Cookies við trimum sløgum av sjokulátu
Matur
Cookies við trimum sløgum av sjokulátu
Knasandi at bíta í og bleytar at tyggja. Hesar smákøkurnar við trimum sløgum av sjokulátu eru vanaskapandi góðar.  
Eftir: Uppskrift og mynd Tóra Effersøe Mortensen  21.09.2025

Tilfar 
200 g av bleytum smøri 
1,5 tsk av vaniljusukri 
100 g av rørsukri 
100 g av putursukri 
280 g av mjøli 
1 tsk av bakipulvuri 
½ tsk av natron 
0,5 dl av bóndamjólk 
40 g av myrkum sjokulátuknappum 
40 g av gold sjokulátuknappum
40 g av hvítum sjokulátuknappum 

 

Soleiðis gert tú
Píska smør, vaniljusukur, rørsukur og putursukur væl saman.
Rør mjøl, bakipulvur og natron í deiggið – og rør síðan mjólkina í.
Elt til síðst tey trý sløgini av sjokulátu í – goym nakrar sjokulátuknappar, sum tú trýstir í køkurnar, beint áðrenn tær fara í ovnin, so ert tú vís í, at sjokuláta eisini er oman á køkunum og ikki bert innan í køkunum.
Deil nú deiggið í 12-14 kúlur. Legg bakipappír á tvær bakiplátur og legg helvt um helvt av cookies á – trýst køkurnar eitt sindur flatar.
Baka eina plátu í senn á 225 stigum í vanligum ovni í umleið 7-8 minuttir. Lat kólna á einari bakirist – og goym í lufttættari dós. 

 




Viðkomandi greinar