bakaður toskur, avokado og persillurótarámeti
Til 4 fólk

400 g av toski
Salt
Olja
4 ssk av súrróma, 18%

2 avokado
25 cm av agurku
Salt
Pipar
Sitrón

4 persillurøtur
6 ssk av sitrónsaft
4 ssk av kaltpressaðari rapsolju
2 pottar av persillu
1 tsk av salti1
2 snúr av svørtum pipari

SOLEIÐIS GERT TÚ
Legg toskin í eitt eldfast fat við salti og olju omaná. Baka við 150 stigum í 10-15 minuttir.
Rív persillurøturnar og hakka persilluna. Blanda hetta í eini skál saman við rapsolju, sitrón, salti og pipari. Tað er umráðandi at røra hetta væl saman, tí persillurøturnar verða brúnar, um sitrónsaft ikki er á. Sker avokado og agurku í smáar bitar. Blanda saman og smakka til við salti, pipari og sitrón. Tá ið toskurin er liðugur, lat hann so kólna og blanda hann við súrróma. Smakka til við salti. Legg eina skeið av hvørjum við síðuna av hvørjum øðrum, tá tú borðreiðir.



Soppatoast
Til 4 fólk

4 flísar av súrdeiggjbreyði (skansabreyð, mylnubreyð ella líknandi) 2 cm tjúkkar
Smør
400 g av blandaðum soppum
2 ssk av sitrónskali
4 pottar av persillu
4 dl av róma
2 skalottuleykir
Salt og pipar

SOLEIÐIS GERT TÚ
Steik breyðið á eini pannu í smøri, til tað er brúnkað á báðum síðum. Hakka persilluna grovt. Sker skalottuleykin smátt og rív sitrónskalið. Sker sopparnar í grov stykki. Steik teir í oljuni í 5 min og minst til at stroya salt og pipar á, meðan teir steikja. Stoyt róman í og lat hann kóka væl inn. Lat síðani persillu, sitrónskal og skalottuleyk í. Tak pannuna av hitanum. Smakka til við salti og pipari. Legg sopparnar á toastbreyðið.



Sellarísalat við súrepli og heslinøtum
Til 4 fólk

4 flísar av rótsellarí (1-1,5 cm tjúkkar)
Salt og pipar
1 reytt súrepli
6 sskav súrplaediki
8 ssk av kaltpressaðari rapsolju
1 tsk av salti
40 g av heslinøtum
1 stong av blaðsellarí
1 pott av oregano
2 hjartasalat

SOLEIÐIS GERT TÚ
Flys rótsellaríflísarnar og steik tær í olju á pannuni á báðum síðum, til tær eru ljósabrúnar og moyrar. Hetta kann taka tíð, steik fyrst við nógvum hita á hvørjari síðu og skrúva síðani niður til miðal hita. Minst til salt og nýmalið pipar á báðar síður. Baka heslinøturnar í ovninum við 150 stigum í umleið 10 min, til skalið loysnar, gníggja træ í einum viskustykki, so skalið fer av. Sker súreplið í smáar bitar og legg tað í eina skál. Blanda súreplaedik, olju og salt saman við súreplinum. Sker blaðsellaríið smátt og vaska og royt oregano av stelkinum. Skola hjartasalatið og sker í 4 stykki við botni og øllum. Tak bara tað allarniðasta burtur. Sker eftir longdini. Legg rótsellarí niðast, salat á – 2 stykki til hvønn - síðani marinadu og blaðsellarí omaná og at enda heslinøtir og oregano. Krydda við havsalti og pipari.


Rækjur, stoktar gularøtur og appilsinmarinada
Til 4 fólk

200 grav rækjum
4 ssk av súrróma, 36%
1 tsk av salti
10 snúr av svørtum pipari
2 dl av appilsinsaft (2-3 appilsinir)
1 tsk av karry
2 tsk av appilsinskali
8 ssk av kaltpressaðari rapsolju
1 tsk av salti
Eitt sindur av pipari
1 pott av timiani

SOLEIÐIS GERT TÚ
Rív appilsinskalið, pressa appilsinirnar til tú hevur 2 dl av saft. Kóka saft, skal og karry inn til helvtina í eini grýtu. Blanda hetta síðani við olju, salti og pipari. Flys gularøturnar og steik tær í eitt sindur av olju á eini pannu, til tær hava góða steikiskorpu. Blanda rækjurnar við súrróma, salti og pipari. Vaska og royt timianið. Legg tvær gularøtur til hvønn á tallerkin, 2 ssk av rækjublandinum á, eitt sindur av marinadu og timian at enda.