
Fimm vørur liggja í innkeypskurvini. Yes, eg fekk tær, hugsi eg, tá eg skjótt koyri gjaldsupplýsingarnar inn. Kenni meg hepna, tí hetta var tað seinasta, ið var eftir á livesøluni á Facebook. Tveir dagar seinni royni eg at selja vørurnar á Rótikassanum. Aftur nú eitt spontant og púra óneyðugt feilkeyp. Øv. Má heldur goyma posarnar fyri manninum. Vónandi sleppi eg av við tingini aftur…
Kennir tú teg aftur í hesari støðuni? Vit eru í øllum førum fleiri, sum ofta koma til at keypa ymiskt uttan at hava hugsað okkum um. Okkurt, ið vit kanska ikki hava brúk fyri allíkavæl, tá tað avtornar.
Men hvat hendir, um vit bíða 48 tímar við at keypa tað, vit ynskja okkum? 48-tímar regluna, kalli eg hana. Stutt og greitt snýr tað seg bara um at útseta keypið, hvørja ferð vit brádliga hava hug til at keypa okkurt.
Tað er ikki tí, eg má erligt viðganga, at eg eisini sjálv viðhvørt hoppi uppá ja-takk tilboðini og kappingarnar, ið vit hvønn dag fáa í høvdið á Facebook. Í síðstu viku keypti eg 2,5 kg av sjokulátaknappum. Tí tað var bíligt. Men eg havi ikki ordiliga brúk fyri teimum. So nú stendur stóri posin her og hyggur eftir mær. Eg má heldur fara at baka okkurt, áðrenn teir spillast.
Tað snilda er, at um eg heldur bíðaði 48 tímar við at keypa sjokulátaknapparnar, so hevði eg ikki staðið við hesari eitt sindur ringu samvitskuni.
Tað snýr seg tó ikki um at gevast við at keypa, men heldur at keypa tað, ið vit veruliga ynskja okkum og hava brúk fyri. Og júst hetta finna vit ofta útav, um vit bíða 48 tímar við at keypa.
Hugsa teg um, áðrenn tú keypir – fimm góð ráð
1. Sov uppá tað: Bíða 48 tímar áðrenn tú tekur av tilboðum. Um tú framvegis vilt hava vøruna eftir tveir dagar, so ”go ahead”!
2. Strika óneyðug tíðindabrøv og lýsingar, ið fylla tær postkassan og mailboksina og tí eisini høvdið við ivamálum um, hvat skal keypast og ikki.
3. Far úr sølubólkum á sosialu miðlunum, sum alla tíðina freista teg. Tú missir einki við at siga nei takk til slíkar bólkar.
4. Kanna prísin: Tá okkurt verður lýst sum eitt tilboð, so merkir tað ikki altíð, at vøran er bílig. Kanna tí altíð, hvat vøran kostaði áðrenn.
5. Minn teg á tíni mál og fíggjarstøðu: Tað snýr seg ikki um at gevast at keypa, men at keypa við skili.