Cæsarsalat við heimagjørdum dressingi
Matur
Cæsarsalat við heimagjørdum dressingi
Ein sannur salatklassikari, sum er lættur at gera og hóskar seg væl til nátturðaborðið ella til ábit á altanini, nú útidagarnir blíva fleiri og fleiri – ein rættur, sum bæði stór og smá fara at njóta. 
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen 11.06.2024

Salat 
2 romaine- ella hjartasalat 
2 stoktar høsnarungabringur 
200-300 g av croutonum 
50 g av frískum parmesanosti 
Salt og pipar

Soleiðis gert tú 
Steik høsnarungabringurnar og krydda við salti og pipari. Sker stokta høsnarungan í flísar og lat kólna.

Sker nakrar flísar av daggomlum ljósum breyði í smáar bitar – steik í smøri ella olju á einari pannu, til tað er broyskið. Krydda við salti. Lat kólna á køkspappíri.

Reinsa salatið og turka tað væl.

Sker ella hála salatið í eitt sindur smærri bitar og legg í eina skál ella á fýra tallerkar. Legg høsnarungabitarnar omaná og síðan croutonir. Rív til síðst parmesanostin útyvir. Borðreið við dressingi.

Dressingur 

2 eggjablommur 
2 ssk av sitrónsaft 
0,5 dl av smakkneutralari olju 
1 tsk av dijonsinopi 
1 ssk av súrróma 18 %  
Smakka til við salti og pipari

Soleiðis gert tú 

Píska eggjablommurnar, sitrónsaftina, olju og sinop saman við einum stavblendara; tá tað byrjar at tjúkna, er tað liðugt. Rør súrróma í og smakka til við pipari og salti.




Viðkomandi greinar