Cookies við karamel
Matur

Cookies við karamel

Tak børnini við í køkin og baka lekkrar cookies við karamel, sum øll familjan fer at elska. Tú kanst gleða teg til eina knasandi broyskna cookie, sum er seig og smakkigóð.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen / Mynd Tóra Effersøe Mortensen 10.12.2020

Tilfar

200 g av bleytum smøri 
100 g av rørsukri
100 g av putursukri 
1 tsk. av vaniljusukri
1/2 tsk. av bakipulvuri

1 tsk. natron

2 ssp av kakaopulvur

1 dism av salti
250 g av mjøli
0,5 dl av mjólk
4 smá Cadbury Dairy Milk Caramel

Soleiðis gert tú

Píska smør, rørsukur, vaniljusukur og putursukur saman.

Rør síðani kakaopulvur, mjøl, salt, bakipulvur og natron í deiggið. Og til síðst mjólk.

Sker trý Dairy Milk Caramel í smáar bitar og blanda bitarnir í deiggið saman við mjólkini.

Rulla 12-14 kúlur av deiggi og trýst hvørja kúlu eitt sindur flata. Sker tað síðsta Caramellið í størri bitar og legg omaná køkurnar. Baka á 225 gradum á tveimum bakiplátum – hvør pláta skal baka í umleið 8-10 minuttir.

Goym í einari lufttættari køkudós, so hevur tú lekkrar cookies í fleiri dagar.




Viðkomandi greinar