Bulgogi - koreanskt barbeque
Matur
Bulgogi - koreanskt barbeque
Bulgogi hevur verið etið í Korea í fleiri túsund ár og er uttan iva ein tann kendasti koreanski høvuðsrætturin.
Eftir: Anniku Kunoy Im 02.05.2026

Bulgogi merkir eld-kjøt á koreanskum. Bulgogi hevur verið etið í Korea í fleiri túsund ár og er uttan iva ein tann kendasti koreanski høvuðsrætturin. Hendan uppskriftin er moderniserað og løtt at gera. 

 

Tilfar
800 g av góðum, moyrum neytakjøti, so sum háryggur ella rygglundir 
1 leykur
2 várleykir
½ gularót  
1 ssk av sesamolju
1 ssk av sesamfræi
1 ssk av smakkneutralari olju 

 

Bulgogi kryddlaki
6 ssk av soyasós
3 ssk av putursukri
2 ssk av hvítvínsediki
1 reytt súrepli
½ leyk
3-4 hvítleyksbátar
Umleið 1cm av frískum ingiferi
1 dism av pipari 

 

Soleiðis gert tú
Pakka búffarnir í matfilm og legg í frystiboksina í 2-3 tímar. Hetta ger, at tað verður lættari at skera í tunnar flísar, sum er altavgerandi fyri at fáa gott Bulgogi. 
 

Blenda alt tilfarið til kryddlakan í eini hvirlu og set til viks. Tá kjøtið er klárt, tak tað so upp, og pakka tað úr matfilminum. Sker í tunnar flísar á uml. 2-3 mm.  

Legg í eitt ílat og gníggja kryddlakan væl í kjøtið. Blanda síðani sesamoljuna í.  

Legg lok ella matfilm á ílatið og set í køliskápið í minst 4 tímar ella til dagin eftir.  

Hita pannuna til miðal til høgan hita og stoyt matoljuna á pannuna. Lat kjøtið, kryddlakan og grønmetið á pannuna og steik í 3-5 minuttir, meðan tú rørir av og á. Stroy sesamfræini á pannuna.  

Borðreið við rísi, salatbløðum og øðrum koreanskum smárættum.  




Viðkomandi greinar