Bláberjamuffur við marsipani
Matur
Bláberjamuffur við marsipani
Baka luksus muffur við marsipani og bláberum, tá hjúklast skal um familjuna eitt ruskut fríggjakvøld. Marsipanið og berini gera, at tú fært nakrar eyka saftigar muffur. Bláberini kunnu snilt skiftast út við eitt nú hindber ella bromber – og rabarbur hóska eisini sera væl.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen 14.10.2022

TILFAR
150 g av sukri
2 egg
160 g av mjøli
1,5 tsk av vaniljusukri
1 tsk av bakipulvuri
0,75 dl av mjólk
130 g av smøri
150 g av bláberum
120 g av marsipani

SOLEIÐIS GERT TÚ
Píska egg og sukur luftvorðið.

Rør síðani turra tilfarið í deiggið.

Smelta smørið, og lat tað kólna.

Blanda síðani mjólk og smør í deiggið – eitt sindur í senn, meðan tú rørir.

Rív marsipanið, og blanda tað varliga í deiggið.

Blanda til síðst bláberini í deiggið – goym nøkur fá, sum tú leggur oman á deiggið, tá tað er í forminum.

Deil deiggið í 12 muffuformar.

Baka á 180 stigum í umleið 25 minuttir.