Breyð afturvið? Royn hetta lekkra breyðið við persillu og osti
Matur
Breyð afturvið? Royn hetta lekkra breyðið við persillu og osti
Tað er lætt at baka, lekkurt at borðreiða aftur við til dømis suppu, einum tapasbretti ella einum forrætti.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen 13.03.2026

Breyð
25 g av geri

2,5 dl av flógvum vatni
1 tsk av salti 
1 tsk av sukri
2 ssk av olivinolju
175 g av durum mjøli
225 g av hveitimjøli 

 

Fylla
1 hvítleyksbát
2 lógvar av frískari persillu
70 g av bleytum smøri
200 g av frískum mozzarellaosti 

 

Stoyt vatn og ger í ein bolla og upploys gerina.
Lat restina av tilfarinum í deiggið og elt væl saman. Best er at brúka rørimaskinu og lata elta í umleið 8 minuttir við høgari ferð. Lat deiggið ganga í ein tíma. Kroyst hvítleykin, hakka persilluna smátt og blanda við bleyta smørinum. Rulla deiggið til ein fýrkant umleið 40 x 35 cm. Smyr persillusmørið á deiggið og legg síðan nakrar flísar av mozzarellaosti omaná. Sker deiggið í 16 eins stórar fýrkantar. Legg fýra fýrkantar oman á hvønn annan og halt fram, til einki deiggj er eftir. Smyr ein avlangan form við olju og legg síðan fýrkantarnar í formin soleiðis, at teir standa – ímynda tær, at tað er eitt torn, sum liggur á liðini. 
Baka breyðið í 18-20 minuttir á 220 stigum í luftovni –tað er liðugt, tá tað byrjar at blíva gylt á toppinum.