Broyskin laksur við sesami og grønum afturvið
Matur
Broyskin laksur við sesami og grønum afturvið
Hesin laksarætturin er bæði vakur og smakkgóður – laksastykkini eru vend í sesami og eru serstakliga broyskin. 
Eftir: Uppskrift Ranvá Eliasen Mynd Tóra Effersøe Mortensen // Uppskriftin er gjørd í samstarvi við Hiddenfjord  19.03.2026

Til 4-6 fólk 

 

Laksur 

Tú skalt brúka 

1 dl av svørtum sesami 
1 dl av ristaðum sesami
2 egg 

800 g av laksi frá Hiddenfjord
salt og pipar 

 

Soleiðis gert tú 

Lat laksin tiðna í køliskápinum alla náttina. Tak beinini úr og sker í hóskandi stykkir. Krydda við salti og pipari. Blanda ristað og svart sesam saman. Píska eggini saman við einum gafli, vent laksastykkjunum í egginum og síðan í sesamfrænum. Baka í ovninum á 200 stigum í umleið 12 minuttir. 

 

Brokkoli 
Tú skalt brúka 

300 g av aspargusbrokkoli  

Soleiðis gert tú 

Vaska brokkoli og blanda við einum sindri av olivinolju og flakasalti. Legg á eina bakarovnsplátu við bakipappíri og baka á 200 stigum í 10 minuttir. 

 

Piparfrukt við ingiferi 

Tú skalt brúka 

2 langar reyðar piparfruktir (en: snack pepper)
1 ssk av rivnum ingiferi
2 fet av hvítleyki
½ lógva av frískari deymkorru
1 lógva av frískari persillu
1 ssk av sesamolju
1 ssk av olivinolju
saft frá einari leim
1 tsk av salti
½ tsk av pipari 

 

Soleiðis gert tú
Pressa hvítleykin, vaska og rív ingiferið, sker piparfrukt í tunnar flísar og blanda saman við restini av tilfarinum. 

 

Dressingur 

Tú skalt brúka
1 fet av hvítleyki
0,5 dl av tahin
saft frá einari leim
0,5 dl av vatni
1/2 tsk av flakasalti
1 tsk av hunangi
1,5 ssk av grikskum jogurti 

 

Soleiðis gert tú
Pressa hvítleykin og blanda saman við tahin, vatni, leimsaft, hunangi, pipari og salti. Og blanda til síðst saman við grikskum jogurti.  

Borðreið
Borðreið laksin saman við rísi (1 dl pr. persón – fylg vegleiðingini á pakkanum) og grønmeti og njót við tahindressingi afturvið.  

  

 




Viðkomandi greinar