Affogato - kaffi og dessert í einum
Matur
Affogato - kaffi og dessert í einum
1-2-3 so hevur tú eina lekkra, rómakenda dessert og kaffi í einum
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen / Mynd: Klara Johannesen 09.02.2023

Við bert tveimum vørum kanst tú ganda eina lekkra dessert fram. Italska dessertin Affogato er kremut og leskilig, og so er hon helst heimsins lættasta dessert at gera. Tú skalt bert brúka vaniljuís og nýbryggjað espresso.

Affogato kaffi

Tilfar
Til 4

400 ml av vaniljuísi
2 dl av espresso

Soleiðis gert tú:
Deil ísin í fýra smá gløs og drukna síðan ísin í kaffi. Og so kanst tú ríva sjokulátu ella stoyta søta karamellsós omaná. Vel ein góðan vaniljuís og góðsku kaffi, so fært tú besta úrslitið. Og minst til at bryggja kaffið sterkt.

Tak ísin út úr frystaranum beint áðrenn, tú skalt brúka hann, tí er ísurin ov bleytur, fært tú ikki røttu affogato-effektina, tá tú stoytir kaffi omaná ísin!




Viðkomandi greinar