Matur
Bygg sjálv beyglur
Tað sær innbjóðandi og lekkurt út, og so er tað lætt og skjótt at borðreiða við "bygg sjálv beyglum".
6 beyglur
Rómaost
Pesto
Royktan laks
Radisur, skornar í bátar
Kapers
Cherry tomatir, skornar í bátar
Agurka, skorin í tunnar flísar
Rukkola
Súltaðan reyðleyk
Fríska dild
Hita beyglurnar í ovninum og sker tær í helvt og borðreið alt á vøkrum fati, sum víst á myndini.
Súltaður reyðleykur
2 stórir reyðleykir
1 dl av sukri
1 dl av ediki
1 dl av vatni
Flys reyðleykin og sker hann í tunnar bátar. Kóka sukur, edik og vatn í eini lítlari grýtu. Tak grýtuna av, tá sukrið er upployst. Legg reyðleykin í eitt patentglas og stoyt sukurlakan útyvir. Set lokið á og lat trakta í minst 2 tímar, gjarna til næsta dag.
