Brúka restirnar av sjokulátueggunum
Matur
Brúka restirnar av sjokulátueggunum
Hava tit restir av páskareggjasjokulátu, sum tit kundu hugsað tykkum at brúkt til okkurt? Her eru trý uppskot til, hvat søtu restirnar kunnu umskapast til.
Eftir: Ingrid Bjarnastein / Mynd: Veitari 15.04.2021

Ofta koma børnini ikki so langt sum at eta alla páskareggjasjokulátu á páskum. Her fært tú trý uppskot til, hvat tú kanst brúka restirnar av sjokulátuni til. Og so er tað upplagt at hava lova børnunum framat eisini. 

Sjokuláta og frukt

Smelta restirnar yvir vatnbaði og dyppa nýskorna frukt sum banan, jarðber, víndrúvur o.s.fr. í sjokulátuna. Perfekt omaná! 

Sjokulátupoppkorn

Smelta restirnar av sjokulátu yvir vatnbaði og ger poppkorn (ella keyp ein pakka). Minst til at salta poppkornini væl, um tú gert tey sjálv. 
Vend poppkornunum í sjokulátuni, breið alt á eina bakiplátu, ið er klødd við bakipappíri og lat kólna. Tá sjokulátan er harðnað, brót so í stykkir og borðreið.


Køkupynt
Smelta restirnir av sjokulátuni og ger ein kramarhúsa av bakipappíri, har spíssurin er eitt lítið hol. Ger smá hjørtu, stjørnur ella prikkar, so hevur tú fínt og festligt køkuprýði til dessertina ella køkuna.